Katastrofa at oljan fór til botns

Allar skilagóðar orsøkir vóru at pumpa tey 270 tonsini av gassolju úr Olshana, heldur enn royna at pumpa trolaran lens og toga hann av Flesjunum, siga serkønar keldur, sum vilja vera ónevndar

Hví vórðu tey 270 tonsini av gassolju ikki pumpaði úr Olshana, áðrenn russiski trolarin fór til botns. Hetta er ein av spurningunum, sum stendur eftir, nú russiski trolarin við nógvari gassolju um átta tíðina í morgun fór til botns.

Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóri, segði við portalin í gjárkvøldið, at Ran hjá Thor hevði bjóðað sær til at pumpa, og útgerðin, sum skuldi nýtast, var á staðnum. Tilbúgvingin bað Ran, sum lá á Oyri, koma suður á Tangafjørð, og um hálvgum ellivu tíðina var Ran hjá Olshana.

Í bjargingini raðfestu myndugleikarnir fremst at pumpa sjógvin úr skipinum. Tað eydnaðist ikki, og harvið fór oljan, sum var eftir í skipinum til botns og liggur nú sum tikkandi umhvørvisbumba. Ran og Sam, sum høvdu styrki og amboð at fáa oljuna úr skipinum, fingu ongantíð boð um at pumpa.

Fleiri keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg ikki skilja avgerðina og framferðarháttin í gjárkvøldið og í nátt.

- Nógvur sjógvur var í maskinrúminum, og við royndunum fyrr frá Flesjunum í huga var tað lítið, sum bendi á, at skipið kundi bjargast. Men veðrið var og er gott, og tað var eingin orsøk at skunda sær við at fáa skipið av aftur. Møguleikarnir vóru góðir at leggja soleiðis til rættis, at øll oljan varð pumpað úr skipinum. Um tað hevði verið gjørt, so hevði tað borið til at sloppið undan umhvørvisárininum, sum nú ger og fer at gera um seg, siga væl vitandi keldur, og hildið verður soleiðis fram:

- Royndirnar aðra staðni siga, at í sovornum førum verður oljan raðfest fremst. At tað verður sagt, at 15 tons av gassolju fóru úr skipinum er eitt skot beint upp í loft. Tíverri bendir nógv á, at mongdin var væl størri enn so. Hóast talan er um gassolju og ikki tungolju, so ger oljan um seg á økinum kring Tangafjørð. Uppaftur verri er tað, at stórar mongdir av olju nú liggja á 70 metra dýpi, verður sagt, og so verður hildið fram soleiðis:

- Tað er ikki so langt síðani, at hol kom á tanga umborð á Ólavi Gregersen, sum sakk á Flesjunum í 1984. Olja seyraði upp, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð, um ikki okkurt verður gjørt. Men tað er torførari og dýrari at arbeiða á 70 metra dýpi, enn tað hevði havt verið at pumpa oljuna úr skipinum í gjárkvøldið og í nátt. Tað vóru bæði umstøður og tíð til tað, og líkindini eru soleiðis, at tað hevði einki havt gjørt, um Olshana framvegis stóð á Flesjunum, siga serkønu keldurnar, sum vilja vera ónevndar.

Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá tilbúgvingarstjóranum, Anni á Hædd, men hon var ikki at hitta. Vit ætlaðu at spyrja hana, hvussu tað bar til, at oljan ikki fyrst varð tikin úr skipinum, áðrenn tað varð togað av aftur.

Varaleiðarin á støðini vil ikki úttala seg um hetta og vísir til stjóran. Hann heldur tó at ein orsøk til, at man hevur tikið avgerð um at taka skipið av Flesjunum heldur enn fyrst at taka oljuna úr skipinum, kann hava verið, at talan var um rættiliga nógva olju, og at tað fór at taka nógva tíð at fáa hana úr skipinum. Haraftrat vóru veðurlíkindi fyri dagin í dag ikki góð fyri hetta økið, sum talan er um.