Útróðrarbáturin Marianna av Strondum fekk heilt stóran skaða í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Eisini brunnbáturin Víkingur, snelluskipið Morning Star, ein aliringur og bryggjan í Heygsstøð fingu skaða í ódnini.
Útróðrarbáturin Marianna av Strondum fór heilt illa í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Báturin lá við bryggju í Heygsstøð og varð fangaður innan fyri brunnbátin Víking, sum sleit og rak oman yvir Marionnu.
Sonni Johansen av Strondum, sum eigur Marionnu, sigur stutt og greitt, at tað, sum hent er, er einki minni enn ein vanlukka. Báturin verður ikki afturgjørdur í bræði, og í hvussu so er allur vetrarróðurin fer fyri einki.
Sonni Johansen sigur, at báðar síðurnar, gron og reyv umframt eitt nú egningarmaskinan, sum stendur á innilokaða dekkinum, eru farin.
Marianna er aluminiumsbátur, og tí sera lættur. Tá so eitt størri stálskip liggur og høggur inn á ein slíkan bát, er einki at gera.
Teir vóru annars umborð og ansaðu eftir, sigur Sonni Johansen. Men viðurskiftini vóru soleiðis hesa náttina, at teir sluppu ikki út, uttan at bakka. Tað var ov trong at venda, og ov nógvur stormur til, at teir kláraðu at bakka. So tað var ein vónleyst støða, teir komu í, sigur hann.
Marianna kom í klemmu millum Víking og bryggjuna. Stundum var hon undir Víkingi, og stundum var hon oman á bryggjuni.
Sonni Johansen sigur, at har er so at siga bara botnurin á skipinum heilur í dag. Tí Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin mánadagin, stóð Marianna á sleipistøð á Skála. Fólk frá tryggingini skuldi tá koma inn at hyggja at skaðanum og taka støðu til, hvat gerast skal.
Men tað kann taka eitt sindur av tíð, tí har eru jú fleiri partar uppií. Eyðvitað skal tryggingin hjá Víkingi eisini upp í málið.
Sonni Johansen sigur, at tað er eisini ein spurningur, hvussu Marianna skal gerast aftur, tá so langt er komið.
Báturin er úr aluminium og kann ikki sveisast úti. Finnast skal ein høll, har hann kann takast inn. Ein annar trupulleiki er so, at fólk er ikki í Føroyum, til at gera arbeiðið, sigur hann.
Tað var, sum vera man, einki lag á Sonna Johansen, tá Sosialurin hitti hann á máli mánadagin. Rættilig gongd var nú komin á útróðurin hjá teimum, og tað gekk væl. Eisini riggaði alt sera væl umborð, sigur hann. Teir vóru seks mans við Marionnu, og teir missa so allir hesa inntøkuna.
Báturin verður so undir ongum umstøðum klárur aftur til nakran útróður hendan veturin, sigur Sonni Johansen. Kanska næsta vetur, gitir hann.
Eisini aðrir skaðar hendu á Strondum hesa náttina, sigur Ronald Poulsen, verkfrøðingur hjá Sjóvar Kommunu.
Víkingur fekk skaða, umframt at nakað av alifiski er sloppið úr einum ringi, sum lá í havnini, sigur hann. Og sjálv bryggjan er eisini illa farin.
Bulvirkið er farið heilt illa. Og betongdekkið er farið oman av í støðum.
Fyribils hava teir bert roynt at bjarga tí, sum ligið hevur og rikist í havnini. So sum stokkar av bulvirkinum, sum brotnaðir eru, so teir ikki reka út úr havnini og verða øðrum til skaða, sigur Ronald Poulsen.
Inni á Langanesi lá Morning Star, sum eisini fekk skaða, soleiðis at hon fór at leka. Morning Star hevði fisk inni og varð flutt yvir á Toftir at landa, áðrenn nágreiniligt yvirlit yvir skaðan fæst, sigur Ronald Poulsen.
Hann sigur eisini, at teir vita ikki rættiliga, hvussu umfatandi skaðarnir eru, tí enn hevur eingin frá trygginini verið og sýnað skaðarnar.










