Jaspur Jacobsen, flytimaður, hevur verið sum farin undir heilt. Kundar, sum mangla vøru, og sum ikki hava fingið fatur á Jaspuri, vendu sær í hjálparloysi til Sosialin í vikuni.
Fyrst var tað Arnhild Poulsen, sum flutti úr Danmark til Føroya fyri fimm mánaðum síðni, men sum enn ikki hevur fingið flytigóðsið, sum trein fram í Sosialinum, tí hon fekk ikki fatur á flytimanninum.
Henni á baki vendi Andrea Hansen sær til Sosialin, tí eisini hon bíðaði eftir flytigóðsi. Felags fyri tær var, at tær høvdu bíðað eftir flytigóðsi, men at flytimaðurin var ikki at finna ella fáa fatur á.
Tvær greinar í Sosialinum um kundar, sum hava vøru standandi hjá sama manni, ið ikki var at finna.
Sosialurin hevur alla vikuna roynt at fingið orð á Jaspur Jacobsen, men kundi staðfesta, at tað var lættari sagt enn gjørt. Ongar telefonir svaraðu og ofta var ikki samband við fartelefonina. Onnur, Sosialurin ringdi til, millum annað ein sonevndur millummaður, kundu bara uppgeva fartelefonnummarið, sum altso ikki svaraði.
Jaspur svarar
Men fríggjamorgunin eydnaðist at fáa orð á Jaspur Jacobsen, við at ringja til Statoil í Saltangará, har hann starvast. Við at leggja boð har, eydnaðist at fáa hann at ringja aftur til blaðmannin.
Og Jaspur afturvísir staðiliga, at fólk hava bíðað upp til hálvt ár eftir vøru, og sigur, at hetta er ikki satt. Hann sigur, at í onkrum føri er tað so, at var vøran komin heim fyrr, so hevði hann ongastaðni havt at stilla vøruna, tí móttakarin kundi ikki taka ímóti.
- Hatta, tit skriva, er langt úti. Í veruleikanum hava umrøddu kundar ikki bíðað í hálvt ár, men kanska í ein mánað, ella so, sigur Jaspur, og vísir m.a. á, at onki móttøkustað var klárt.
Í øðrum føri vísir hann á, at bíðitíðin hevur verið heldur long, men hetta er orsakað av ymsum óhepnum viðurskiftum, so sum vantandi streymi og líknandi. Men Jaspur Jacobsen vísir á, at hann hevur greitt frá, at vøran er á veg heim og verður í Føroyum í næstu viku. Hann hevur samalað saman til síðsta túrin, tí hann gevst nú at flyta.
Illa við av søgunum
Jaspur Jacobsen vísir á, at hann heldur sum heild lítið um skrivingina í Sosialinum um hetta mál. Hann er keddur av, at málið er komið fram á henda hátt, tí tað er skaðiligt fyri hann og familjuna, og hann heldur hetta vera illa kannað.
Men tá blaðmaðurin hinvegin ger vart við, at roynt hevur av øllum alvi verið at kanna báðar síður og at fingið fatur á flytimanninum, fyri at fáa hansara síðu av søguni, men at hetta hevur verið ógjørligt, hóast bæði blaðfólk og kundar hava roynt at ringja, hevur Jaspur bert eina viðmerking.
- Ja, men tað er av ymsum orsøkum, sum eg ikki tími at koma nærri inn á, sigur Jaspur Jacobsen.
Eftir stendur, at fólk hava bíðað longi eftir vøru frá føroyska flytimanninum, sum tó sigur tað vera ósatt, at talan nærum er um hálvt ár. Onki móttøkustað hjá kundum og ymsar óhepnar umstøður hava longt flytitíðina, sambært flytimanninum, sum sigur vøruna koma til Føroya í komandi viku. Men hví hann soleiðis nærum hvørvur og ikki er at fáa samband við í vikur- ella mánaðir, fæst ongin frágreiðing um.
- Eg tími ikki at kasta við grúsi og oyðileggja meira, sigur Jaspur Jacobsen, sum tað eftir drúgvar royndir eydnaðist Sosialinum at fáa fatur í, eftir at hava roynt at leitað mannin upp í fimm dagar.