Holini eru typt

Bárður Nielsen, sum var landsstýrismaður, tá seinasta broytingin í kapitalvinningsskattalógini varð gjørd í 2006 sigur, at holini, sum vóru í lógini, tá vórðu typt

Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um kapitalvinningsskattalógina hava vit vent okkum til Bárð Nielsen, sum var fíggjarmálaráðharri, tá seinasta broytingin í hesi lóg var framd.

Hann vísir øllum atfinningunum frá búskaparfrøðinginum, sum Sosialurin tosaði við í gjár, aftur.

- Fyrr var tað soleiðis, at øll søla av partabrøvum var skattafrí. Hetta varð broytt við einari lóg í 2001 sum segði, at øll søla av partabrøvum skuldi skattast við 35%. Tó kundu høvuðseigarar selja síni partabrøv eftir tíggju árum og harvið sleppa undan skatti, sigur Bárður Nielsen.

Við høvuðspartaeigara verður tilskilað persónur, sum eigur 25% av partabrøvunum ella meira. Har er freistin tíggju ár. Aðrir partaeigarar kundu selja síni partabrøv skattafrítt eftir trimum árum.

Skeringsmarkið var november 2001, tá øll partabrævasøla gjørdist skattskyldug. Eftir hetta var alt, sum kundi roknast sum vinningsbýti – herundir søla av partabrøvum – skattast við 35%, ella um talan var um sølu frá partafelag, so við partafelagsskatti.

- Hetta skapti kortini eina ójavnvág í millum feløg, sum vóru stovnsett undan 2001 og eftir. Tí meðan partafeløgini, stovnað undan 2001 kundu seljast skattafrítt, skuldi sølan av feløgunum stovnað eftir 2001 skattast, sigur Bárður Nielsen.

 

Javnstilla øll

Lógin varð kortini aftur broytt í 2002. Hetta varð gjørt fyri at koma einum holi í lógini frá 2001 til lívs. Lagt var upp fyri, at tað ikki skuldi bera til at selja partafeløg til holdingfelag, og harvið sleppa undan skattaskylduni.

- Tað vísti seg, at funnið var fram til allar hugsandi kreativar hættir at sleppa undan skattaskylduni, og tí var henda grein sett inn í lógina, sigur Bárður Nielsen.

Men lógin hevði framvegis eina ávísa slagsíðu, og tí varð gjørt av at nullstilla alla lógina í 2006.

- Øll partafeløg skuldu hava eina óvilduga virðismeting, og síðani var byrjað frá null 1. januar 2007. Samstundis var grein eitt í lógini broytt soleiðis, at alt, sum kundi roknast sum vinningsbýti, skuldi skattast við satsinum í kapitalvinningsskattalógini, 35%. Annar vinningur skuldi skattast eftir partafelagsskattalógini, sigur Bárður Nielsen.

Tá grein eitt soleiðis varð broytt, var greinin um sølu til holdingfeløg óneyðug, og varð tí strikað.

Broytingin í grein eitt merkir, at allur vinningur, tikin úr einum partafelag verður at meta sum vinningsbýti, og skal tí skattast hareftir. Bæði tá talan er um niðurskriving av partapeningi, likvidatión ella sølu til holdingfelag.

- Tað eru fleiri feløg, sum hava roynt at niðurskriva partapeningin eftir 1. januar 2001, men tann niðurskrivingin er skattskyldug. TAKS hevur sent fleiri mál til Skattakærunevndina. Eg veit ikki, um nakar úrskurður er gjørdur í hesum málunum, men tey verða fylgd av TAKS, sigur Bárður Nielsen.

 

Ikki afturvirkandi

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin vísur sostatt aftur øllum atfinningum, sum búskaparfrøðingurin, Sosialurin í gjár hevði tosað við, legði fram.

Bárður Nielsen viðgongur, at lógin frá 2001 ikki var fullfíggjað, men serliga við broytingunum 1. januar 2007 er lógin skottrygg, soleiðis at tað ikki longur ber til at heva pening úr partafeløgum á nakran hátt, uttan at noyðast at gjalda skatt av teimum.

- Tað er kortini eitt, vit ikki kundu ella frameftir kunna gera nakað við, og tað eru partafeløgini, sum eru stovnað undan 18. november 2001. Har er søla av partabrøvum framvegis skattafrí, tí tað ber ikki til at lóggeva á skattaøkinum við afturvirkandi kraft, sigur Bárður Nielsen.

Hann vísir á, at partafeløg, stovnað undan 2001, eru skattafrí undir øllum umstøðum.

Hinvegin ber ikki til at likvidera eitt partafelag, stovnað eftir 2001, fyri síðani at taka peningin skattafrían úr felagnum.

- At taka pening úr slíkum likvidatiónum er at meta sum vinningabýti og verður tí skattað hareftir, sigur Bárður Nielsen.