Milliónavinning upp á partabrøv

Hvør grundgevingin hevur verið, er tað ein sannroynd, at Torbjørn Jacobsen keypti partabrøv hjá Atlantic Petroleum úr egnum felag fyri áljóðandi. Grannskoðarastovan góðkendi hesa sølu uttan viðmerking, hóast hon visti, at partabrøvini í útboði í desember vórðu handlað fyri kurs 265. Soleiðis fingu Tórbjørn Jacobsen og pápi hansara partasbrøvini fyri 1,65 milliónir minni, enn tey vóru verd. Í dag hava hesi partabrøvini eitt virði upp á slakar 15 millónir krónur

Kongshavnar Útgerðarfelag var millum stovnararnar av føroyska oljufelagnum, Atlants Kolvetni, ella Atlantic Petroleum. Felagið varð stovnað 19. februar 1998 og av teimum 25,5 milliónunum í upprunapartapeningi átti Kongshavnar Útgerðarfelag eina millión krónur.

Í tíðindaskrivi greiðir nýggi stjórin í Kongshavnar Útgerðarfelag, Brandur Jacobsen, ið er bróður Torbjørn Jacobsen, frá umstøðunum, sum førdu til søluna av partabrøvunum.

Brandur Jacobsen sigur í tíðindaskrivinum, at felagið royndi at veðseta partabrøvini, men at hetta ikki lat seg gera. Tí varð støða tikin til at selja tey. Keypararnir av partabrøvunum vóru Jóan Jacob Jacobsen og sonurin Tórbjørn Jacobsen – sum eisini eru teir báðir partaeigararnir í Kongshavnar Útgerðarfelag. Partabrøvini vórðu seld til áljóðandi kurs, sum er 100.

Orsøkin til søluna er sambært Brandi Jacobsen hon, at leiðslan vildi útvega felagnum neyðugan likviditet.

Sosialurin vendi sær til høvuðspersónin, Tórbjørn Jacobsen, men hann gjørdi greitt, at hann onga sum helst viðmerking hevur til málið og vísti annars til nýggja stjóran í felagnum, Brand Jacobsen.

Men einasta viðmerkingin hjá nýggja stjóranum var – eingin viðmerking.

 

Nógvir spurningar

Sosialurin hevði annars fleiri spurningar, vit fegnir vildu fingið svar upp á.

Fyrst og fremst um felagið hevði havt óheftar serfrøðingar at meta um virðið á partabrøvunum. Og hóast eingin vil gera viðmerkingar, so bendir alt á, at teir ikki hava nýtt hendan møguleikan. Og tað kann tykjast undarligt, tá endamálið við søluni var at útvega felagnum likviditet. Tá mátti verið serliga týdningarmikið at fáa so nógv sum gjørligt fyri partabrøvini.

Eisini vildu vit spurt, nær partabrøvini eru seld, tí á heysti 2004 – tað árið, sølan fór fram – gjørdi Kaupthing eitt prospekt fyri Atlantic Petroleum, og var tað greitt úr hondum í oktober mánaði. Prospektið er undirskrivað 7. oktober 2004, og útbjóðingin av partabrøvum fór fram frá 16. til 31. desember sama ár.

Partabrøvini vórðu sett til sølu fyri kurs 265, og Kaupthing mælti til at keypa, tí bankin metti hetta verða eina góða íløgu. Og sigast má, at bankin fekk rætt.

Leggjast skal aftrat, at tá prospektið fyri søluna av partabrøvunum varð gjørd, stóð Kongshavnar Útgerðarfelag framvegis sum eigari av partabrøvunum pr. 1. oktober, og tað er tí lítið sannlíkt, at leiðslan í felagnum ikki kendi til metta kursin á 265.

Ein annar viðkomandi spurningur er, hví felagið ikki bara bjóðaði partabrøvini alment til sølu, men sum longu nevnt hevði hvørki Tórbjørn ella Brandur Jacobsen nakra viðmerking.

 

Tigandi grannskoðari

Tað er Grannskoðarastovan á Skála, sum grannskoðar roknskapirnar hjá Kongshavnar Útgerðarfelag. Vit vendu okkum til grannskoðarafelagið við spurningum um, hvør hevði virðismett partabrøvini, men har var heldur eingin viðmerking. Eisini ætlaðu vit at vita, hvussu grannskoðarin kundi góðkenna hesa søluna uttan nakra viðmerking, tá teir vóru vitandi um, at partabrøvini annars vórðu handlað til kurs 265.

Í ársfrágreiðingini – sum er undirskrivað av stjórn og nevnd 16. juni 2005 – verður bara staðfest: »Felagið átti partabrøv í felagnum Atlantic Petroleum Ltd., og vóru tey áljóðandi kr. 1.000.000,-. Hesi eru nú seld fyri bókførdu upphæddina«.

Vit vildu fegnir spurt, hví orðingin gjørdist júst soleiðis, í staðin fyri: »Hesi vórðu seld í fjør«... ella: »Hesi vórðu seld í roknskaparárinum«...

Tað, sum sostatt stendur fast er, at pr. 1. oktober 2004 stóð Kongshavnar Útgerðarfelag skrásett sum eigari av partabrøvunum í Atlantic Petroleum. 7. oktober 2004 varð prospekrið undirskrivað av Kaupthing við einum kursi á 265.

Báðir eigararnir av Kongshavnar Útgerðarfelag hava selt sær sjálvum partabrøvini til kurs 100.

Soleiðis fingu Tórbjørn Jacobsen og pápi hansara partasbrøvini fyri 1,65 milliónir minni, enn tey vóru verd. Í dag hava hesi partabrøvini eitt virði upp á slakar 15 millónir krónur.