við Javnaðarflokkin og Framsókn, so er tað eitt sindur undarligt, um eg fyrst skal lata initiativið frá mær fyri síðani aftur at peika á Aksel, og hvat ger so Høgni, um tað hendir, spurdi Bárður Nielsen [...] havi tosað við Aksel um tað eisini. Og vit eru við vilja ikki farin ímóti hasum við styttari arbeiðsviku og so framvegis, tí vit vita, at har liggur ymiskt í tí, og tað er ikki so ógvusligt, sum tað ljóðar [...] samráðingarinitiativið hevur ikki so stóran týdning fyri Sambandsflokkin, sigur Bárður Nielsen. – Nei fyri okkum er tað týdningarmikið, um vit eru við í eini samgongu. Men um vit skulu seta okkum at samráðast
Dánjal fekk eina góða sending fram til strikuna, og so var at gera skjótt av, og hann setti bóltin hegnisliga í netið, og so kundu hann og liðfelagarnir stórfegnast um ein flottan sigur. Dánjal og føroyski [...] var ÍBV tekniska heimaliðið. HER ber til at síggja allan dystin. Fólk gera væl í at spola/scrowla fram til dystarendan.
soleiðis fáa teir longur út til fólk, er ikki so øgiliga gamalt, verður upplýst. Tey á málgagninum hjá Heimamissiónini, ”Trúboðin” settu seg herfyri at tosa um, hvat íkast hesin miðilin kundi koma við í tíðini [...] Magnussen frá. Undir korona fingu tey loyvi at brúka alt tilfarið sum fólkakirkjan eigur. Nú var so hildið fram við somu ætlan, tá tann fyrsti lesturin var lisin inn til 1. sunnudag í advent, sum var at hoyra [...] inn. - Nei, eg eri ikki vanur at lesa lestur í Fríðrikskirkjuni. Men eg eri kortini vanur at standa fram og lesa upp, ta tíðina eg var lærari, greiðir Andrias frá. Í familju hansara er tað ikki ókent at
heimasíðuna hjá HB. Dali hevur góðar vónir Høvuðsvenjarin í HB, Dalibor Savic, fegnast um at Bartal Wardum heldur fram, og hevur góðar vónir til komandi kappingarár. – Fyri okkum er tað týdningarmikið, at [...] liðnum uppá pláss. Og við Bartal eru vit komnir eitt fet nærri. Hann var darvaður av skaðum í fjør, so okkara uppgáva er nú at fáa hann aftur í toppform. Tí ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar
góð fólk, so eg eri sannførdur um, at næstan líka mikið hvat, so koma vit í landsstýrið, sigur Poul Michelsen. Spurdur hvør er hansara favorittsamgonga, so svarar Poul Michelsen, at veldst um hvønn vinkul [...] Poul Michelsen er errin, nú tað gekst flokkinum so væl. – Vit eru í eini lyklastøðu, og ta støðuna mugu vit brúka, so vit fáa sum mest burturúr – og so endurgevur hann Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann [...] fyrr enn alt er liðugt«. Hann fegnast eisini um sera góða valúrslitið hjá Ruth Vang, forkvinnu floksins. – Hatta var øgiliga flott. Hon er so sera góð og so avmáld og presis. Einki tvætl og eingi lyfti
Heygum. – Hann kann so staðfesta, um her er nakar møguleiki, sum tað helst ikki er í hesum føri, heldur Bjørn á Heygum. – Um hann sær beinanvegin, at hann má lata løgmanssessin frá sær, so er einki grundarlag [...] Heygum. Hann væntar, at Bárður Nielsen nú um vikuskiftið fer at lata Aksel V. Johannesen møguleikan at skipa samráðingar um landsstýri. [...] Men hann fer helst at lata hendan møguleikan frá sær í morgin ella um vikuskiftið, heldur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein teirra, sum gjørdi uppskotið til nýggju stýrisskipanarlógina, sum kom í
leggur frá sær løgmaður og letur Aksel V. Johannsen um at skipa nýtt landsstýri, eftir valsigurin hjá Javnaðarflokkinum og valósigurin hjá samgonguni, so tykist tað rættiliga greitt, at tað verður Aksel V [...] uttan at flokkurin hevði løgmann. Tað kann hugsast, at andstøðan verður samgonga, so sum Høgni Hoydal hevur ført fram í valstríðnum og sum hann segði í formansumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hin [...] V. Johannsen, sum fer at leiða samráðingar um nýtt landsstýrið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði í formansumfarinum, at hann peikaði á Aksel V. Johannesen sum nýggjan løgmann, og Bárður á Steig
løgmaður eitt gott dømi um. Hóast Bárður á Steig Nielsen stendur sum tapari eftir løgtingsvalið í gjár, so ætlar hann sær kortini at royna at snikka eina samgongu saman, sjálvt um hann hevur tapt løgtingsvalið [...] skipa nýggja stjórn. Og hesaferð var tað um reppið, at Mette Frederiksen eisini mátti leggja frá sær, hóast flokkur hennara vann seg fram. Men hon megnaði so júst at telja upp í 90 eftir valið, fór tí [...] Føroyum. Her er tað siðvenjan, at taparin fyrst roynir, um hann kann snikka okkurt saman, áðrenn hann gevur seg yvir til vinnaran. Tá val er í Danmark, so er hetta als ikki til kjak. Tað sóu vit til dømis í
havt eitt gott samstarv. Tey hava eisini havt eitt gott samstarv í andstøðu, so hann heldur, at tað er sjálvsagt at vita um tað ikki ber til at samstarva eina ferð afturat. Hann sigur eisini, at sum størsti [...] ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum sat frá 2015 til 2019, verður endurskipað. Tað kom fram eftir at úrslitið av løgtingsvalinum í dag, var greitt. Í orðaskiftinum ímillum forfólkini í teimum [...] morgin fer hann at tosa við Høgna Hoydal, formanni fyri Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinnu fyri Framsókn um at skipa samgonga. Hetta er sama samgonga, sum sat frá 2015 – 2019 og Aksel V. Johannesen staðfesti
Háskóla Íslands (2009). Hon skrivaði ph.d.-ritgerð á universitetinum í Bergen um fornaldarsøgur og hevur skrivað fleiri greinir um miðaldarskaldskap og handrit úr Norðurlondum í miðøld. Hon dugir norskt, íslendskt [...] m í Bergen, har hon m.a. leiðir tvær granskingarverkætlanir. Onnur er um føroysk kvæði, sum hava hennara stóra áhuga, og hin er um m.a. norsk lógarverk í miðøld. Umframt granskingina og bókmentirnar er [...] eisini føroyingur og býr í Hoyvík, so hetta var somuleiðis ein møguleiki at sameina míni professionellu og persónligu áhugamál, sigur Helen. Granskingarverkætlanin um føroysk kvæði, har Sjúrðarkvæði er