Frá formansumfarinum í Norðurlandhúsinum tá valúrslitið var greitt í gjárkvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, Kvf

Tapandi løgmaður leggur ikki frá sær

Hóast Bárður á Steig Nielsen og samgonga hansara taptu valið, so hevur hann kortini ikki boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum løgmaður

Frá formansumfarinum í Norðurlandhúsinum tá valúrslitið var greitt í gjárkvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, Kvf

At politikarar eru trekir at sleppa valdinum er ein tapandi løgmaður eitt gott dømi um. Hóast Bárður á Steig Nielsen stendur sum tapari eftir løgtingsvalið í gjár, so ætlar hann sær kortini at royna at snikka eina samgongu saman, sjálvt um hann hevur tapt løgtingsvalið og mist meirilutan á tingi – og er vitandi um, at hann ikki fær skipað eina nýggja samgongu.

Í Danmark hevði tað verið óhoyrt, at ein tapandi forsætisráðharri ella -frúa valkvøldið í einum formansumfari boðaði frá, at hann ella hon helt fast við initiativið og fór at royna at skipa eina stjórn.

Men soleiðis er tað í Føroyum. Eitt sindur sum at føra politikk à la Donald Trump, tá tapandi løgmaður ikki vil viðganga tað valnáttina, at slagið er tapt og boðar ikki frá, at hann leggur frá sær. 

Tað nátúrliga hevði verið, at Bárður á Steig Nielsen sum tapari segði, at hann fór at leggja frá sær sum løgmaður og lat tað upp í hendur hjá Aksel V. Johannesen at skipa nýtt landsstýri. 

Men soleiðis verður av onkrari orsøki ikki gjørt í Føroyum. Her er tað siðvenjan, at taparin fyrst roynir, um hann kann snikka okkurt saman, áðrenn hann gevur seg yvir til vinnaran.

Tá val er í Danmark, so er hetta als ikki til kjak. Tað sóu vit til dømis í 2011, tá Lars Løkke Rasmussen ikki megnaði at telja upp í neyðugu 90 tingfólkini. Hann boðaði tí frá, at hann fór at siga drotningini, at fór at leggja frá sær. 

Tað sama hendi í 2015, tá Helle Thorning-Schmidt, sum enntá vann flokki sínum størri undirtøku, men tapti valið, tí samstarvsflokkarnir taptu. Hon boðaði tí frá, at hon legði frá sær, og Lars Løkke Rassmussen slapp at skipa nýggja stjórn.

Í 2019 var tað so aftur Lars Løkke Rasmussen, sum legði frá sær, tí samgongan tapti valið, hóast flokkurin hansara vann seg fram. Men eingin diskussión, hann legði frá sær og lat Mette Frederiksen skipa nýggja stjórn.

Og hesaferð var tað um reppið, at Mette Frederiksen eisini mátti leggja frá sær, hóast flokkur hennara vann seg fram. Men hon megnaði so júst at telja upp í 90 eftir valið, fór tí ikki frá.

Tað púra nátúrliga hevði nú verið, at Bárður á Steig Nielsen boðaði frá, at hann virðir avgerð verljarans og fór at leggja frá sær og lata Akesl V. Johannesen skipa nýtt landsstýri.

 

Men soleiðis er siðvenjan ikki í Føroyum.

 

 

 

 

 

Frá formansumfarinum í Norðurlandhúsinum tá valúrslitið var greitt í gjárkvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, Kvf