Hann fer fyrst at tosa við Høgna og Ruth

Tað er nógv, sum bendir á, at Aksel V. Johannesen verður okkara næstu løgmaður

Aksel V. Johannesen vann Løgtingsvalið í dag - og hann ætlar sær eisini at verða løgmaður

 

 

Tað er nógv, sum bendir á, at samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum sat frá 2015 til 2019, verður endurskipað. Tað kom fram eftir at úrslitið av løgtingsvalinum í dag, var greitt. Í orðaskiftinum ímillum forfólkini í teimum sjey flokkunum eftir valúrslitið, vórðu ymsir møguleikar fyri at skipa samgongu, umrøddir.

 

Stóri sigursharrin, Javnaðarflokkin, fekk níggju tinglimir, og formaður floksins, Aksel V. Johannesen, segði, at í morgin fer hann at tosa við Høgna Hoydal, formanni fyri Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinnu fyri Framsókn um at skipa samgonga.

 

Hetta er sama samgonga, sum sat frá 2015 – 2019 og Aksel V. Johannesen staðfesti, at tey høvdu havt eitt gott samstarv. Tey hava eisini havt eitt gott samstarv í andstøðu, so hann heldur, at tað er sjálvsagt at vita um tað ikki ber til at samstarva eina ferð afturat. Hann sigur eisini, at sum størsti flokkur, eigur Javnaðarflokkurin at hava løgmann.

 

Tað er Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, samdur í. Hann beinleiðis heitir á Aksel V. Johannesen um at taka stig til eina samgongu ímillum hesar tríggjar flokkarnar. Ruth Vang sigur, at allir møguleikar eru opnir

 

 

 

Tilsamans hava teir tríggir flokkarnir 18 tinglimir, har tað krevjast 17 tinglimir fyri at fáa meiriluta.

 

Aksel V. Johannesen vann Løgtingsvalið í dag - og hann ætlar sær eisini at verða løgmaður