Aksel verður nýggjur løgmaður

Tað er lítið at ivast í, at Aksel V. Johannesen verður nýggjur løgmaður í Føroyum

 

Hóast Bárður á Steig Nielsen enn ikki hevur boðað frá, at hann leggur frá sær løgmaður og letur Aksel V. Johannsen um at skipa nýtt landsstýri, eftir valsigurin hjá Javnaðarflokkinum og valósigurin hjá samgonguni, so tykist tað rættiliga greitt, at tað verður Aksel V. Johannsen, sum fer at leiða samráðingar um nýtt landsstýrið.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði í formansumfarinum, at hann peikaði á Aksel V. Johannesen sum nýggjan løgmann, og Bárður á Steig Nielsen segði, at hann dugdi væl at síggja Sambandsflokkin í eini samgongu – uttan at flokkurin hevði løgmann.

Tað kann hugsast, at andstøðan verður samgonga, so sum Høgni Hoydal hevur ført fram í valstríðnum og sum hann segði í formansumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Hin møguleikin er, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn skipa nýggja samgongu.

Alt bendir á, at tað verður Aksel V. Johannsen, sum fer at standa fyri samráðingunum, og sum verður nýggju løgmaður.

Løgtingið skal koma saman at skipa seg í seinasta lagi 22. desember, og tá plagar nýggja samgongan at vera í pottinum.