Men hann fer helst at lata hendan møguleikan frá sær í morgin ella um vikuskiftið, heldur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein teirra, sum gjørdi uppskotið til nýggju stýrisskipanarlógina, sum kom í gildi á ólavsøku í 1996.
– Formelt situr løgmaður í einum »forrætningsministerii«, har hann er avmarkaður í sínum heimildum.
– Men hinvegin er tað nátúrligt, at sitandi løgmaður kannar, um hann kann skipa eina nýggja samgongu. Men tað liggur ikki meira í tí, enn tað, sigur Bjørn á Heygum.
Aðrir løgmenn hava gjørt á sama hátt, sum Bárður á Steig Nielsen ger nú.
Í Danmark er siðvenjan øðrvísi, tí har boðar sitandi forsætisráðharri frá valkvøldið, at hann fer at boða drotningini frá, at hann fer frá sum forsætisráðharri, um hann hevur mist meirilutan í Fólkatinginum.
Men í Føroyum er siðvenjan øðrvísi.
– Løgmaður er tann, sum í fyrstu atløgu er samráðingarleiðari og tekur tey stig, sum hann heldur vera møgulig, soleiðis, sum tingið nú er sett saman, sigur Bjørn á Heygum.
– Hann kann so staðfesta, um her er nakar møguleiki, sum tað helst ikki er í hesum føri, heldur Bjørn á Heygum.
– Um hann sær beinanvegin, at hann má lata løgmanssessin frá sær, so er einki grundarlag hjá honum at halda fram sum samráðingarleiðari. Tí tað er nátúrligt, at tann sum skal vera løgmaður eisini er samráðingarleiðari, og tað verður í hesum førum Aksel V. Johannesen, sigur Bjørn á Heygum.
Hann væntar, at Bárður Nielsen nú um vikuskiftið fer at lata Aksel V. Johannesen møguleikan at skipa samráðingar um landsstýri.