– Nei tað er slett eingin trupulleiki, tað vilja vit fegin. Og eg havi tosað við Aksel um tað eisini. Og vit eru við vilja ikki farin ímóti hasum við styttari arbeiðsviku og so framvegis, tí vit vita, at har liggur ymiskt í tí, og tað er ikki so ógvusligt, sum tað ljóðar.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen við in.fo í gjár.
Hann segði, at tað hava samráðingarinitiativið hevur ikki so stóran týdning fyri Sambandsflokkin, sigur Bárður Nielsen.
– Nei fyri okkum er tað týdningarmikið, um vit eru við í eini samgongu. Men um vit skulu seta okkum at samráðast við Javnaðarflokkin og Framsókn, so er tað eitt sindur undarligt, um eg fyrst skal lata initiativið frá mær fyri síðani aftur at peika á Aksel, og hvat ger so Høgni, um tað hendir, spurdi Bárður Nielsen, áðrenn hann hevði tikið støðu til at lata samráðingarrættin frá sær.
Bárður Nielsen segði, at um tað bleiv soleiðis, at Javnaðarflokkurin fór at samráðast við Tjóðveldi og Framsókn, so fór hann alt fyri eitt at leggja frá sær, sum hann eisini gjørdi.
– Tí so er eingin orsøk hjá mær at sita við initiativinum, tí eg havi ongan annan møguleika segði hann.
– Og tó, tað kundi verið ein borgarliga samgonga við fýra flokkum, men tað hevur Ruth Vang sagt, at tað verður avgjørt ikki tað fyrsta hon fer í gongd við, vísti hann á.
– Tað eru fleiri møguleikar, sigur Bárður Nielsen, men tað sum sambært honum er mest upplagt er Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Framsókn, man hann sær eisini hin møguleikan, við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.
Tann 22. desember skal tingið í seinasta lagi koma saman og velja løgtingsformann. Tað er ikki neyðugt at velja løgmann tá, men tað plagar at verða gjørt á fyrsta fundi. Tað er gjørt hvørja ferð síðani stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1996 – uttan í 2002, tá Tjóðveldi og Fólkaflokkurin ikki samdust, áðrenn Løgtingið kom saman.
Tá hevði fullveldissamgongan mist meirilutan, men tey høvdu 16 av 32 tingfólkum og hvødu tí ikki ein meiriluta ímóti sær, tí kundu tey halda fram at samráðast aftaná, at nýggja tingið var komið saman.
Og tað endaði við, at Miðflokkurin kom upp í samgonguna, sum so fekk 17 tinglimir.
Men tá varð Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum – einum andstøðuflokki – valdur til løgtingsformann, og tað kundi ikki broytast.