forbøn. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Maybritt og Trúgva Berg, Søldafjørður. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun frá kl. 6-7. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði [...] skúla. Havið matpakka og okkurt drekkandi við. Foreldur eru vælkomin við børnunum. Einki møti sunnukvøldið vegna felags familjutiltakið. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Eiriki og Jórun Skála, Argjavegi [...] 30-9.30. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Esmari Jacobsen, trúboðara. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn, bíbilsøga og videofilmur um dýrini í Valba
fjølmiðlar og frá tingsins røðarapalli. Greftligur munur Kanka kundi verið rætt, at vent málinum eitt sindur, við tvinnanda dømum: Dømi 1 Persónur hevur 10 ára skúlagongd, síðani 3 ár og so helst 7 ára hægri [...] verða við til at upp- og útbyggja okkara land. Ger at um- og fyrisiting, heilsuverk o.a. kann mennast samstundis, sum hesin ger, at bókliga vælútbúgvin fólk, kunnu seta búgv her heima og bæði fáa starv innan [...] liva og láta, sum vit vilja. Hóraldur og aðrir ynskja at leggja fleiri skip, so manningarnar kunnu verða umskúlaðar, so hesir eitt nú kunnu byrja at kappast við Dan Brown “Da Vinci mysteriet” og J. K.
tí fiskiskapurin eftir makreli og svartkjaftaveiði er so góður, og somuleiðis metnøgd av alifiski við góðum prísum. – Men skipini og manningarnar, sum veiða tosk og hýsu og heldur ikki flakavirkini á landi [...] eisini stóra ávirkan á veðrið og viðurskiftini í sjónum í Føroyum, og sostatt eisini á fiskiskapin undir Føroyum. Trýst HER og hoyr Osmund Justinussen greiða frá um El Nino, og hvussu tað ávirkar veðrið í [...] , við kassum og friðingum, ja sjálvt Føroya Banki er hermetiskt lukkaður. – Eingin fær tí vent sær á grunninum, og eingin sleppur at veiða, har fiskurin heldur til og tískil eru lítlar og ongar landingar
ikki minni áhuga og týdning, eru tær treytir, sum verða settar oljufeløgunum. Og uppaftur aðrir hava við umhvørvi og okkara egna samfelag at gera. Hvussu fer vinnan at ávirka landið og fólkið her býr. Eiga [...] bert verður dominerað av teimum risastóru. Og soleiðis at tað verður størri kapping. Og harvið kanska eisini fleiri boringar. Hinvegin kunnu vit við fáum og stórum oljufeløgum fáa feløg, sum veruliga megna [...] útbjóðing ikki ov harðar, so kann roknast við, at í hvussu er 3 til 4 ella kanska upp í 7 bólkar við millum 12 og 23 av heimsins stóru oljufeløgum fara at bíleggja sær atgongumerki til frumboringina ár
føðingardegnum. Mamma er fødd og uppvaksin í Oyndarfirði og har bleiv hon verandi. Mamma er nr. 5 av 7 systkjum, sum vuksu upp á Marknagili, dóttur Magninu f. Petersen úr Høggarshúsið og Jústinus Eidesgaard úr [...] gott og trygt barnaheim, eitt satt reiður at vaksa upp í, har mamma altíð var heima. Eitt heim, sum altíð hevur verið opið fyri okkum systkjum og opið fyri barna- og ungdómsvinum, sum vit høvdu og hava [...] andaligt og tímiligt. Eitt selskapsfólk burturav, sera sosial. Vit 4 systkin, Elinborg, sum býr í Gøtu, Árni býr í Oyndarfirði, Hjalti í Asp og eg í Fuglafirði hava ríka tey við 13 ommu- og abbanørnum og síðani
- Her er sprongt og koyrt burtur grót og mold sum svarar til tríggjar undirsjóvartunlar, segði Kitty Mai Ellefsen. Hon nýtti høvi at takka starvsfólkunum hjá Vága Floghavn, eins og hon takkaði byggileiðsluni [...] Ellefsen Johan Dahl, vinnumálaráðharra, og Vinnumálaráðnum fyri gott samstarv og góðan stuðul. Bretar løgdu lunnarnar Johan Dahl var næstur í røðini at flyta fram røðu, og hann segði, at talan er um ein stóran [...] Aberdeen Airport, høvdu teir í 2010 ein vøll upp á 1799 metrar, og har ferðaðust hetta árið 2,8 milliónir ferðafólk um vøllin, og tað svarar til 7.600 fólk um dagin, segði Johan Dahl. Flogfeløg sum Easy Jet
fyrst verða løgd mál og strategi fyri almenna sektorin (land og kommunur), og at hetta sæst aftur í innihaldinum í árligu fíggjarlógini og tí planlegging, sum fer fram í tí sambandi, og síðan tí stýring sum [...] verða eisini vælvirkandi tænastur raktar og lagdar í sorl. Tað er vanligt og náttúrligt, tá lond eru á veg í krepputíðir og í krepputíðum, at framd verða tiltøk og rationaliseringar innan tað almenna. Í [...] ásettur og hvørji mál eru sett til innrættingina av almenna sektorinum uppá styttri og longri sikt. Fíggjarlógin skal eisini vísa og innihalda mál um, hvussu landið útvegar sær inntøkur í løtuni og uppá longri
rækjuveiði, er talið 28, og tá teir eru á svartkalvaveiði, er talið 30. - Rækjurnar verða kókaðar ella ráfrystar – alt eftir støddarskiljing og marknaði, og svartkalvin verður skráskorin og pakkaður í 12 kilo [...] yviri í Harbour Grace í Ný Foundlandi í 20 ár. Hann er giftur har yviri, og Martin og konan eiga saman eina 17 ára gamla dóttir. Kona og dóttir hava bert verið í Føroyum einaferð øll hesi ári, men Martin plagar [...] Helmingurin av manningini skuldi vera kanadisk og helmingurin føroyingar. Martin sigur, at í eitt ella hálvt annað ár sigldi hann har yviri og ferðaðist millum Kanada og Føroyar, men sum tíðin leið, fann hann
for lov og ret« (I og II). Sum skilst er nú komið í ljósmála, at tá tað í 50?unum var talan um eitt beinleiðis árligt endurgjald (frá Nato/USA) fyri støðirnar í Grønlandi og Føroyum (eins og rindað verður [...] dana varð gingið á møti, og eydnaðist tað teimum á henda hátt meira og minni at fjala tann vinning (umleið 0,7-1% av bruttotjóðarúrtøkuni) teir høvdu av Nato-støðunum í Grønlandi og Føroyum. Nevndi danski [...] rinda fer til havnir, berghol og »sekssporet motorvej til Lars Tyndskids hønsehus« (Ekstrabladet) í Føroyum? Stemplaðir sum skuldarreyvar og biddarar standa vit frustreraðir og máttleysir í øllum samráðingum
av honum, og teir stóðu eisini oftast væl plaseraðir, tá ið innlegg viðhvørt vórðu send í brotsteigin. Í síðstu løtu var eitt sindur av aftur og fram í KÍ brotsteiginum, men verjan ofraði seg og fekk blokerað [...] klaksvíkingar úr Sarpigerði við øllum, og fyri aðru ferð í ár vann KÍ 2-1 í Gøtu. Øll málini vórðu skorað undan steðginum. Klaksvíkingar løgdu eitt sindur bragdligari fyri, og teir høvdu longu verið framvið tvær [...] tvær ferðir, tá ið teir í 7. minutti settu hol á. Kurt Mørkøre vann fríspark mitt fyri og 22 metrar úr málinum. Marek Vierzbicki, sum fyrsta tíman vísti somu góðu evni á miðvøllinum, sum hann seinastu