Undirritaði, ið umboða Fólkaflokkin innan býráðsgátt í Tórshavn, vilja, við hesum skrivi, geva til kennar okkara hugsan um karmarnar í fíggjarætlanini fyri ár 2000.
Av tí at floksins umboð í fíggjarnevndini ikki longur umboðar Fólkaflokkin, eru vit komin í ta óheldigu støðu, at flokkurin ikki longur er umboðaður í fíggjarnevndini, sjálvt um hann framvegis er næststørsti flokkur í býráðnum. Hetta er ikki bera óheldugt, men eisini rættuliga ódemokratiskt. Einki er tó at gera við tað, soleiðis er skipanin, og henni mugu vit liva við!
Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan fyri komandi ár er skattaprosentið 19, tað sama sum í ár, og barnafrádrátturin er broyttur til 3.500 kr. fyri barnið.
Í rundum tølum verða útreiðslurnar
? Fyrisiting 24 mill. kr.
? Tekniskar veitingar 58 mill. kr.
? Skúlamál 33 mill. kr.
? Mentan og umhvørvi 20 mill. kr.
? Sosial og heilsumál 16 mill. kr.
? Barnaansing 38 mill. kr.
? Aðrar útreiðslur 14 mill. kr.
? Reguleringskonto 5 mill. kr.
? Íløgur 32 mill. kr.
? Tórshavnar Havn 15 mill. kr.
? Gjøld til landskassan 23 mill. kr.
? Lánsgjøld 61 mill. kr.
Tilsamans 338 mill. kr.
Inntøkurnar eru settar til:
? Skattur 236 mill. kr.
? Aðrar inntøkur 2 mill. kr.
Tilsamans 338 mill. kr.
Sum tað sæst omanfyri, eru hetta stór tøl. Ongantíð áður hava útreiðslu- og inntøkutølini verið so stór, sum tey ætlanin verða komandi ár. Tað er náttúrligt at kostnaðurin at reka kommununa økist, havandi í huga, at nógv liggur á láni frá kreppuárunum. Eisini skal havast í huga, at allar lønir eru hækkaðar rættuliga nógv.
Kortini meta vit, at økingin av rakstrinum av kommununi økist í so nógv. Somuleiðis kann tað hava sera óheldiga ávirkan á arbeiðsmarknaðin, um kommunan setir ov nógvar íløgur í gongd, sum støðan er. Búskapurin er upphitaður. Ja, hann er heitari enn gott er. Ov nógvar almennar íløgur nú, er sum at lata brenni á bálið, so alt aftur fer upp at kóka, júst sum tað gjørdi í 80-unum.
Um vit brúka roknskapartølini fyri 1998 og sammeta tey við tølini fyri ár 2000 síggja vit eina kolosala øking, eftir bert tveimum árum:
Ár 1998 Ár 2000
Vøkstur í kr. Vøkstur í %
Rakstur 156 mill. kr. 223 mill. kr. 67 mill. kr. 43%
Íløgur? 30 mill. kr. 32 mill. kr. 2 mill. kr. 7%
Rakstur og íløgur 186 mill. kr. 255 mill. kr. 69 mill. kr. 37%
?Íløgurnar uppá 28 mill. kr. hjá Tórshavnar Havn eru ikki við her.
Kommunan hevur seinastu árini goldið nógv, fyri at fáa skuldina niður. Henda gongd heldur fram komandi ár, og er ætlanin at gjalda 40 mill. kr. niður av skuldini, so skuldin við ársenda ár 2000 er um 310 mill. kr. Kommunan hevur eisini knappar 100 mill. kr. innistandandi, so um tær verða tiknar við í roknistykkið, verður skuld kommunurnar um eitt ár góðar 200 mill. kr. Her er skuldin hjá dagstovnunum, ið er knappar 50 mill. kr., ikki tikin við.
Tað verður torført nú, at skarva nógvar milliónir av karmunum fyri komandi ár, men so mikið meira umráðandi er, at rakstur kommunar ikki framhaldandi økist. Tíverri vísir tað seg, at tá inntøkan er stór, verður raksturin somuleiðis stórur, ja, ofta alt ov stórur.
Okkara uppskot er, at skattaprosentið lækkar komandi ár við einum prosenti, niður á 18. Tað at lækka skattaprosentið við einum, vil geva kommununi eina minni inntøku uppá 18 mill. kr., sum komandi ár skal gjaldast av innistandandi.
Ein skattalætti vil serliga koma teimum lág- og miðalløntu lønmóttakarunum til góðar. Tað má vera rætt, at vanligi borgarin fær ágóðan av góðum tíðum. Hví skal kommunan kunna gjalda skuld niður sum ongantíð fyrr, ímeðan borgarin ikki kann fáa sama møguleika?
Vinarliga
Fólkafloksumboðini í Tórshavnar býráð
Jan Christiansen
Kartin Dahl
Páll Petersen