Herfyri skrivaði Hanus Samró eitt lesarabræv/kronikk, har hann leggur eftir integratión, innflytarum og politiskari korrektheit. Tað kann gott vera, at Hanusi Samró ikki dámar politiska korrektheit, men eg gangi út frá, at hann í hvussu er fegin vil, at tað hann skrivar er faktuelt rætt og álítandi. Vil tú helst sleppa undan at lesa alt her, so er stutta svarið “Nei, tað er tað ikki.” Undir øllum umstøðum, so fari eg at gera mítt besta at skriva politiskt “ókorrekt”, fyri at Samró tekur tað eg skrivi í álvara.
Søgufrøðingurin, ið ikki er til
Fyri at byrja við tí mest sjálvsagda – Samró nevnir søgufrøðingin Fukuyama, ið ávaraði um dómadag. Fukuyama er ikki søgufrøðingur, hann er bæði stjórnmálafrøðingur, búskaparfrøðingur og rithøvundur, men søgufrøðingur er hann ikki. Harnæst skrivar hann avgjørt ikki um nakað, sum bara minnir um dómadag í bók síni End of History. Tvørturímót var hansara stóra teori, at fólkaræði og vesturlendsku virðini endaliga høvdu vunnið, og at tað var tí “søgan” endar. Hetta skuldi skiljast sum, at ongar stórar broytingar fóru at koma, tí vit nú hava funnið perfekta háttin at liva. Útsøgnin er uttan iva heldur bláoygd og mær vitandi tekur sjálvt ikki Fukuyama sjálvur undir við henni tann dag í dag, men nakar undirgangur og dómadagur? Avgjørt ikki.
Professari í keldukritikki?
Síðani kronikkin, sum Hanus í stóran mun byggir lesarabrævið á, ið Professor Bent Jensen skrivaði. Tann kronikkurin er eitt sjáldsama gott dømi um, hví ein ongantíð skal taka tað fyri at vera “satt”, bara tí at ein professari skrivar okkurt. Greinin hjá Jensen er full í útsøgnum, sum eru fantastiska illa undirbygdar. Jensen vil vera við, at tað er fleiri moskeeir í Birmingham, enn tað eru kirkju. Nope. Passar ikki. Birmingham, ið er tann mest multi kulturelli býurin í øllum Bretlandi hevur nógvar moskeir, ja, tað passar. Men fleiri enn har eru kirkjur? So langt frá. Tað hann byggir sína útsøgn á er, at har eru fleiri moskeeir í Birmingham, enn anglikanskar kirkjur. Har eru 195 anglikanskar kirkjur, og einar 200 moskeir. Eg finni ikki tølini fyri aðrar kirkjur, men har eru 224 katólsk prestadømi í Birmingham, altso minimum 224 kirkjur, helst nærri 300. Harumframt finni eg, við at leita í 3 minuttir, einar 50 aðrar nevndar kirkjur, sum eisini eru kristnar, og tá havi eg ongi karismatisk trúðarsamfeløg talt við. So altso, har eru helst fleiri enn 350 kirkjur, í mun til 200 moskeeir, og tað sigur professarin, sum Hanus byggir sítt skriv á, er fleiri moskeir enn kirkjur. Javel ja.
Sambært Professaranum og Samró, siga ES og ST eisini, at fólkatalið í fleiri Evropeiskum londum minkar í stórum, har teir ítøkiliga nevna Týskland, Italia og Spania. Tíverri vísa hvørki Samró ella Professarin til nakra keldu, so eg noyðist inn á heimasíðuna hjá hagstovuni hjá ES, Eurostat. Eurostat, ið má sigast at vera mest álítandi keldan innan hagfrøði í ES, er ósamd við tí Professarin og Samró siga. Ja, fólkatalið í tveimum av teimum trimum londunum minkar, men altso. Samró og Professarin siga, at í 2050 er fólkatalið í:
Týskland – 60 milliónir.
Italia – 37 milliónir.
Spania – 28 milliónir.
Eurostat sigur:
Týskland – 74,7 milliónir.
Italia – 67 milliónir
Spania – 45,5 milliónir
Altso munurin á tí Eurostat og Samró og Professarin siga, er samanlagt í teimum trimum londunum 62,2 milliónir, og fólkatalið í Italia veksur. Og tá skal sigast, at tað helst er við vilja, at professarin ikki hevur nevnt lond sum Bretland og Frakland, har fólkatalið veksur serstakliga nógv. Har veksur fólkatalið við 22 milliónum, í mun til 2013, og uppaftur meira enn tað, um ein fer heilt fram til 2080. Í Norðurlondum er fólktatalið vaksið við 10,6 milliónum í ár 2080.
Føroyska heimsveldið
Eg tími ikki at hyggja at øllum tølunum “professarin” kemur við, tí tað er so týðiligt, hvussu illa eftirkannað tey eru. Men eg taki eitt annað dømi um, hvussu skeiv tølini hjá honum (og harvið eisini Samró) eru. Burðartýttleikin, ið Samró og Professarin brúkar til at rópa “dómadagur”, vísir um nakað, hvussu nógv tey í Evropa, ið siga seg vera muslimar, minna um øll okkum onnur. Aftur her er ógreitt hvørja keldu Samró og Professarin brúka, tískil fann eg tøl frá óhefta Amerikanska Pew Research Center frá 2011. Fyri at taka londini, sum teir brúka sum dømi, har er Týskland heilt stóra ræðumyndin. Millum 2005 og 2010 fingu muslimar 1,8 børn í Týsklandi (altso tað vil siga tú fær ikki so frægt sum 2 muslimar fyri hvørt muslimskt par), meðan ikki muslimar fingu 1,3 børn. Munurin er stórur, men bíða nú, tølini broytast. Longu í 2025 siga framskrivingarnar, at muslimskir týskarar fáa 1,7 børn og ikki muslimskir týskarar fáa 1,4. Altso er munurin á burðartýttleikanum longu eftir 15 ár fallin við 40%, og tað er framvegis so, at muslimskir týskarar fáa færri børn enn teir eru. Gongdin er tann sama í hinum londunum teir nevna, Italia og Spania, har munurin í Spania er 0,1 børn og í Italia er tað 0,4 børn í 2025, og í báðum førum, fyri hvørjar tveir muslimar, ið koma saman, so fáa tey færri enn 2 børn. Pew vil harumframt vera við, at í 2030 eru 8% av íbúgvunum í Evropa av europeiskum uppruna, í 2011 vóru tað 6%. Tá burðartýttleikin bara líkist meira og meira, enda vit sostatt ongantíð við, at muslimar eru fleirtal í Evropa.
Hitt stóra dømið er æviga ræðumyndin um, at hesar hordurnar, ið nørast sum eg veit ikki hvat... ja, altso, gott nokk fáa føroyingar fleiri børn enn evropeisku muslimarnir, so um teir skulu yvirtaka Evropa í 2050, vænti eg at vit taka heimin tá. Men hvat tá! Hesar hordurnar, ið fáa børn bæði her og der, teir hata fólkaræði, teir arbeiða ikki, teir eru kriminellir og eru sum heild nøkur bartrog, ið bara skulu blakast út.
Fólkaræðisliga hóttanin
Sjálvandi, at 90% av teimum muslimunum í Evropa, sum siga seg vera “serstakliga trúgvandi”, eisini siga at fólkaræði er ein serstakliga góður máti at stýra landinum – ash, tað tosa vit ikki um. So nógv lættari bara at taka hini 10% (harav fleiri siga seg ikki vita, heldur enn siga nei) og siga, at tað eru tey, sum eru umboðandi fyri muslimar. At tað, sum muslimskir evropear eru allar mest bangnir fyri, er, at missa teirra starv, ella teir eru í døpurhuga um hvussu teir fáa eitt – tað má sambært hesi einfaldu hugsan hjá Samró vera eitt tekin um, at teir ikki vilja arbeiða, og eru ein hóttan móti vælferðarsamfelagnum, ikki so? Og so framvegis og so framvegis.
Tað eru so ræðuliga nógvir av hesum fordómum og ekstremu útsøgnunum, ið Samró og Professarin koma við, sum bara eitt lítið sindur av googling (og keldukritikki), alt fyri eitt vísir ikki passa. Altso, eg meini so við. Fyrst skrivar Samró, at muslimar eru ein hóttan, tí teir bara fáa pengar frá tí almenna, og einki gera. So skrivar hann nøkur orð seinni, at muslimar eru ein hóttan, tí teir hava allar pengarnar! Ljóðar gott nokk so um eg skuldi farið til ALS, og spurt um pengar til at keypa eitt fótbóltslið ella eitt fiskiloyvi.
At ríkir menn úr Miðeystri gera íløgur í fótbóltslið og hestar – man tað ikki vera sama orsøk, sum at ríkir, kristnir menn úr Russlandi gera tað? Teir fáa pengarnar lættliga, tí teir eru í eini máttmiklari familju, teir kenna røttu fólkini, ella bara duga at spæla korrupta spælið. Tí brúka teir pengarnar til íløgur, sum allir rætt siktaðir búskaparfrøðingar og íløgufólk siga, eru tápuligar. Tí í mun til rík fólk innan aðrar vinnur, er ikki neyðugt at gera so nógv fyri at blíva ríkari ella fáa meira – so leingi olja ella gass er í undirgrundini, so blíva pengarnir við at koma, og ein fær teir, bara tí ein kennir røttu fólkini ella er í røttu familjuni. Eg hevði verið væl meira bangin, um ein ónd muslimsk samansvørjing fór at brúka allar pengarnar uppá vápnagransking ella at menna alt meira intelligentar maskinur, eins og t.d. Google ger, enn um teir brúktu pengarnar uppá fótbólt og hestar.
Við politiskt ókorrektari virðing,
Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og løgfrøðilesandi









