Evi: Henke sá gyseliga ljótur út

(Eg og mítt HM) Evi heldur lítið um hárið hjá Henke Larsson og tók synd í Gazza í 1990

Evi Tausen er kend sum country sangari og nú eisini sum vertur á Rás2. Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at Evi er á djúpum vatni, tá talan er um fótbólt, men hon hevur hóast alt nøkur minni og nakrar meiningar um HM.

 

Eg og mítt HM við Evi Tausen:

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Je lati tað ikki ávirka meg alt ov nógv, men teir mest spennandi dystirnar veit je at maðurin og pabba fara at hyggja eftir.


- Tá plagi je eisni at fylgja við og je verið rivin við av teimum, tí teir sita og rópa og heppa og so siti je ak sum teir, rópi og lýli akkurat sum um tað var Føroyar sum spældi.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Je havi bestemma meg fyri at halda við Hollandi í ár. Minnist tá je var barn, at pabba altíð helt við Hollandi. Og eftir sum hann nú er fluttur frá Danmark til Vestmanna, so vanti je at okur fara at hyggja eftir onkrum HM dysti saman aftur nú. So je haldi at je fari at heppa uppá Holland hesaferð.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- Je gleði meg nógv til finaluna, tá velja okur saman við svigarfamiljuni at gera nakað serligt burturúr. Lekran mat og hugna um kvøldið.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Eri ikki heilt sikkur, men je minnist ótrúliga væl at je hugdi tá Henke Larsson spældi við Svøríki. Je minnist bara at je helt at hann hevði gyseliga ljótt hár, hann sá forferdeligur út við hasum dreadlocksunum.

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Je minnist ikki hvat ár tað var, men tað sum stendur sterkast í mínum minni er nokk tá Paul Gascoigne fekk sítt næsta gula kort, og um England kom í finaluna slapp hann ikki við. Hann græt sum ein stungin grísur, tá tók je synd í honum.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

-        Mær dámar væl Spania og serliga til farna HM, tí tá var Fernando Torres við, um je minnist rætt. Og je minnist tað nokk bara tí hann sær so fittur og kerur út, og so haldi je at hann hevði okkurt avgerðandi at gera við tað, at Spania vann HM finaluna 2010.

 

- Je rokni við at Spania vinnur aftur hesaferð.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Hevði Diego Maradona verið í hæddini enn, so hevði je valgt hann. Men je haldi at Luis Suarez er ein fantastiskur spælari. Og je vænti at Suarez stendur eftir sum besti HM spælari í 2014.

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal

Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen

Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson

Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 14) Petur Reinert

Les eisini: (Eg og mítt HM 15) Eiler Rasmussen

Les eisini: (Eg og mítt HM 16) Leivur Frederiksen

Les eisini: (Eg og mítt HM 17) Sjúrður Skaale

Les eisini: (Eg og mítt HM 18) Christian Høgni Jacobsen