Veljararnir ynskja breitt samstarv

Veljarakanningin, sum Miðnámsskúlin og Fynd hava gjørt fyri Sosialin vísir, at veljararnir ynskja eitt breitt samstarv í nýggja løgtinginum. Tó eru nógvir veljarar sum ikki vita hvønn ella hvørjar flokkar teirra skulu samstarva við

Valið er av, men tá hesaar reglur eru skrivaðar er tað júst byrjað og tí vita vit einki um hvørjir vinnararnir ella tapararnir av valinum eru.

Men hóast tað, so er púra greitt frammanundan, at eingin flokkur fær meiriluta í nýggja tinginum og tí verður neyðugt við samstarvi fyri at fáa eina nýggja samgongu uppá beinini.

Flokkar, sum við síðsta val mistu, stóðu hesaferð til framgongd og teir sum seinast lógu fremstir, standa eftir øllum at døma til at missa.

Veljarakanningin segði okkum eisini, nú fáar dagar undan valinum, at tað verða tveir flokkar færri í tinginum enn tað vóru eftir seinasta val.

Men nú valið er farið afturum er ein av spurningunum hvørjir flokkar koma at mynda samgonguna.

Ein annar og kanska minst líka áhugaverdur spurningur er, hvørjar samstarvsflokkar vilja veljararnir hjá teimum ymsu flokkunum hava.


Nógv vita ikki

Tað sum kom burturúr hes-um spurningi var, at veljararnir ynskja eitt breitt samstarv í nýggja løgtinginum.

Tað skal tó sigast beinanvegin, at nógvir veljarar ikki hava tikið støðu um møguligt samstarv í nýggja tinginum, og tað er kanska eisini skilligt - ta uppgávuna mugu politikararnir kunna loysa sjálvir.

Av veljarum Fólkafloksins eru 39 pst. sum ikki vita hvør ella hvørjir samstarvsflokkarnir skulu verða, hjá Sambandsflokkinum eru tey 34,1 pst., hjá Javnaðarflokkinum 56 pst. og hjá Tjóðveldisflokkinum 39,8 pst.


Breitt samstarv

Annars er niðurstøðan, at veljararnir ynskja eitt so breitt samstarv sum yvirhøvur møguligt.

Tað skal tó sigast, at teir borgarligu veljararnir hella móti sínum egnu, meðan vinstraveljararnir hava størri áhuga at arbeiða saman við flokkunum á somu politisku síðu.

Greiðasta ábendingin kemur frá veljarum sambandsfloksins.

Har siga ikki færri enn 36,4 pst. at flokkur teirra skal arbeiða saman við Fólkaflokkinum.

Hetta passar væl saman við teimum ábendingum veljarakanningin hevur givið í spurninginum um ríkisfelagsskapin. Har eru sambandsveljararnir teir, sum eru minst áhugaðir í broytingum.

Tí hugsað teir meira um búskaparpolitikkin heldur enn ríkisfelagsskapin.

Um hetta fer at verða so er ivasamt, tí tað sigst, at Fólkaflokkurin hevur sagt, at teir ikki meir vilja samstarva við Sambandsflokkin.

Alternativið hjá sambandsveljarunum er at samstarva við javnaðarflokkin, meðan tað er lítil og eingin áhugið at samstarva hvørki við Sjálvstýrisflokkin ella Tjóðveldisflokkin.


Javnaðarveljarar vilja hava Tjóðveldisflokkin

Hjá Javnaðarflokkinum er niðurstøðan eisini greið. Hjá teimum sum hava tikið eina støðu í hvussu er!

Her siga 22 pst. av javnaðarveljarunum, at tey fyrst og fremst ynskja at samstarva við Tjóðveldisflokkinum.

Hesir flokkar hava fyrr samstarva, og spyrt tú teir sjálvar við góðum úrslitum.

Tað kann tó tykjast løgið, at bert 8,3 og 7,1 pst. av veljarunum ynskja at samstarva við ávikavíst Fólkaflokkin og við Sambandsflokkin.

Tað skal tó havast í huga, at næstan sætti hvør javnaðarveljari enn ikki hevur tikið støðu hesum viðvíkjandi.


..og tjóðveldisveljarar ynskja Javnaðarflokkin

Hjá Tjóðveldisflokkinum er støðan tann, at veljarar floksins ynskja at samstarva við Javnaðarflokkin.

Triði hvør tjóðveldismaður heldur, at besta samstarvið teirra flokkur hevur er við Javnaðarflokkin.

Honum í hølunum kemur Fólkaflokkurin, og taka vit tá saman um, so síggja vit, at veljararnir eru áhugaðir í eini samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Ríkisspurningurin avgerandi

Av tí at ríkisspurningurin hevur fingið so nógva rúmd í valstríðnum, so er lítið at ivast í, at júst hesin spurningur kemur at viga rættuliga tungt tá nýggj samgonga skal skipast.

Ein flokkur tosaði um føroyska grundlóg, ein um sjálvstýrislóg og ein annar um samríkjalóg.

Men hvat av hesum uppskotum vinnur frama er ikki gott at vita, tí skulu hesir tríggir flokkar samstarva so skal onkur kamelur slúkast í onkrum flokki.

Tí kann hugsast, at júst ríkisspurningurin kemur at vera trupulleiki undir samgongusamráðingunum.

Men livst so spyrst.

Veljararnir hava talað og nú skal nýggja løgtingið til arbeiðis.

Teir hava frá okkum veljarum fingið fullmakt til at taka avgerðir um okkara framtíð - okkara vegna.

Tí verða teir noyddir at samstarva - tað ynskja føroyingar.