veruleikin er, at tað hava verið ómetaliga nógvar røddir upp gjøgnum árini, eisini millum býráðslimir, sum hava hildið lítið um at gera so stórar íløgur í Góðshavnina í Ánum, sum vit kallaðu hana, áðrenn [...] viðspælari í, tá ætlanin kom fram, eg dugi ikki at ímynda mær Norðhavnina uttan frysti- og goymsluhús. Um Klaksvíkar Kommuna ikki luttók í at gera betongsokkilin o. a. undir bygninginum, kom onki hús, hóast ikki [...] inntøkan hevur verið vaksandi seinastu tíðina. Klaksvíkar kommuna má hava onnur bein at standa á, enn bert skattakrónur, tí eiga vit at leggja alla orku í at marknaðarføra Klaksvíkar Havn enn meiri, so
nýggir knútar landanna millum. Teir hava hoyrt røddirnar úr Føroyum, ið siga, at føroyingar vilja yvirtaka øll málsøkið, tá danir lata síni fara til Brüssel. Um 50 ár, fara vit enn eina ferð at lesa skjøl, ið [...] líkist óhugnaliga nógv støðuni um tað mundi, tá "loysing" hevði vunnið á fólkaatkvøðuni, og samráðingar vórðu tiknar upp av nýggjum við donsku stjórnina. Tá lat danska stjórnin gera eitt undirskjal nevnt [...] helst ikki skal vera stundir til at lesa hvat stendur í hesum lógum, og enn minni at kjaka tað. Fleiri hava borði upp á mál, at her ruggar ikki rætt, og ógreiðan er so stór, at fleiri serfrøðingar í altjóða
leggur ein avdúkandi sannleika fyri dagin. Øll hava vit vitað, at danskir sethúsaeigarar hava til alla tíðir fingið munandi bíligari fígging til síni hús enn vit føroyingar. Hetta sjálvt um, at okkara bankar [...] tað almenna so ella so má bjarga. Hetta hava vit roynt í Føroyum. Tískil er tað skilagott, at bankaleiðslur leggja seg eftir skynsomum rakstri, soleiðis at vit øll kunnu kenna okkum trygg. Men hvar gongur [...] gingið seinnu árini, men dýru sethúsalánini hava so avgjørt ikki gjørt tað betur. Tað er sanniliga ikki stuttlig hjá ungum fólki at vita sær, at tá tey byggja sær hús, so verða tey samstundis skuldartrælir
meiriluti atkvøtt fyri tí danska uppskotinum, so vóru vit ikki til sum tjóð í dag. Og øll tey framstigini, ið hava ment okkum sum land og tjóð og sum hava ment okkara livikor hesi seinastu 74 árini, høvdu [...] og sosialum og vinnuligum rættindum. Og tað er hent, tí vit hava brotið tær avmarkingar niður, sum roynt varð at seta okkum sum fólk í 1946. Vit kunnu bara hyggja til Hetlands. Sum ein samrunnin landslutur [...] sum fólk til at eiga og stýra okkara egna landi. Tey vístu á, at við at hava fullveldi og egna ábyrgd av øllum viðurskiftum, kundu vit samstarva við allar aðrar tjóðir í heiminum og menna landið við egnum
eina aðra, ei heldur eru vit komin so langt at vit hava fingið sett døgnrøkt á stovn. Nei í mongum førum veit heimahjálpin, at tá hon hevur koyrt brúkaran í song um kvøldið, tá kemur ongin inn aftur fyrr [...] tey fysiskt og phsykiskt sterku starvsfólkini klá trýstið, ið tað er, at renna hús úr húsi, altíð í tíðarneyð, og altíð at hava følilsi av, at ein ikki nær tað ein ynskir, tí at tørvurin bert verður størri [...] fyrr enn næsta morgun. Hettar eru umstøður vit í okkara kommunu hava bjóða okkara gomlu í gjøgnum nógv ár. Eitt annað øki er barnaansingin, einligir forsyrgjarir, ið noyðast í útlegd, tí at tey ikki fáa
okkum tá vit eru børn, gomul ella sjúk búgva? Ein sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari hava ongan livandi kjans í verandi húsamarknaði í Tórshavnar kommunu. Taka vit eitt [...] hjún. Jógvan er heilsurøktari og forvinnur 20.000 krónur um mánaðin. Skulu tey bæði hava nakran livandi kjans at keypa hús í Havn, skal Sára forvinna 60.000 krónur um mánaðin(!). Hetta er langt omanfyri [...] Tað má bera til at liva og virka í øllum Føroyum. Størru býirnir eru ikki bert fyri tey fáu. Vit mugu hava eina fjølbroytta kommunu fyri øll, har mann óansæð fíggjarliga orku kann búgva og liva. Tað er
Ung í dag hava trupulleikar við at flyta heimanífrá. Vit mugu hava fleiri lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir til leigu, so tey ungu hava møguleika fyri at flyta heimanífrá, tá tey ynskja tað. Bæði teir [...] miðallønt hava ráð til at leiga og liva. Harumframt er neyðugt, at vit sum skjótast seta í verk eina leigubýlisstuðulsskipan. Tey sum ikki hava ráð til at keypa sær ein dýran bústað eiga hava atgongd til [...] r bygdar. Hetta, at føroysk ung hava trupult við at koma heim aftur og búseta seg í Føroyum, er og verður ein ovurstórur samfelagstrupulleiki. Vit hava, og koma at hava, stóran tørv á bæði arbeiðsmegi
at hava hoyrt tað fleiri ferðir og síðani rapportina frá Niels Juel, gekk tað upp fyri einum, at tað var vorðið veruleiki. Vit fylgdu væl við í kappingini millum russararnar og amerikanararnar. Vit vónaðu [...] sera spennandi løta. Føroyingar sóu jú ikki nakað sjónvarp tá, men tað var kortini nakað serligt at hoyra slíkt. Hetta var jú í teimum døgum, tá kappingin millum russarar og amerikumenn var øgilig. Teir [...] ? Tað minnist eg væl. Sat heima við hús í mínum barndómsheimi saman við foreldrunum og lurtaði eftir útvarpinum. Niels Juel rapporteraði úr einum hotelkamari í Danmark, har hann sat og hugdi at sjónvarpinum
aftur ein dag, og vit vita ikki nær, Hann kann koma aftur í dag, líka so væl sum um 200 ár ella 2000 ár. Hann kemur aftur, tá Hann ætlar Sær at koma aftur, tá kemur Hann eftir teimum, ið hava givið sítt lív [...] hvør tú ert, hvat tú gert og hevur gjørt, hvat tú hevur veri ígjøgnum ella uppliva, so skalt tú vita tað, at tú ikki er ein tilvild. Menniskir hava møguliga skuffað teg, men eg kenni Ein, sum kennir teg [...] svikið Gud, bið Hann um fyrigeving, og bjóða Honum vælkomnan í títt lív, og gev títt lív til Hann. Vit hava við eitt ævigt lív at gera. Hevur tú ikki tikið ímóti Jesusi og givið teg heilt og fult til Hann
mentan høgt í hesum skeiðinum. Higartil mugu vit siga, at vit hava sæð lítið til hetta í verki. Alt gott at siga um undirsjóvartunnil til Sandoyar, sum vit ikki hava ráð at lata vera við at gera beinan vegin [...] verk, sum kunnu hava broytt avrikini til tað betra. Haraftrat tykist, sum at skúlarnir hava kunnað næmingarnar ov illa áðrenn kanningarnar. Øll eru vit greið um, at føroysku næmingarnir hava lært ein heilan [...] menn hava fyri nøkrum árum síðani optimistiskt proklamerað, at vit skulu hava heimsins besta skúla. Tað er eisini vert at stremba fram ímóti, men enn tykist tíverri at vera langur vegur, til vit røkka