Tú kemur at lesa nakrar setningar, sum ikki eru so deiligir at lesa, teir virka møguliga áloypandi fyri teg. Men eg havi upplivað so nógv saman við Jesusi, at eg eri sannførdur um, at Hann er Tann, Hann sigur Seg vera, og eg eri eitt livandi vitni uppá, at Jesus livir enn í dag. Alt sum eg úttali meg um í hesum skrivi er av kærleika.
Tú sum lesur hettar, tú skalt vita tað, at tú ikki ert miseydnaður, tú ert ikki ein feilur ella ein tilvild. Møguliga tú ikki hevur havt tað gott, ella hevur tað ikki gott. Møguliga tú hevur havt ein keðiligan uppvøkstur, ella møguliga hevur tað verið onkur hending, sum hevur verið í tínum lívið, sum hevur sára teg. Møguliga feilar tær onki, tú er glaður og takksamur fyri tað lívið tú livir. Men líkamikið hvør tú ert, hvat tú gert og hevur gjørt, hvat tú hevur veri ígjøgnum ella uppliva, so skalt tú vita tað, at tú ikki er ein tilvild. Menniskir hava møguliga skuffað teg, men eg kenni Ein, sum kennir teg betur enn nakar, Hann kennir teg betur enn tú kennir teg sjálvan. Hann hevur myndað teg, áðrenn tú varð í móðurlívi, Hann hevur umsorgan fyri tínum minstu trupulleikum, Hann hevur eina heilt ávísa ætlan við tínum lívið, Hann hevur eitt fantastist lív at bjóða tær, menniskju kunnu svíkja teg, men Hann svíkur teg aldrin, Hann gav Sítt egna lív fyri teg, og Hann eitur Jesus.
Um tú ongantíð hevur givið títt lív til Jesus, so hevur tú møguleikan nú at taka avgerðina. Jesus doyði og reis upp fyri teg, nú er tað bert upp til tín, tú hevur frían vilja. Eitt skalt tú vita, at Jesus kemur aftur ein dag, og vit vita ikki nær, Hann kann koma aftur í dag, líka so væl sum um 200 ár ella 2000 ár. Hann kemur aftur, tá Hann ætlar Sær at koma aftur, tá kemur Hann eftir teimum, ið hava givið sítt lív til Hann, og tekur tey heim til Sín. Tú ert ikki harri yvir degnum í morgin, ei heldur næsta hálva tímanum. Tað er møguligt, at deyðin tekur teg í dag, tú hevur ein kropp, sum kann gera enda á tínum lívi nær sum helst, tú kann blíva yvirkoyrdur ella okkurt heilt annað. Tak tí røttu avgerðina nú. Játta teg sum ein syndara, sum hevur svikið Gud, bið Hann um fyrigeving, og bjóða Honum vælkomnan í títt lív, og gev títt lív til Hann.
Vit hava við eitt ævigt lív at gera. Hevur tú ikki tikið ímóti Jesusi og givið teg heilt og fult til Hann, áðrenn tú doyr ella verður tikin, so er Helviti heimstaður tín, og tað er í allar ævir. Loyv ikki Satan at trýsta ein múr upp millum teg og Jesus, ver tú sigrandi og brót stoltleikan, ger ímóti tínum vilja, eg eri sannførdur um, at tú fer ikki at angra tað. Hettar er sannleiki sum eg havi skrivað, tú broytir ikki sannleikan við at ikki trúgva honum! Eg skal enda við einum spurningi til tín: Hvar ætlar tú tær? Til himmals ella helviti?