Steinbjørn O. Jacobsen
----
Hetta er ein rámandi yvirskrivt, men veruleikin er, at tað hava verið ómetaliga nógvar røddir upp gjøgnum árini, eisini millum býráðslimir, sum hava hildið lítið um at gera so stórar íløgur í Góðshavnina í Ánum, sum vit kallaðu hana, áðrenn hon fekk endaliga navnið »Norðhavnin«.
Vit eru vóru eisini greið yvir, at íløgan ikki fór at geva av sær fyrstu tíðina, men nú at síggja alt virksemið í nýggju havnini má verða ein beiskur bitið hjá teimum, sum lítið hildu um ætlanina og høvdu vánaligar spádómar á lofti, men søtt hjá okkum, sum arbeiddu hart fyri hesum. Kann ikki lata vera við at nevna Tórleif Sigurðsson sála, sum brendi fyri Havnini á Ánum, tað hevði frøtt hann at sæð lívið har norðuri.
Eg má siga sum er, at eg eri ómetaliga fegin, sum fyrrverandi borgarstjóri, at vit høvdu dirvi at halda fast um ætlanina og føra hana út í lívið, ja, enntá gera hana væl størri enn upprunaliga. Tí longu nú tykist havnin verða ov lítil til alt virksemið, sum er har í løtuni. Í fyrstuni var bert ætlanin at atløgusíðan skuldi verða 150 metrar, men í dag er atløgusíðan meir enn tað dupulta, nevniliga 317 metrar.
Nú kunnu fleiri russisk og onnur skip umskipa veiðuna í farmaskip, meðan okkara stóru fiskiskip kunnu leggja veiðuna upp samstundis.
Frystihúsið ein fongur fyri virksemiðá staðnum
Tað, sum ger stóra munin í virkseminum, er nýggja Frystihúsið, sum Klaksvíkar Býráð var stóri viðspælari í, tá ætlanin kom fram, eg dugi ikki at ímynda mær Norðhavnina uttan frysti- og goymsluhús. Um Klaksvíkar Kommuna ikki luttók í at gera betongsokkilin o. a. undir bygninginum, kom onki hús, hóast ikki allir býráðslimirnir tóku undir við hesum, bleiv tað samtykt og felt inn í leigusáttmálan millum partarnar, at kommununar partur verður afturgoldin innan ávíst áramál, soleiðis fingu vit henda sera týdningarmikla bygning upp at standa, og sum nú er við til at skapa fleiri arbeiðspláss á landi og harafturat karmar skaptir, so skipini kunnu landa til húsið, hetta gevur eisini avleiddu vinnuni á staðnum nógv arbeiði.
Longu nú kastar Norðhavnin av sær, so tað eisini munar í kommunukassanum.
Tað er at fegnast um, at Norðhavnin í Ánum longu er farin at kasta av sær fíggjarilga, tí umframt skattakrónurnar sum koma til kommununa av tí virksemi, sum er skapt har, fær Klaksvíkar Havn eisini sínar meirinntøkur av teim skipum, sum leggja at har, og henda inntøkan hevur verið vaksandi seinastu tíðina. Klaksvíkar kommuna má hava onnur bein at standa á, enn bert skattakrónur, tí eiga vit at leggja alla orku í at marknaðarføra Klaksvíkar Havn enn meiri, so inntøkurnar kunnu økjast enn meira.