spæliloyvi
KÍ nýtti fýra ikki skrásettar spælarar, tá teir vunnu 7-1 á Fram í steypakappingini. Somuleiðis nýtti B36 ikki skrásettan spælarar í sínum dysti móti Skála. Ein dystur sum B36 vann 4-2. Sami spælari var heldur ikki skrásettur, tá B36 spældi móti NSÍ í landskappingini, men tann dystin tapti árstalsfelagið, so úrslitaliga verður neyvan gjørt nakað við tann dystin.
Tað kann hinvegin verða endin, at úrslitini frá dystunum í kappingini um Løgmanssteypið verða broytt, um niðurstøðan hjá kappingarnevndini verður, at feløgini skulu dømast at tapa dystin. Tann spurningin hevur nevndin ikki tikið avgerð um enn, og sambært formanninum í nevndini, so verður tað í øllum førum ikki nakað mál, har ein avgerð verður hastað ígjøgnum.
- Sjálvur haldi eg, at málið er av slíkum prinsipiellum týdningi, at vit skulu geva okkum neyðugu tíðina at kanna málið nóg væl. Tað er so heldur ikki fyrr enn 5. mai, at fjórðingsfinalurnar standa á skránni, og tí er eingin orsøk at forhasta seg, heldur hann.
Um sjálva støðutakanina í málinum sigur Bjarki enn einaferð, at hendan er sera prinsipiell.
- Tað er eingin ivi um, at spælararnir ikki høvdu spæliloyvið í lagi. Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar hetta skal fáa. Her mugu vit so viga ímillum, hvørji atlit skulu takast. Sjálvur havi eg tað í øllum førum so, at fyri meg koma ítróttarligu atlitini fram um tey umsitingarligu, um tað kann lata seg gera, er einasta viðmerkingin, sigur Bjarki Mohr, sum eisini vísir til vanligar rættargangsreglur hesum viðvíkjandi.
- Í øllum samfelagnum er tað jú so, at verður tú ákærdur, so verður atlit altíð tikið til, um tilburðurin er tilvitaður ella ótilvitaður, og at hesi atlit eisini verða tikin við, tá dómur verður feldur.
Av »óvart« og fordømi
Skal takast samanum málið, so er einki at ivast í, at tað eru atlit, sum viga bæði fyri og ímóti teimum báðum feløgunum, KÍ og B36.
Ímóti vigar sjálvsagt tyngst, at feløgini hava nýtt ólógligar leikarar. Spurningurin er, um tað fyri dystin millum KÍ og Fram - við allari virðing fyri Fram - hevur havt nakran sum helst ítróttarligan týdning, men í førinum, Skála-B36, er spurningurin væl meira opin. Ikki minst tí Skála samstundis hevur útlendskar leikarar standandi á »bíðilista«, tí hesir enn ikki hava fingið neyðugu loyvini. Og tí kann tað vera trupult hjá B36 at verja nýtsluna av ikki-skrásettum leikara.
Hartil hevur fyrrverandi fótbóltsovastin í Føroyum, Dánjal Andreasen, sum eisini er fyrrverandi formaður í Kappingarnevndini í Norðlýsinum víst á, at í hansar verð er einki ivamál.
- Eg veit ikki um líknandi mál í 1.deild, men í yngru deildunum hevur trupulleikin við ólógligum leikarum og vantandi leikaraloyvum verið frammi av og á, og tá hevur dómurin altíð verið tann sami, nevnliga at lið verða dømd at tapa dystir sínar.
Soleiðis staðfestir altso Dánial Andreasen, men talan er tó um ein mun í málinum við B36 og KÍ, sammett við tey, sum oftast gera seg galdandi í yngru deildum. Tá er talan at kalla hvørja ferð um kærur, sum verða lætnar FSF, og tað er so ikki galdandi hesaferð. Hinvegin er talan um ein trupulleiki, sum FSF er vorðið varugt við, eftir at nýtslan av ólógligum leikarum er farin fram. Hjá KÍ tí felagið á páskum brádliga skuldi hava leikloyvini í rættlag, og hjá B36, tí tíðindafólk sum uppfylging hevur av hesum hevur gjøgnumgingið leikaraskiftini, sum hava verið í vetur. Tað hevur so fingið kappingarnevndina at nýta grein 38, stk. 3, har tað verður staðfest, at nevndin av sínum eintingum kann taka mál upp, um illgruni er um, at felag hevur framt brot á kappingarreglurnar.
Stinga ikki høvdið í sandin
Sjálvandi kundi Kappingarnevndin ignorerað málini og hildið fast um, at kærufreistin er farin, og einki tí verður gjørt við málini. Hinvegin vildi tað verið eitt slag av veruleikaflýggjan, ella sum løgmaður plagar at taka til: At stinga høvdið í sandin. Og tað tænir nevndin til rós, at hon ikki hevur nýtt tann møguleikan.
Men hetta í sjálvum sær verjir ikki nakra nýtslu av ikki-skrásettum spælarum. Í teimum førum, har kærur hava verið lætnar inn, og tað hevur so serliga verið í yngru deildum, hevur tað so langt ífrá altíð verið tilætlað, at spælarar eru nýttir. Til stuttleikar kann nevnast dømi, har núverandi Skála- og B36-venjararnir, sum tá høvdu leiklutir sum venjari og áleypari á dreingjaliðnum hjá HB, í 1989 misti víðari atgongd í steypakappingini. Hetta tí millum annað Sigfríður Clementsen hevði leikt unglingadyst, og tí ikki hevði loyvi at spæla við dreingjaliðnum í eftirfylgjandi dysti. Eitt brot, sum tey í HB tá ikki vóru greið um. Venjarin, sum tá kærdi tilburðin, var Manne Høgnesen, sum í dag er limur í fótbóltsdeildini hjá KÍ.
Onnur atlit
Tí talar søgan helst í stóran mun fyri, at bæði KÍ og B36 verða dømt at tapa sínar dystir, og at tey tí verða koyrd úr steypakappingini.
Hinvegin eru kanska eisini onnur atlit, sum kunnu fáa Kappingarnevndina at taka aðra støðu. At lógarteksturin heimilar hesum, er lítil ivi um, tí har stendur greitt, at felag kann revsast við ávaring, bót, at tapa dyst, at missa heimavøll ella at verða koyrt úr kappingini.
Tá formaðurin sigur, at hann helst vil sleppa a taka ítróttarligu atlitini fram um tey fyrisitingarligu, sipar hann helst til, at spurningurin er, hvussu stórt trýst skal leggjast á umsitingarnar í feløgunum.
Í mun til eitt nú UEFA og DBU, har reglurnar eru klokku-klokku-klárar, so hava føroyskt feløg hvørki orku ella ráð til at hava fleiri skrivstovufólk í starvi, sum millum annað taka sær av hesum viðurskiftum.
Ístaðin er talan í stóran mun sjálvboðið arbeiði, sum í nøkrum førum er part-tíðar lønt, og tí ivast kappingarstjórin helst í, hvussu stórt trýst skal leggjast á hesi.
Bæði DBU og UEFA hava tó staðfest, at mál av hesum slag skulu avgerast í hvørjum heimlandi sær, tí tað eru nationalu fótbóltssambondini, sum hava besta kunnleikan til viðurskiftini á staðnum.
Alternativini
Stóri trupulleikin er tó ? líkamikið hvussu hugburðurin hjá Kappingarnevndini annars er ? hvussu teir skulu grundgeva avgerðini, um B36 og KÍ sleppa at halda fram í steypakappingini.
Tí sjálvandi er tað ótrúliga óheppið, um feløg verða koyrd úr kappingini orsakað av umsitingarligum brølarum. Fer nevndin at gera skilna ímillum, nær eitt brot er framt við vilja ella óvilja, so kann tað skapa stórar trupulleikar, tá líknandi mál verða viðgjørd framyvir. Tá kann talan gerast um eitt elastik, sum verður sera trupult at máta.
Eisini tí tað eftir øllum at døma kann tykjast soleiðis, at »óskyldigheitin« hjá feløgunum í ávísan mun líkist einum slag av »damage control«. Altso har feløgini hava ásannað brølaran, og síðani royna at reagera á bestan hátt við sjálvi at tosa við FSF, fyri á tann hátt at minimera skaðan.
Ein annar møguleiki er sjálvsagt at staðfesta eina bót av slíkum slag, at hon veruliga merkist á pengapunginum hjá feløgunum. Her er trupulleikin tann, at siðvenjan hjá FSF fyri bøtur ikki er so øgiliga strong, og at tað tí kann skapa nýggja siðvenju, um bótin nú skal eita 20, 30, ella 50 túsund krónur. Spurningurin er eisini, um hetta letur seg gera, tá nevndin fyri bara stuttari tíð síðani gav MB eina bót á 5.000 kr. fyri tilvitað at nýta ikki skrásettar leikarar. Ta ferðina fekk MB so eisini aðrar fylgirevsingar, og so er spurningurin, um Kappingarnevndin eisini vil gera nýtslu av hesum.
Tí er einki at ivast í, at lættasta avgerðin hjá Kappingarnevndini er at senda Skála og Fram víðari í steypakappingini. Tað kann so hinvegin geva moralskar timburmenn, sum líkjast teimum, sum tá HB á sinni misti meistaraheitið orsakað av feili á dómaraseðli. Munurin er tó, at ta ferðina var talan um lógligan leikara, sum tíverri var skeivt skrivaður á seðilin.
Kanska kann eitt fordømi finnast, tá GÍ í 1986 gjørdist meistarar. Tá varð spurningurin um loyvi hjá málverjanum, Carl Whitehouse, reistur eftir kappingarlok. Hevði GÍ tá verið dømt at tapa dystirnar, høvdu teir staðið sum niðurflytarar við ongum stigi ístaðin fyri meistarar. Hetta hendi tó ikki, og stendur GÍ framvegis sum føroyameistari fyri 1986 í føroysku fótbóltshagtølunum. Spurningurin er so, um KÍ og B36 framvegis skulu hava møguleika at koma í somu hagtøl sum steypavinnarar 2005, ella um tey mugu ásanna, at umsitingarligur brølari kostaði teimum hendan møguleikan.









