niðurstøðan, at viðkomandi kundi ikki dømast eftir reglunum í ferðslulógini um at koyra við kenning. Tí er ætlanin at broyta lógina við tí endamáli, at slíkt ikki skal kunna henda aftur, og tí verður hugtakið [...] Hann sigur, at orsøkin til hetta, er, at fyri tveimum árum síðani varð ein tikin fyri at koyra dýrandi fullur á einum lendisakfari. Viðkomandi hevði eina promillu í blóðinum upp á heili 2,07, tá ið hann varð [...] sum ikki var skrásett. Men viðkomandi varð fríkendur, tí Føroya Rættur metti ikki, at viðkomandi kundi dømast. Niðurstøðan hjá dómaranum var nevniliga, at hetta ítøkiliga lendisakfarið var ikki umfatað
nummar eitt í eini privatisering. Málið hevur verið fyri í landsstýrinum, og tað er undirtøka fyri hesum, sigur Bjarni Djurholm. ? At Føroya Tele verður býtt sundur í fýra ymisk feløg skal tryggja, at [...] telemarknaðinum. Sentralt í allari hesari gongdini er, at Føroya Tele skal ikki enda sum eitt privat felag í monopollíknandi støðu, tí er tað nakað, sum er verri enn eitt alment felag í monopollíknandi støðu [...] at kappingin ikki verður avmarkað. Vit eru als ikki áhugað í at fáa eitt privat felag, sum fer at hava ein monopolstøðu á teleøkinum. Eitt privat Føroya Tele skal ikki avmarkað møguleikarnar hjá øðrum f
Rás 2 fær ikki mánaðarstyrk á eina krónu fyri hvønn borgara, sum uppskotið til avtalu við býráðið í Havn leggir upp til. Hetta kom fram á fundinum mánakvøldið, tá umboð fyri Rás 2 vóru inni á teppinum [...] málið aftur í Mentamálanevndina. Hendan skal so gera nakrar karmar, hvussu eitt møguligt samstarv kann síggja út. Tórshavnar býráð skal so á fundi 7. september taka støðu til, um hetta skal gerast fuglur [...] jøvnum føti Formaðurin í Mentamálanevndini Kaj Leo Johannesen hevur somu støðu í dag, eftir at hann hevur hoyrt grundgevingina fyri eini avtalu frá Rás 2 umboðunum. Vit kunnu ikki fara inn og stuðla einum
at burturkast, olja o.a. ikki skal koyrast á sjógv, og at havið ikki skal nýtast sum køstur. Tí hevur Umhvørvisstovan nú gjørt ein faldara um hetta á enskum og russiskum. Í faldaranum er stutt kunning [...] Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara, sum skal kunna útlendsk skip um, at havið skal ikki brúkast sum køstur Burtursæð frá teimum føroysku skipunum eru nógv útlendsk skip við Føroyar, og tí hevur U [...] annað verður koyrt í havið. Eisini er yvirlit yvir galdandi lóggávu á økinum, viðkomandi telefonnummur, teldupostbústaðir og annað við í faldaranum. Faldarin er nýliga sendur til umboð fyri útlendsk skip,
sjúkradegi, í staðin fyri frá triðja sjúkradegi, eins og nú er galdandi. Fyrsta viðgerð Uppskotið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í gjár. Hetta var júst meðan blaðið varð prentað, so ikki bar til at [...] hvussu undirtøkan fyri uppskotinum var. Men sum Sosialurin skilir, kann ikki væntast, at samgonguflokkarnir taka undir við uppskotinum. Fólk í Tjóðveldisflokkinum halda ikki, at tað almenna skal gjalda dagpening [...] forða fyri, at uppskotið kemur ígjøgnum. Veruleikin er, at Tjóðveldisflokkurin als ikki tænir arbeiðaranna søk, og tískil gevi eg einki fyri politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur forkvinnan í Føroya
men tað ber ikki til at gera nakað við veðrið. Spurningurin er kortini, um tað ikki ber til í skránni at leggja upp fyri, at veðrið ikki er til at spæla finaluna. Ólavsøkudag hoyrdist í Gundadali, at [...] heppin ella ikki heppin. Svarið til spurningin skolaði burtur í regni og vindi. Tað varð tosað um, at møguleiki var fyri, at øll seks túsund setrini fóru at verða fullsett. Tað vóru ikki fólk í fleiri enn [...] var flutt frá fyrst í august og til síðst í juni ella fyrst í juli, so var grundgevingin tann, at undan summarsteðginum vóru spælararnir í væl betri dystarvenjing, enn teir vóru fyrst í august, tá eingir
tað so í pakkanum, at pensjónsaldurin skal hækka eitt hálvt ár í 2012 og at fyritíðarpensjónin skal mótroknast frá fyrstu krónu, tá ið tað kortini ikki er ein semja og tá ið tinglimir kortini ikki taka undir [...] heldur hann, at talan fyri ein stóran part eftirrationaliseringar, tá ið tinglimir nú aftan á ikki vilja kennast við summar partar í ólavsøkupakkanum. Tá ið ólavsøkupakkin var fyri í Løgtinginum vístu fleiri [...] ætlanina, sum er kunngjørd í pakkanum um at í 2012 skal pensjónsaldurin hækka eitt hálvt ár og at longu næsta ár skal hvør króna, sum fyritíðarpensjónistar forvinna, mótroknast í pensjónini. Hvussu ber tað
samanhang í raksturin orsakað av methøgu oljuprísunum. Í gjár greiddi reiðari í Havn frá, hvussu raksturin djúpvatnstrolarunum sær út, og tað skal ikki nógv hugflog til at skilja, at her hongur ikki saman [...] antin orsakað av manningartroti, ella tí raskturin ikki hongur saman, og støðan í Vági er heldur ikki tann besta. Sum kunnugt er nógvir djúpvatnstrolararar í Suðuroy, og tí er oyggin meint rakt av teimum [...] illa at fáa fólk, og í triðja lagi liggja djúpvatnstrolarar, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr. Týðandi partur av fiskivinnuni er sostatt í trupulleikum. Vit hava áður her í blaðnum skrivað um
sum ikki hava dagligu royndirnar, klára at finna útav, sigur hann. So alt í alt er hann ikki ræddur fyri, at alnótin við øllum sínum møguleikum fer at forkoma ferðaskrivstovunum, sum vit kenna í dag, [...] verður tó helst ikki so at fólk kunnu keypa ta endaligu vøuna, sigur hann, uttan bara bíleggja hjá teimum, sum so avgreiða tað seinasta á skrivstovuni. Dánjal Poulsen óttast ikki fyri, at tænastur sum [...] heimatelda líkasum ikki kappast við tann roynda ferðaseðlaseljaran á ferðaskrivstovuni. Eitt annað, sum ivaleyst heldur rættiliga fitt av fólki aftur í at keypa á alnótini er hetta, at ein skal skráseta sítt
kemur fyri rættin, so tað ikki skal verða staðfest, hvussu hann hevur farið við fiskimanni í egnari tænastu. Hvør er nú í parti við Jørgen: Tjóðveldisflokkurin! Og hvør stendur nú við hansara lið í royndunum [...] samgonga skal ikki trakkast á tærnar. So heldur lata eyguni aftur fyri slík uppløgd og tilætlað rættarbrot, sum her er talan um. Tað kann í hvussu er staðfestast at hesir báðir flokkar í andstøðu eru í hvussu [...] reisir eisini aðrar spurningar. Ein er hvør skal svíða fyri eini evt. ólógliga umsiting? Skal tað vera tann, sum hevur gjørt seg sekan í lógarbroti, ella skal tað vera tann borgarin, sum hevur fingið eina