Ferðavinnan í nótakasti

Ferðavinnan brúkar í stóran mun teir mongu møguleikar, sum liggja á alnótini. Umframt flogfeløgini hava eisini ferðaskrivstovurnar møguleika fyri at leggja sínar tænastu á alnótina. Ein teirra er Faroe Travel í Havn, har tey ikki kenna seg hótt av »Netbooking«

Faroe Travel fer at leggja ymsar tænastur á alnótina til sonevnt »Netbooking«. Heldur enn at ræðast, at flogfeløgini brúka hesa tænastu, fer ferðaskrivstovan sjálv at bjóða hana út.
Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at enn er ætlanin so stutt komin, at hann einki ítøkiligt leggur í at siga um sjálva tænastuna, tey fara at bjóða út. Uttan tað, at tey fara helst at hava fleiri av teirra vørum til taks á alnótini, soleiðis at fólk sjálv kunnu sita og leggja sær sínar ferðir til rættis heima við hús.
Men tað verður tó helst ikki so at fólk kunnu keypa ta endaligu vøuna, sigur hann, uttan bara bíleggja hjá teimum, sum so avgreiða tað seinasta á skrivstovuni.
Dánjal Poulsen óttast ikki fyri, at tænastur sum »Netbooking« hjá flogfeløgunum fara at taka nakað av týdningi frá ferðaskrivstovunum, sum annars plaga at selja flogferðaseðlar.
?Taka vit eitt nú Atlantsflog, sigur hann, so selur felagið bara ferðaseðlar til sínar egnu rutur á alnótini. Tað er tað einfaldasta, sum tú sjálvur kanst avgreiða har. Ein ferðaseðil frá A til B og heim aftur til A. Skal fólk hinvegin ferðast um hálvan ella heilan knøttin, verður neyðugt við eini feðraskrivstovu, sum kann leggja fleiri rutur saman og fáa flutt fólk og viðføri samanhangandi úr Vágum til Hong Kong. Tað skulu ofta fleiri enn eitt og tvey flogfeløg til, vísir hann á, og tá kann ein heimatelda líkasum ikki kappast við tann roynda ferðaseðlaseljaran á ferðaskrivstovuni.
Eitt annað, sum ivaleyst heldur rættiliga fitt av fólki aftur í at keypa á alnótini er hetta, at ein skal skráseta sítt kreditkort tá keypt verður.
?Har er skjótt at koma skeivt fyri, vísir Dánjal Poulsen á. Er kortið skrásett, renna penganir út, og tú hevur ikki altíð so øgiliga góðan møguleika at koma aftur umaftur, um tú hevur trýst á ein skeivan knøtt og ikki gerst varugur við tað, fyrr enn ov seint er.
Tann skipanin, sum Faroe Travel hevur undir uppsigling, skal væntandi ikki gerast ein slík, sigur Dánjal Poulsen. Hon skal vera bíleggingarskipan, har fólk kunnu biða um ferðirnar, og síðan koma á skrivstovuna at avgreiða endaliga úrslitið. Gjalda og heinta ferðaseðlarnar.
Hóast »Netbooking« er heilt vanligt, er tað ikki nakað, sum hóttir ferðaskrivstovurnar, heldur Dánjal Poulsen.
?Taka vit eitt nú ferðir til Australia, so eru rættiliga nógv tilboð og líka nógvir ymiskir prísir at kanna. Tað er ofta meira, enn privatfólk, sum ikki hava dagligu royndirnar, klára at finna útav, sigur hann.
So alt í alt er hann ikki ræddur fyri, at alnótin við øllum sínum møguleikum fer at forkoma ferðaskrivstovunum, sum vit kenna í dag, hóast broytingar uttan iva fara at koma.


r