Einki úrslit í próvtøkuni

Finaluroyndin á ólavsøku gav einki svar upp á, um hetta var rætta loysnin ella ikki

 

Nú skal broytingin standa sína roynd. Hetta var yvirskriftin á heilsanini, sum FSF bossurin, Torleif Sigurðsson, hevði til fótbólts áskoðararnar ólavsøkudag.

Yvirskriftin sipaði til, at finalan ímillum B36 og KÍ skuldi geva svar uppá, um avgerðin at seta finaluna um løgmanssteypið á skránna ólavsøkudag, var heppin ella ikki heppin.

Svarið til spurningin skolaði burtur í regni og vindi. Tað varð tosað um, at møguleiki var fyri, at øll seks túsund setrini fóru at verða fullsett. Tað vóru ikki fólk í fleiri enn triðja hvørjum setri.

Áskoðararnir komu ikki fyrrenn tætt uppundir dystarbyrjan ella seinni enn so. Hetta og vánaliga veðrið høvdu við sær, at rómin, ið tað var ætlanin, at tónleikur frá popporkestrum og hornorkestrum skuldi mynda saman við fimleikarum, á ongan hátt rakk málinum. Í hátalarunum ljóðaði, at løgmaður undan dystinum skuldi heilsa upp á spælararnar. Okkurt mundi vera galið við samskiftinum ella minninum, tí løgmaður kom ikki fyrrenn 1. hálvleikur var hálvrunnin.


Fótbóltsspælið

Nógv av omanfyri nevnda hevði heilt víst verið øðrvísi, um veðrið hevði verið við og ikki so dyggiliga ímóti.

Fyri fótbólts undirhaldið var stóri spurningurin, hvussu væl spælararnir og harvið liðini vóru fyri. Tann spurningin fekst einki svar uppá, tí líkindini vóru so út av lagi vánalig. Men hóast vánirnar ikki vóru av teimum bestu, so boðaðu nógvu persónligu mistøkini frá, at dystarvenjingin ikki var tann, sum hon helst skuldi verið í finaluni.

Tá finalan fyri nøkrum árum síðani var flutt frá fyrst í august og til síðst í juni ella fyrst í juli, so var grundgevingin tann, at undan summarsteðginum vóru spælararnir í væl betri dystarvenjing, enn teir vóru fyrst í august, tá eingir dystir hava verið á skránni í ein mánað.

Spurningurin er so, um finalan skal flytast aftur frá ólavsøku og ein mánað fram, um eingin summarsteðgur skal vera í landskappingini ? akkurát sum teir gera í Íslandi og Noregi ? ella um ein stuttur summarsteðgur skal vera eftir ólavsøku. Tá tað snýr seg um tað fótbóltsliga, er tað neyvan heppið, at finalan er á skránni, eftir at tað ikki hevur verið telvast í landskappingini í ein mánað.


Veðrið

Omanfyri nevndu spurningarnar ber tað til at tosa um og gera metingar og niðurstøður um. Verri er tað, tá tað snýr seg um veðrið. Tað ber til at tosa um veðrið, men tað ber ikki til at gera nakað við veðrið.

Spurningurin er kortini, um tað ikki ber til í skránni at leggja upp fyri, at veðrið ikki er til at spæla finaluna. Ólavsøkudag hoyrdist í Gundadali, at møguleikin hevði verið upp á tal, at finalan skuldi útsetast til mánakvøldið. Kortini varð spurningurin ikki viðgjørdur.

Men tað hevði kanska verið upp á sítt pláss ? um ætlanin er at halda fram við at spæla finaluna á ólavsøku ? at umrøtt, um finalan skuldi verið á skránni ólavsøkuaftan. Áhugin fyri dystinum hjá HB ímóti Hvidovre var so mikið lítil, at tað er nógv, sum bendir á, at vinardystir av hasum slagnum skjótt verða ein saga blott.

Um finalan var á skránni ólavsøkuaftan, so hevði sami møguleiki verið fyri útseting, sum er í kappróðrinum. Fyri einari fjórðings øld síðani gjørdu teir í Róðrarsambandi Føroya av, at allir kappróðrarnir skuldu vera leygardagarnar á stevnunum. Frammanundan var tað annars vanligt á fleiri stevnum, at kappróðurin var á skránni sunnudag.

Orsøkin til broytingina hjá RSF var, at um tað ikki viðraði at rógva leygardag, so skuldi vera møguleiki at útseta róðurin til sunnudag. Hetta hevur onkuntíð verið neyðugt, men tíbetur hevur tað verið sera sjáldan.