Leggja einki í arbeiðaran

Uppskotið um broyting av dagpeningaskipanini var til fyrstu viðgerðar í Løgtinginum í gjár. Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at samgongan hvørki førir arbeiðara- ella sosialpolitikk, og tí væntar hon ikki, at uppskotið verður samtykt

? Tjóðveldisflokkurin, ið rópar seg arbeiðaraflokk, hevur langt síðani gloymt arbeiðarafjøldina. Tað einasta, ið um ræður, er at loysa, og so kann restin gera tað sama. Hetta er ikki politikkur, ið arbeiðarafjøldin framhaldandi kann stuðla.

Hetta eru orðini hjá Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, í sambandi við, at uppskotið hjá andstøðuflokkunum um at broyta dagpeningaskipanina soleiðis, at tey tímaløntu fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi, í staðin fyri frá triðja sjúkradegi, eins og nú er galdandi.


Fyrsta viðgerð

Uppskotið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í gjár. Hetta var júst meðan blaðið varð prentað, so ikki bar til at fáa at vita, hvussu undirtøkan fyri uppskotinum var. Men sum Sosialurin skilir, kann ikki væntast, at samgonguflokkarnir taka undir við uppskotinum.

Fólk í Tjóðveldisflokkinum halda ikki, at tað almenna skal gjalda dagpening til tey, ið ikki kunnu møta til arbeiðis í ein ella tveir dagar. Tí vísa tey á, at talan ikki er um eitt sosialmál, men ein spurning millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Og tíkskil halda tey, at um dagpeningaskipanin skal broytast, so skal arbeiðsgevarin gjalda ein part av kostnaðinum. Sostatt kann ikki væntast, at Tjóðveldisflokkurin fer at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum.


Undanførslur

Ingeborg Vinther heldur, at grundgevingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum ikki eru annað enn tær beru undanførslur. Hon vísir á, at lógin um dagpeningaskipanina kom í 1977, og tá kom Fólkatingið við tí uppskoti, at arbeiðsgevarin skuldi gjalda 20 prosent av dagpeninginum. Men soleiðis var ikki. Føroysku myndugleikarnir ynsktu, at landið skuldi rinda allan peningin.

? Í veruleikanum hevur Tjóðveldisflokkurin havt 22 ár til at broyta dagpeningaskipanina í, soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar ein part. Men einki er gjørt fyrr enn nú, tá uppskot kemur frá andstøðuni um, at broyta skipanina. Hetta vísir bara, at sokallaði arbeiðaraflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, bara vil forða fyri, at uppskotið kemur ígjøgnum. Veruleikin er, at Tjóðveldisflokkurin als ikki tænir arbeiðaranna søk, og tískil gevi eg einki fyri politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.

Ingeborg Vinther heldur, at tað væl hevði borið til hjá Tjóðveldisflokkinum at samtykt uppskotið hjá andstøðuni, fyri at javnstilla tey tímaløntu við tey fastløntu, ið eru lønt av landinum. Síðani kundi Tjóðveldisflokkurin komið við einum broytingaruppskotið seinni, ið innibar, at arbeiðsgevarin skal rinda ein part av dagpeninginum.


Mismunur

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag er ikki sørt ørg inn á Tjóðveldisflokkin. Hon heldur, at flokkurin ger stóran mismun á teimum fastløntu og teimum tímaløntu, tá teir syrgja fyri, at tey fastløntu verða tryggjað í sínum arbeiði og harafturat fáa fulla løn frá fyrsta sjúkradegi.

? Arbeiðarapolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er at lata tey tímaløntu hanga í leysari luft. Tískil hóskar hann væl saman við Fólkaflokkinum, sigur ein avgjørd Ingeborg Vinther. Hon vísir á, at arbeiðarafeløgini mugu gera bart sum skjótast.


Landsstýrið arbeiðir ikki við málinum

Ingeborg Vinther heldur tað vera fjas, tá sagt verður, at Landsstýrið arbeiðir við málinum um dagpeningaskipanina. Tí, ein nevnd varð einaferð sett til at koma við uppskoti um nýggja dagpeningaskipan, men hendan nevndin hevur ongan fund havt síðani desember í 1998. Og hetta heldur Ingeborg ikki vera nógv arbeiði. Hon sigur, at hon við vissu kann siga, at eingin fundur hevur verið í ár, tí hon situr sjálv í hesi góðu nevnd.

? Tá nevndin varð sett, fekk hon at vita, at hon skuldi skunda sær, tí hon skuldi vera liðug áðrenn freistin at leggja uppskot fyri tingið var úti. Hetta gjørdist ov stuttfreistað, um nevndin skuldi gera eitt gott arbeiði, og tí fekk hon longri tíð, men síðani tá er einki hent. Hetta vísir, hvussu lítil áhugin er fyri at betra um kor teirra tímaløntu í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther at enda.