Minna útlendsk skip á reinføri á sjónum

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara, sum skal kunna útlendsk skip um, at havið skal ikki brúkast sum køstur

Burtursæð frá teimum føroysku skipunum eru nógv útlendsk skip við Føroyar, og tí hevur Umhvørvisstovan hildið tað vera neyðugt eisini er at minna hesi skipini á, at burturkast, olja o.a. ikki skal koyrast á sjógv, og at havið ikki skal nýtast sum køstur.

Tí hevur Umhvørvisstovan nú gjørt ein faldara um hetta á enskum og russiskum.

Í faldaranum er stutt kunning um tað skaðiliga við, at burturkast, olja og annað verður koyrt í havið. Eisini er yvirlit yvir galdandi lóggávu á økinum, viðkomandi telefonnummur, teldupostbústaðir og annað við í faldaranum.

Faldarin er nýliga sendur til umboð fyri útlendsk skip, sum koma til Føroya, umframt havnarskrivstovur og onnur.

Hetta er annar faldarin um burturkast frá skipum. Tann nfyrri, sum eitur ?Koyr ikki á Vestfallið? kom í 2006.