leggjast afturat, at Lise, abbadóttir John Effersøe, beiggja Oliver, hevur sent fleiri myndir av ættini í Danmark, m.a. av mostrini Kammu og hennara tveimum synum, sum lótu lív í týskari hertænastu undir krígnm [...] Danmark. Eisini fekk røðan eina góða umrøðu í donskum bløðum, og fekk hetta sjálvandi Tingakross at skúma av øði, meðan Dimmalætting fegnaðist. Hans Jacob Debes heldur, at Oliver Effersøe var frammanfyri sína [...] á í hesum taktikki. Poul og Rasmus búðu saman úti á Reyni. Hans Jacob Debes skrivar, at tað er ein av stóru gátunum í føroyskum politikki, at hetta bar til, tí Rasmus verður roknaður sum andaligi faðirin
26 børn fødd í 1995 var talið 25, og soleiðis hava tølini ligið støðug tað mesta av nítiárunum. Og tað, sum farið er av árinum í ár, vísir, at gongdin heldur fram og støðan verður ikki frægari í ár. Frægari [...] verður meiri enn 2/3 av tí, sum tað plagdi. Men hetta verður eisini annað árið á rað, at talið á børnum, sum verða fødd til syðru helvt í Suðuroy, ikki verður meiri enn helvtin av tí, sum tað plagdi vera [...] fólk. Og eisini higartil í ár eru tvær ferðir so nógv fólk deyð, sum tað eru børn ið eru fødd. Tá ið fólkatalið so ikki minkar meiri, stendst tað av, at tað er ein ávís tilflyting til tær ymsu kommunurnar
manninum, smyr uppvaskisápu á fingurin og togar hann av. Buksur og undirbuksur verða kliptar av, men onkur pløgg verða tikin av í heilum líki og løgd saman av einslistum til tey avvarðandi. Nú er maðurin nakin [...] hjálpir tað at lessa av upp á konuna. Eg havi ongan annan, avdúkar Kári eyðmjúkliga. Brádliga breiðir angin av sápu seg oman yvir líkluktin í rúminum. Tað er Ove, sum skrubbar líkið av einslistum við eini [...] infarkt«. Tað er, at vevnaður nýliga er oyðilagdur av blóðtøppi. Deyðsorsøkin kann so statt vera ein samanseting av, at hjartað er ov nógv vaksið orsakað av æðrakálking í kroppinum, og at eisini æðrarnar í
Fyri at fáa prógvini at passa til ein einsamallan skjútta, mátti eina av teimum trimum kúlunum, sum Warren-nevndin gjørdi av var talið av skotnum kúlum, fara inn gjøgnum nakkan á Kennedy, út gjøgnum hálsin [...] miðjuni sita guvernørurin fyri Texas, John Connally (hm) og konan (vm). Førari av bilinum er William Greer og við síðuna av situr Special Agent in Charge fyri bilafylginum, Roy Kellerman. Eftir fylgdi ein [...] endar við, at alt bakhøvdið á Kennedy verður blást út. Bert ein av teimum um 20 SS-agentunum reageraði upp á skotini. Clint Hill leyp av »follow-up« bilinum og rann fram til forsetabilin, har hann trýsti
B36-økið burtur av. Niðriundir sita sigursæl viðhaldsfólk, meðan vakrar gentir fylla hinar stólarnar. Nógvar av teimum eru har í vónini, fyri at komu í tal við onkrar av leikarunum. Har eru fitt av leikarum. [...] Føroyum. Tá lítið av flatari jørð var tøk máttu føroyingar gera nøkur ekstrem tiltøk, fyri at fáa til vega ein grasvøll. 50 tons av dynamitti vóru nýtt fyri at spreingja burtur eina rúgvu av klettum og steinum [...] við at arbeiða við síðunnar av. Sum oftast í fiskiídnaðinum. Fiskivinnan er kongurin í Føroyum. 97% av føroyska útflutninginum eru fiskavørur. Ferðafólk, sum eru troytt av náttúrliga vakurleikanum í oyggjunum
Tað er søguliga og hagtalsliga staðfest, at nógv, nógv fleiri fólk eru deyð sum úrslit av verðsligari ideologi enn sum úrslit av religión. Har verðsligar (ofta antitheistiskar) ideologir hava verið ráðandi [...] Mín fatan er ikki at fólkaræði og mannarættindi eru úrslit av kristindómi einans, men at kristna trúgvin hevur havt stóra ávirkan á menning av fólkaræði og mannarættindum. Firouz sigur, at fatan mín um [...] hvørt sum kristna trúgvin vann frama í Rómverjaríkinum, vaks talið av trælum, sum gjørdust frælsir. Kvinnurnar fingu betri sømdir sum úrslit av teirri kristnu menniskjafatanini. Kristindómurin var eisini sentral
klútateppið av religiøsum, religiøst-sosialistiskum og teokratiskum rørslum eitt nú í Miðeystri, í Suðuramerika og í USA. Henda grein er sera greið, hon tykist skrivað út frá einum yvirskoti av vitan um evnið [...] helst rætt, eg haldi meg tó hava lisið, at henda lóggáva í eini vissari vídd er eitt slag av uppískoyti, skapt av seinnu tíðar islamskum skriftlærdum, tí sonevna ulama. Í hvussu so er, hevur í Islam í øldir [...] hann førir fram, og fari, nettupp av virðing fyri honum, at siga hví. Ikki tí, tann akademiska viðgerðin, har greitt verður frá átrúna sum natúrligum og loyvdum parti av tí politiska rúminum og m.a. víst
máttu játta, at tey hoyrdu til ein lægri stætt av menniskjum, ið einki virði og onga framtíð hevði. Av hesum mismuni, framdur av profeti islams, vendu 99% av teimum arábisku kristnu sær til islamsku trúnna [...] Saudi Arabia, Palestina, Nigeria, har álop, brenning av kirkjubygningum, hópneyðtøkur, dráp, ræning av húsum og jørð og so víðari er ein partur av gerandisdegnum hjá kristnum. Hvussu vit teimum mongu blaðungu [...] tvingsilsgift við drápsmanni mans hennara. Lítið ella einki av hesum verður so mikið sum nevnt í fjølmiðlum, hvørki sjónvarpsrásum, bløðum ella av stjórnum okkara í dag. Øll vilja tey tekkjast muslimsku vinum
ið vit frysta fastan og oyðileggja sum part av eini livandi mentan, sum ikki kann endurskapa seg sjálva. Slíkar »myndir« av mentanini eru sum »stillmyndir« av tí óupprunaliga og deyða, tá vit hugsa um, [...] fyribils stríð, tí hetta slag av andsøgn ímillum siðir og tað modernaða er eitt støðugt og varandi eyðkenni við samfelagnum í dag. Orsøkin til hetta er, at ymiskir partar av mentanini broytast við ymiskari [...] um okkurt annað. Um nakað er »typiskt føroyskt«, so er tað, at vit eru ómetaliga upptikin av hvørji vit eru, av samleika og mangan eini vónleysari og høpisleysari leitan eftir hvørji vit »veruliga« eru
somu tíð sum hon í brotum tekur kjakevnir av ymsum slagi upp. Høvundurin er eitt av fremstu skaldum í nútíðar svenskum bókmentum, og »Lord Nevermore« er eitt av hennara høvuðsverkum. Hitt svenska uppskotið [...] (1993), »Erobreren« (1996) og »Oppdageren« (1999) verður mett sum eitt av frægastu verkum í norðurlendskum bókmentum í seinna parti av tjúgundu øld. Tað hevur verið nógv skriving um, hví hann ikki er stillaður [...] har ein av fremstu høvundum, Henrik Stangerup, ikki var keisarans vinur, og tískil hevði ilt við at sleppa upp í part, tá ið tað snúði seg um norðurlendsku virðislønina. Hann bleiv við neyð og deyð skotin