Tað vóru teoretikarar, ið fyrihildu seg til ídnaðarkollvelting-ina, sum skaptu hugtøkini um miðdeplar og útjaðarar. Onkur meinar, at tað vóru hesir, ið lærdu ella vandu okkum við at hugsa soleiðis, at øll lond hava týðandi ídnaðarøki og hin partin, ið skuldi útvega rávørur. Henda leið skapti urbaniseringina, tí modernaða lønarbeiðið varð miðsavnað.
Tað sama hendi í Føroyum, at bygdir sum Klaksvík, Fuglafjørður og Tvøroyri vuksu við eini øgiligari ferð, meðan útoyggjar og smábygdir um allar Føroyar minkaðu í fólkatali og nærum avtoftaðust. Býurin vann, bygdin tapti í hesum tíðarinnar leiki. Sentrum vann og útjaðarin tapti. Torført er enn í hesum tíðum við alnót og øðrum hentleikum at fáa fólk at vilja búgva og arbeiða í smáum bygdum, tí gerast randarøki ikki kappingarfør.
Sjálvandi hava vit skapt hugtøkini um sentrum og periferi, og vónandi er tað gjørligt at kt-serføðingar fara at búseta seg í Fugloy alt árið, men tað er enn ólukksáliga langt frá hesi "visión" og fagrari ástøði til veruleikan. Politiskt, økonomiskt og mentunarligt vald eru, fyrr sum nú, miðsavnað í høvuðsstøðum. Á einum størri skala eru randarøki sum Føroyar ikki tey sum fáa part í einum brølandi moderniteti og modernaðari menning, sum vit hava í Berlin, Paris, London og New York. Standandi frammanfyri hesum kunnu vit her í Føroyum og tey sum sita í Norðurlandaráðnum gráta okkara søltu tár.
Frá avvísing til hvussu skal eg bera meg at?
Mín tulking ber ikki brá av folklorisering og setir ikki at hálova hesum, at vit eru fjarskotin, at vinnuvegir okkara eru alt ov tengdir at náttúrutilfeinginum. Tí vit standa yvir fyri eini fjøld, ið er lokaliserað, samstundis sum hon er bundin av siðum. Vit eru fyri eini 80-90 árum síðani farin út um tað lokala og rurala og tá gjørdust vit ein modernað fiskivinnu- og veiðumentan. Men í dag er neyðugt at fara víðari, at tora at orða nakað av hesum, sum kemur inn á okkum, tí alheims rák boða økta:
? einstaklingagerð
? modernitet
? globalisering
Tað hjálpir ikki at vísa øllum hesum frá sær, og at venda tí bakið. Neyðugt er, at vit læra okkum at síggja realistiskt at støðu okkara, har fávitskut og lítilsverd hálovan av øllum serføroyskum støðgar og vit tora at seta spurningar, so sum hvat gera vit við hetta? Nationalromantikkur má víkja fyri realismu, myta og folkorisering fyri skynsemi. Tí spurningurin er, hvussu varðveita vit nakað av siðum okkara uttan at steingja nýhugsan úti? Hvussu rógva vit mótvegis einum øktum modernaðum samstarvi við Norðurlond, Europa og øllum heiminum? Og hvussu tryggja vit okkum, at útjaðarar, sum hann vit liva í, ikki skal sigla vandasjógv, kanska eini 10-15 ár aftan fyri tey stóru londini í Europa.
Allar loysnir eiga at taka fram viðurskiftini millum elituna og fólkið, tí vit her í Norðurlondum hava enn tað til felag, at vit ikki vilja selja vælferð okkara. Í hesum tíðum, har vitan gerst ein vøra, meiri enn fyrr, kann tað enda við, at bert tey ríku koma at fáa góðar og dýrar útbúgvingar frá Harward, Oxford og slíkum støðum. Tað er gleðiligt at lesa bókina: "Coping Strategies in the North - Local Practices in the context of global restructuring" frá 1998. Har samfelagsgranskarar, sum Gestur Hovgaard og aðrir royna at svara júst hesum spurningum.
Modernitetur
Heimsmyndin, sum ídnaðarkollveltingin skapti, var moderniteturin, ella hetta hugtak innan samfelagsgransking og hugvísindi og við økta samskiftinum í dag er á ein hátt gjørligt at hava veruligar visiónir um at tunt fólkað øki kunnu vera við í kappingini. Í hesi bók tekur granskarin Jørgen Ole Bærenholdt (RUC) til, at peningur og førleikar eru illa býttir, har regiónir og útjaðarar eru fyri vanbýti - har tey sum vinna fram er u altjóða feløg og ein elita, ið býr í stórbýum. Her koma nýggj mørk millum fólk, enntá frá sama samfelag, tí vitan er ikki deild javnt. Gestur Hovgaard hevur eina áhugaverda grein, har hann byggir á ymiska ástøði m.a. um globalisering, har hann siterar Reich, ið tosar um hetta at kunna velja, hvar man vil liva, ið ikki øll kunnu. At velja stað, er tað ið er gjørligt hjá eini elitu av symbol analytikarum. Hesi eru ikki territorial og handla á einum globalu leikpalli. Hetta er ikki tað sama sum at siga at lokalsamfeløg eru støð fyri taparar.
Sosiologi
Taka vit fyrst sosiologisku brillurnar á høvdið, so er føroysk mentan - millum siðir og altjóðagerð. Anthony Giddens helt fyri í 1991 um munin á siðum og tí modernaða, er at
»Siðir samskipa okkara felags minni (?) Allir siðir hava verndarar, ið tulka og umsita siðirnar (?) Modernaða samfelagið er ikki statiskt, men dynamiskt, ikki siðbundið, men refleksivt og modernað?«
Jørgen Knudsen í Danmark tók eisini til:
»Samfelagið áðrenn tað modernaða var statiskt, snævurt, trongskygt og afturlatið, serliga tí so fá tosaðu fremmand mál, men mest av øllum tí at gamlir siðir hava havt so ovurhonds stórt vald (?)Tjóðskaparligir samleikar fremja ikki tryggleikan, men eina ógvusliga og vreiða dreymasjón um tryggleika (?)«
Tað modernaða menniskjað er bæði mobilt geografiskt og sosialt, men ikki minst er tað æviga refleksivt. Giddens tekur til, at nærum einki er givið av sær sjálvum í dag. Vit noyðast at endurskapa meiningar allan dagin í einum post-siðbundnum samfelag, ið skapar ein nýggjan refleksivitet og brúk er fyri einum nýggjum formi fyri intimiteti. Thomas Ziehe heldur fyri, at serliga ung fólk hava mist evni til nærleika og meining, í einum samfelag sum kanska er "post-ektað." Vanlig virði kunnu ikki brúkast, og enn ikki er tað gjørligt at gera upp við vanlig virði, tí tað gjørdu foreldrini, hetta meinar hann kann leiða til ekstremismu og fundamentalistiskar submentanir.
Føroyar millum modernitet og siðir
Moderniteturin er fullur av mobiliteti, rørslu og møguleikum. Ein útlendskur eygleiðari ferðaðist í Føroyum herfyri, og niðurstøðan hjá viðkomandi um føroyska nútíðarmentan var, at tað var sum um føroysk mentan meiri enn aðrar staðir í Norðurlondum var í broyting. Gamlir siðir og sosial mynstur tyktust vera í uppbroti, og fólk heldur óttafull, ivandi ótrygg um siðir og lívsstíl. Serliga góð dømi eru t.d. brúðarsiðir fyrr og nú. Hetta er nakað sum søguprofessarin og fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen arbeiðir við og hevur tosað um í útvarpinum.
Baumann helt herfyri, at leitanin eftir einum endaligum samleika, er sum ein leitan eftir einum knaga, har vit kunnu hanga ótta okkara á. Ein leitan eftir einum føstum felagsskapi í eini flótandi verð er ein aftursøgn. Áhugi føroyinga savnast í størri mun í hesum døgum um hvørji vit eru? Hvat vit skulu gera? Moderniteturin tykist seyra inn ígjøgnum hvørja sprekku og vit eru í vanda fyri at gerast ovurrefleksiv eina løtu. Og hinvegin fastlæsa vit mangan eina serliga løggilda almenna útgávu av »føroyskari mentan«. Men vit føroyingar eru hvørki eins, ella í eini statiskari javnvág. Føroyar eru sum øll lond fylt við stórum mótsetningum, sum øll onnur lond (til alla lukku) eisini eru. Okkum nýtist ikki at ræðast, at vit eru ymisk. Vit hava sum øll lond í heiminum í dag eitt heitt og mangan snarsint kjak um nýtt og gamalt, um siðaarv og siðvenju mótvegis tí modernaða.
Felagsskapir
Broytingin frá tí siðbundna til tað modernaða er ikki bert eitt hissini ella fyribils stríð, tí hetta slag av andsøgn ímillum siðir og tað modernaða er eitt støðugt og varandi eyðkenni við samfelagnum í dag. Orsøkin til hetta er, at ymiskir partar av mentanini broytast við ymiskari ferð. Okkurt vil altíð vera eldri enn okkurt annað, sum vit mangan enda við at tilnevna »upprunaligt« og siðbundið. Skjótu broytingarnar í heiminum, í samfelagnum og í vanliga lívinum hjá okkum øllum skapa eina mentanarliga mótreaktión, ið kann bera brá av eini ávísari afturtrá. Hetta er mest sjónligt í serligu jagstranini eftir tí upprunaliga, eftir reinleika ella onkrum, ið er serliga gamalt. At fyrihalda seg til globaliseringina er at skapa eina refleksiva tilvitan hjá tí einstaka um nýggj sløg av viðurskiftum, eisini millum fólk sum heild. Mátar at virka kunnu vera at hetta endar sum ein søga um at verja borg móti árinum, og leita fram okkara tjóðarsamleika sum brynju og okkurt upprunaligt, gerast vit veik. Ein slík leitan er - sum norski antropologurin Thomas Hylland Eriksen heldur argandi rópar - ein modernað leitan, ið ber brá av aftursøkking. Á henda hátt kann ein heil mentan enda sum eitt stórt fornminnis- og tjóðminnissavn, og ein slík gongd er ikki mennandi, men er í longdini ósamanhangandi og ofta mangan beinleiðis skaðilig. Og tá ið tað essentiella ella tað veruliga føroyska er funnið, er tað ikki upprunaligt meira, tí tá gera vit tað til eina traditión ella ein sið, ið vit frysta fastan og oyðileggja sum part av eini livandi mentan, sum ikki kann endurskapa seg sjálva. Slíkar »myndir« av mentanini eru sum »stillmyndir« av tí óupprunaliga og deyða, tá vit hugsa um, at mentan má vera livandi og virkin. Ein deyð mentan er ikki mentan, men søga.
Typiskt føroyskt
Áðrenn vit kunnu gera okkum vónir um at dagføra okkara norðurlendska samstarv, eiga vit at royna at svara spurninginum um, hvat er »typiskt føroyskt« - áðrenn vit fara til nýggju Norðuratlandsbryggjuna at sýna fram mentan okkara og útnorðursamleika okkara. Men her má einki endaligt svar finnast. Altíð leggur manningin seg á annað borðið, at dragsa útlendskt góðs innanborða, til hugtakið um eina reina føroyska tjóðarskútu fer til botns lastað vil alskyns kendari og ókendari mentanardýrd. Hugtakið um »tað føroyska« sjálvt vísir ikki aftur á ella refererar til nakað ítøkiligt, nakran lut ella ávísan grip uttan fyri hugtakið sjálvt. Soleiðis eru kjak um føroyska mentan tað, sum í seinasta enda »skapar« mentanina, ið bert finst, tí fólk eru samd um, at mentanin finst, í einum ávísum hami, inntil vit eru samd um okkurt annað.
Um nakað er »typiskt føroyskt«, so er tað, at vit eru ómetaliga upptikin av hvørji vit eru, av samleika og mangan eini vónleysari og høpisleysari leitan eftir hvørji vit »veruliga« eru einaferð med alla. Ein orsøk til, at mentalívið kann gerast nalvaskoðandi í útnorði, er at man vil vera pereferi, vil hava ein forfjónaðan samleika og ikki vil velja at bjóða heiminum innum. Betri enn at gráta, er at tora at hyggja veruleikan í eyguni. Eg haldi ikki, at føroyingar, íslendingar ella grønlendingar fáa nakað burtur úr at byggja pakkhus, teir fáa einki úr at møtast, um tað bert er fyri at staðfesta teirra anti-modernitet og hatur til alt modernað. Tey ungu koma helst ikki við allíkaval, - tey ferðast til New York og Berlin, meðan øll elitan av professionellum nordistum sita og kóla sum høna yvir eggi, meðan heimurin fer brølandi framvið. Um hetta við Bryggjuni í Keypmannahavn vil eg ikki siga meiri enn sitera Thomas Hylland Eriksen:
»Um mentan er tað sama sum folklorisering og romantisering av einari kámari mystiskari fortíð, savnkendum ritualum og yvirgangskendum goyggi um mark og reinleika, so er upp á tíðina at berjast fyri mentanarloysinum.«
Tá vit tosa so flott um eina "aðra" heimsmynd í útnorði, er hetta ein heimsmynd, ið kann vera heldur idealiserað, ómodernað. Henda heimsmynd hálovar náttúruni og grundleggjandi elementir sum vatn, eldur o.s.fv. Men tað er ein mátt, ein anakronistiskur longsul eftir heimstaðinum aftan fyri, eftir at gera Føroyar til eitt bygdarmuseeum.
Konklusión
Mín visión er ein visión, ið lænur bæði frá Goethe, sum tosaði um, at vit her í lívinum eru noydd at tora at doyggja fyri at broytast, annars gerast vit syrgnir gestir á hesi jørð. Hetta sum Ovid eisini helt fyri. Soleiðis at vit:
-Menna ein samleika, har man skapar felagsskapir og norðurlendskt samstarv, sum klárar at skapa nýggj sløg av sosialari menning, sum kann fáa endarnar at røkka saman millum lokaliserandi streymin og tað post-siðbundna globaliseraða menniskja.
-At vit sum í søguni eru opin fyri umheiminum, og ikki verja okkum mótvegis ES, alheiminum, Europa ella nøkrum øðrum.
-Eg ræðist ikki globaliseringina, heldur at vit koma at ignorera hana, gloyma hana og missa hesar møguleikar av hondum. At vit í samstarvi og serliga í útnorði, ikki uppbyggja eitt heimstaðarglorifiserandi defensorat, ið hálovar tí folkloristiska og ómodernaða.
-Tí sjálvandi kann útjaðarin gerast eitt hugkveikjandi element í Miðeuropa, men hetta skal byggja á opinleika mótvegis umheiminum, og at vit fáast við at viðgera og seta orð á árinini globaliseringin hevur.
-Neyðugt er at skapa eina javnvág og ein sosialan stabilitet, sjálvt um vit eru mitt í eini broyting (stability within change).
Føroyingurin gekk risafet móti framtíðini, tá Norðurlandahúsið lat upp. Tað næsta risafetið trúgvi eg, um eg skal spáa eina dagføring av Norðurlandahúsinum, at um eini 20 til 40 ár er hesin stovnur broyttur til eitt Europa og alheimsmentanarhús í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi fyri at geva okkum útjaðarafólkum ein feril av, hvat gongur fyri seg í hesum øki. Ein veldig útgáva, ið hevur flog, sum meiri hevur flogið av Europa av alheimi her í Føroyum.
Eg vil enda við orðunum hjá Piet Hein, har hann sigur um Norðurlond í yrkingini: Åbent for verdens vinde, ella
"Opið fyri heimsins vindum.
Liggur tú ljósa land.
Jørðin, er heimstaður tín.
Fevn hana har tú kanst.
Heimurin hevur eingin mark.
Sjálvt ert tú bert ein klangur
ið tónar við í øllum
mannaheimsins sangi"
Her eru Norðurlond og helst eisini útjaðarar ljós lond, har jørðin er heimstaðurin vit eiga at fevna, tí heimunin hevur eingin mark - tí sjálvi tóna vit við í øllum sanginum hjá øllum menniskjum.
Bøkur:
Coping Strategies in the North - Local Practices in the context of global restructuring. 1998.
Nostalgi og Sensationer -Folkloristisk perspektiv på Mediekulturen. (red.Torunn Selberg). 1995.
Kultur på Färöarna. Notiser, Bidragsfördeling. Statens kulturråd. Tidsskrift. Nr. 1-2 1991.
Nationella identiteter i Norden - ett fullbordat projekt? (red. Anders Linde-laursen & jan Oluf Nilsson. 1991.
Frantz Wendt: "Cooperation in the Nordic Countries. 1981.
Steffan Carlén: At ställa ut kultur - om kulturhistorisk utställningar under 100 år. 1990.
Samarbebete Nordisk Styrka. Nordisk Minsierråd. 2002. (faldari).
Oppet för världens vindar. Nordisk Ministerråd. 2002.
Nordisk Samarbjdsorgan - Institutions of Nordic Cooperation. 2002 (www.norden.org)
Mitt i havet, Mitt i Norden - Nordens Institut på Åland 10 år. 1995
Gør Norden synlig! - En håndbog om at informere. Nordisk Råd og Ministerråd. 2002.
Rapport fra kulturkonferansen -Nordisk kultur - Nå eller aldri. Åbo Finland 27-29 nov. 1992.
Frihetens Källa - Nordens betydelse för Europa. en antologi (red. Svenolof Karlsson). Nordisk Råd, 1992.
Edward Said: »Intellectual Exile - Expatriates and Marginalse«. 1993
Pierre Bourdieu: »Texter om de intellektuella«. 1992
Zygmunt Baumann: Globalisering - De menneskelige konsekvenser. 1999.