andaliga og tónlistarliga til hetta, og tí rungar lovsangurin í høll hetta leygarkvøldið. Árliga ungdómsstevnan hjá Ebenezer við heitinum "Hvat er lívið?" er í gongd, og ungdómar úr øllum landinum og í øllum [...] áhugaverd, og tað er altíð stuttligt at møta nógvum fólki, sum eg kenni frá fyrr av. Og so er tað altíð sera gott at hoyra boðskapin um Jesus. - Tað er slíkt sum ger, at ein ynskir at koma aftur og aftur, [...] ári síðani. Mette hevði búð í Føroyum í nøkur ár, og tey møttust í Havn. - Hetta hendi umvegis nakrar felags vinir, og í dag eru vit so gift, sigur Leif og brosar móti konuni, sum situr undir liðini á honum
gleðir seg nógv til aftur at sleppa at seta seg niður og hyggja út yvir Tórshavn, at uppliva føroysku náttúruna hesa ársins tíð og at hitta alt vinfólkið og skyldfólkið aftur. Hann greiðir frá, at Føroyar veruliga [...] hann. Bæði eg og daman hjá mær gjørdust heilt bitin av Føroyum. Hvussu var uppliviningin at spæla á G! í summar? Upplivingin í summar var heilt fantastisk. Vit vóru har í eina heila viku og upplivdu ótrúliga [...] vika. Sjálv konsertin var eisini heilt serlig. Vit høvdu alla vikuna gingið og skeitt oman á sandin, sum gjørdist størri og minni alla tíðina. Vit hugsaðu okkara, um hvussu tað fór at enda við konsertini
miðilin, sum skaldskapur í bundnum máli fyrst og fremst livdi í og varð varðveittur ígjøgnum. Kvøðing og dansur hoyra saman men kvæðini eru tað avgerandi, og dansurin er ikki til uttan tey. .......//... [...] staðfesta, at við hesum kvæða- , dansi- og tónleikasiðum, hava vit varðveitt føroyska málið, mentanina og eitt serstakt fólk. Júst hendan søgan er sera spennandi og ótroyttað. Og ofta verður spurt: ”Hví eru føroyingar [...] dagsins samfelag, og tað skula vit sjálvandi brúka, menna og varðveita. Nógvar ótroyttiligar eldsálir hava arbeitt fyri tónleikinum, føroyskum dansi, kvæðum, skjaldrum og vísum, Kingo og øðrum siðbundnum
undirhildu við skemti og lokalum tættum. Men tónleikurin var ikki sleptur, og Robert fann saman við Jákup Thomsen og Ólavi Magnussen, sála. Teir spældu í Vági og kring landið, og eisini kom út single-pláta við [...] Jákup og Ólavi. Tónleikalíga hevur Robert verið í so mongum vási: Red Boys, Faroe Boys, Robert og Jógvan, Paragraf og Robert og Vinmenn. Í fleiri førum hevur sonurin Jón verið við á bassinum. Og Robert [...] seinni til Havnar at búleikast og fór at gera Barnaútvarp, og hevur annars í útvarpshøpi roynt seg á mongum økjum. Innan barnaútvarp, sum tónleikarari og vísu- og táttasangari og hann hevur eisini sjálvur gjørt
framtíðar almannaskipanir og framtíðar eldrarøkt, um virkisætlanir fyri børn og ung og fyri fólk við skerdum førleika, um bústaðarpolitiskan reform, um framtíðar heilsuverk og um fólkaheilsuætlanina, sigur [...] har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan, eins væl og samhaldsfestið millum øll, verður sett í hásæti. Og víðari verður sagt, at sama, hvør sosiala og persónliga støða borgaranna er, skal teimum [...] í almanna- og heilsumálum sigur, at grundarsteinurin um vælferð stendur í eini serstøðu í visjónsætlanini. - Vælferð er ein víðfevnandi og tungur grundarsteinur, samanborin við hinar, og tí verður eisini
ella ikki, eitur tað ?leiligheit? og ?virkeligheit? og ?snedugt?, tí soleiðis siga Elling, Kjell Bjarni og Randi, og tí ber tað ikki til at siga nakað annað . Málburðurin og dialogurin í leikinum er tann mest [...] andi práti og primitiva humori og málburði rópar til himmals av ?undirklassa? í okkara eygum ? ikki júst tað, Jana ella vit onnur vónaðu, at Elling og Kjell Bjarni fóru at finna. Vanvart Og hvat um tað [...] havragrýnspakkar í handlinum og misskilur umrøðuna, ið stendst av hesum í bløðunum? Hetta er fyrst og fremst søgan hjá Elling og Kjell Bjarna um teirra vinarlag, eydnu og nøgdsemi ? ein vanvard søga sum
spælt nógv saman. Í ár eru tær lidnar á skúlanum og liva nú tónleikadreymin út, og tað gera tær væl. Uttan smædni og við eini ótrúliga vælupplagdari og charmerandi framførslu megnaðu tey trý at geva teim [...] føldu vit betur fólkið, komu nærri at teimum, og á henda hátt bleiv stemningurin betur og samskiftið við áskoðararnar nógv betur og tættari, greiður Heini frá. - Og tað var sanniliga góður stemningur frá byrjan [...] ”Undskyld (Jeg Var Fuld) og lagið hjá The Dreams ”Murderers”, og tað riggaði væl. Rapparaattitudan og tónleikurin hjá bólkinum komplimenteraðu merkverdiga væl hvønn annan, og góvu konsertini eina aðra
hvørjum króki í landinum, útgerðin goldin, og spæli- og ferðamøðin segði frá, eins og lívið kravdi meira og annað, enn at frítíðarítrivið fylti alla avlopstíð. Knappliga hendi ymiskt, ið setti Føroyar á tónl [...] frá barnsbeini country og rock. Chet Atkins og aðrir gjørdust síðani fyrimyndir, meðan Led Zeppelin, Beatles og Hendrix eisini gjørdu sítt. Men so hoyrdi hann meistaran Segovia, og kann ein næstan siga, [...] sindur meira, gav Edvard út fløguna Á Leið. Hann hevur í mong ár skrivað og gjørt sangir, eins og hann er kendur tónleikari og útvarps- og sjónvarpsvertur í tónleikasendingum. Við Á Leið hevur hann gjørt dreym
liggja nógv hundrað ár afturi, í 16. øld, og tempulordanum, heilagum stríðum og krossriddarum og kendum persónum, sum livdu fyri nøkrum hundrað árum síðani, og verður hetta hegnisliga flættað inn í lívið [...] friðaliga, og helst í mangar mátar bygdasliga Havnin, gerst karmur um morð og óloystar gátur, meðan lesarin er fylgisneyti, meðan Hannis og søgukøni vinmaður hansara, í huganum ferðast víða um heim og í tíð [...] lívið í Føroyum anno 2007, har gerandislívið m.a. er Gekkur, matstovu- og cafévitjanir og nýtt blað- ella miðlahús í Vágsbotni. Og tíðin undir øðrum heimsbardaga spælir eisini inn. Adventus Domini er fjórða
sín egna dám á Føroyar og føroyingin fram í okkara tíð. Dámurin er so ramur, at fólk vilja ikki av við hann. Tí verða skip og deksfør varðveidd í býum og bygdum kring landið og sjálvboðin feløg stovnað [...] verður skrivað, málað og yrkt – og tónasmiðirnir gera løg. Her eru øll vælkomin, og nólsoyingar leggja dent á, at gestirnir kenna seg væl. Við hesum orðum fari eg vegna nólsoyingar og Havnar kommunu at bjóða [...] havt eina góða ferð úr Hvalvík, og í Nólsoy fingu teir mongu luttakararnir høvi at njóta sólskinið. Nólsoyingar høvdu spent seg út at taka móti regattini og bjóðaðu kaffi og køkur á bryggjuni. Harmonikutónleikur