Riing! ... Riiing! ... Riiiing!!
Hjarta dukar í bringuni, sveittutu hendurnar knýtast, so knúgvarnir gerast kritahvítir. Elling stendur sum nelgdur í gólvið og starir at telefonini. Hann er um at bresta í grát, tað er nú ella ongantíð. Bara eitt fet afturat yvir móti telefonini, bara eitt ... Men gakk ? dirvið svíkur Elling, sum ikki einaferð fyrr. Orðini hjá Janu frá Almannastovuni mala í høvdinum og gera hann í ørviti: ?Minst til, klárar avtalur, fastar rammur, út at hitta fólk, annars rúka tit lúkst inn aftur á stovnin.?
Og tað má ikki henda, tí so fær Kjell Bjarni ongantíð eitt lítið, og so sleppur Elling ikki at mála stovuna appelsingula. Sovorðnir møguleikar mugu ikki gleppa teimum av hondum júst nú, teir hava fingið sína egnu leiligheit og skulu meldast inn í virkeligheitina.
Smáu frávikini
Leiklistarliga er tað neyvan nakar ivi um, at tað eru teir báðir Hans Torgarð og Bárður Persson í leiklutunum sum ávikavist Elling og Kjell Bjarni, sum eiga nýggja leikin hjá Grímu við sínum frálíka spæli. Hóast Elling og Kjell Bjarni inn ímillum orða seg á ein sera skilagóðan hátt, so ivast tú sum áskoðari ongantíð í, at teir eru øðrvísi ? at okkurt er, sum fer at geva teimum trupulleikar úti í virkeligheitini. Og tað er ikki tí gongulag, rødd, hábrøgd ella andlitsútrykk eru so ógvusliga býttislig ella láturlig. Gamaní, tá Bárður Persson fer í einum lopi eftir pallinum í sínum reyvasíðu joggingbuksum inn í køkin, har hann stendur og dukar høvdið móti skápshurðini ella byrjar at skumpa okkurt etandi inn í munnin ? tá veist tú, at okkurt er við Kjell Bjarna, sum tað ikki er hjá vanligum fólkum. Men slík herðindi eru ikki tað, sum eyðkennir spælið ella persónarnar. Heldur eru tað smáu men støðugu frávikini í mátanum at tosa, svara aftur, forvitnast og undrast, sum skapa persónarnar og gera teir so sannførandi.
So vítt eg dugi at síggja, liggur størsta avbjóðingin í leiklutinum sum Elling í at finna júst tað røttu samansetingina av góðvarni og intellektuellum ovlæti, og samanumtikið eydnast tað Hans Torgarð at finna javnvágina. Samstundis er hann í allar mátar so ófimisligur, kantuntur og pínligur, at tú kreppur tærnar í skóðnum, men eg má viðganga, at tað tók mær eina løtu, áðrenn eg rættiliga fekk livað meg inn í hansara leiklut. Hetta kom uttan iva av teimum brotunum, har Elling bara hálvavegna traðkar út úr leiklutinum sum Elling og vendir sær til áskoðarnar at greiða frá onkrum í fortíðini, ella hví hann til dømis lýgur so illa fyri Kjell Bjarna. Hesi brotini órógvaðu inntrykkið av Elling, tí í næstu løtu er hann aftur tann Elling, sum kanska meir enn Kjell Bjarni hevur brúk fyri øllum lygnunum.
?Fortel meir Elling. Eg skíti á, um tað er lygn!?, rópar tann ovurspenti Kjell Bjarni og fer beint inn beint inn í hjarta hjá áskoðarnum ? bæði tí Bárður Persson sær út til at kenna seg so væl í leiklutinum, og tí tilveran hjá Kjell Bjarna tykist at vera so vælsignaða einføld. Gev honum okkurt at reparera og fóðra hann við eitt sindur av mati og lygnum um sex, so kann hann ikki ynskja sær meir av lívinum.. Og tó ? pínda úttrykkið í andlitinum, tá hann spyr Elling, um tað passar, at tað er nakað uppreklamerað fjas at mogga, gevur illgruna um, at okkurt stingur djúpri í hesum eyðagóða buldribassanum. Hann er ein skaddur lítil drongur, fangaður í einum vaksnum kroppi, eins og Elling er fangaður í sínum neurosum, men hvørgin teirra hava nakrastaðni at flýggja.
Projekt ?virkeligheit?
Uttan mun til, hvussu fegin Elling, Kjell Bjarni ella Jana vilja realisera projekt ?Elling og Kjell Bjarni í virkeligheitini?, so verður ætlanin ein hvørvisjón. Kjell Bjarni megnar eitt nú ongantíð at brúka telefonina til annað enn at sita passivt og lurta, meðan ein kvinnrødd stunar í hinum endanum á sex-linjuni. Og hóast tað til endan eydnast teimum at fara til handils, út at eta og hitta fólk, so vera teir í besta føri verandi náðileyst fangaðir í einum sosialum ongamannlandi, uttan at nakar kann forklára teimum hví á ein hátt, so teir skilja tað.
Einasta brotið í leikinum, har ein triði persónur er saman við Elling og Kjell Bjarna, og øll framvegis eru á jøvnum føti í eini nøkunlunda normalari gerandisstøðu, er, tá teir báðir hava bjóðað Randi inn at eta døgur. Men tað slepst ikki undan, at hetta er eitt selskap, sum við sínum ósamanhangandi práti og primitiva humori og málburði rópar til himmals av ?undirklassa? í okkara eygum ? ikki júst tað, Jana ella vit onnur vónaðu, at Elling og Kjell Bjarni fóru at finna.
Vanvart
Og hvat um tað? Hvat so, um yndisgentan her á foldum fyri Kjell Bjarna, liggur deyðadrukkin og spýr í einum stóli við stórum búki, tí hon er uppá vegin við einum tilvildarligaum spanióla. Hvat so, um Elling billar sær inn, at hann er vorðin skald við at stinga smáar yrkingar niður í havragrýnspakkar í handlinum og misskilur umrøðuna, ið stendst av hesum í bløðunum? Hetta er fyrst og fremst søgan hjá Elling og Kjell Bjarna um teirra vinarlag, eydnu og nøgdsemi ? ein vanvard søga sum fer í fillur, um hon kemur í skeivar hendur.
Móti endanum hava teir fingið sær hvør sína kettu at vera góðir við, teir hava hitt Randi og taka sær av henni, Kjell Bjarni hevur forelskað seg í henni, og í sínum dreymum er Elling í ferð at kollvelta allan skaldaheimin. Og umsíðir eydnast tað enntá Elling at brúka telefonina, men tað er tí, hann roynir at bjarga lívinum hjá Randi og harvið kærleikanum hjá Kjell Bjarna, og ikki tí hann skal ringja til onkran úti í virkeligheitini. Alt hetta hendir uttan hjálpina hjá Janu. Men hinvegin, tað var jú hon, sum skaffaði teimum íbúðina. Í so máta røkkur tað góða heilt inn í Almannastovuna ? og tað er ikki so lítið ...
Ongar neyðsemjur
Søgan um Elling og Kjell Bjarna er spillnakin og húðleys og sóttreinsað fyri neyðsemjur, sum skulu fáa leikin at glíða betri niður. Tá kettan hevur skitið á gólvið, verður lorturin liggjandi, inntil onkur tekur hann upp. Og um man spýr, tá man liggur avdottin, kann tað henda, at okkurt hongur eftir rundan um munnin, meðan restin av tí hvítgula, ólekra greytinum rennur oman eftir kjólanum. Og um vit ella málreinsarar vilja tað ella ikki, eitur tað ?leiligheit? og ?virkeligheit? og ?snedugt?, tí soleiðis siga Elling, Kjell Bjarni og Randi, og tí ber tað ikki til at siga nakað annað .
Málburðurin og dialogurin í leikinum er tann mest væleydnaði, eg havi hoyrt á palli í Føroyum leingi. Meginpartin av tíðini tykist tað næstan sum, at leikarnir sjálvir gera av, hvat teir ætla sær at siga og lata kenslurnar og løtuna gera av, hvussu og nær ella um teir yvirhøvur siga tað. Og lukkutíð hevur ein føroyskur týðari fyri einaferð skyld torað at tikið eina avgjørda avgerð, sum sparkar málkjakið út úr rætt-ella-skeivt sumpinum og orðabókunum og út á vøllin, har bæði A og B liðið hava líka góðan kjans at lofta.