Startskotið til Visjón 2015 varð loyst av fyri knøppum mánað síðani. Teir 12 strategibólkarnir eru mannaðir og farnir til verka, og tann 13. grundarsteinurin, sum landsstýrið hevur rópt Visjón um Vælferð, er eisini farin til verka. Í 13. grundarsteininum eru 12 undirbólkar, sum arbeiða við vælferðavisjónini.
Fólksins visjón
Sambært landsstýrinum byggir Visjón 2015 á 12 grundarsteinar, meðan endamálið er 13. grundarsteinurin, nevniliga vælferðin.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum sigur, at grundarsteinurin um vælferð stendur í eini serstøðu í visjónsætlanini.
- Vælferð er ein víðfevnandi og tungur grundarsteinur, samanborin við hinar, og tí verður eisini arbeitt øðrvísi við honum - ikki í einum, men í tólv ymiskum bólkum. Arbeiðið fevnir eitt nú um framtíðar almannaskipanir og framtíðar eldrarøkt, um virkisætlanir fyri børn og ung og fyri fólk við skerdum førleika, um bústaðarpolitiskan reform, um framtíðar heilsuverk og um fólkaheilsuætlanina, sigur landsstýrismaðurin á heimasíðuni hjá Visjón 2015.
Farin til verka
Mánadagin 6. mars boðaði landsstýrismaðurin øllum, sum luttaka vælferðarvisjónini til fundar í ráðnum, har endamálið var at fáa gongd á arbeiðið í bólkunum. Nakrir av bólkunum høvdu skipað seg fyri fundin og eru tí komnir nakað áleiðis við arbeiðinum, at gera skrivligar frágreiðingar um ymisku økini.
Sambært Hans Paula Strøm, leiddi hann sjálvur fundin. Greitt varð frá arbeiðinum higartil og kunnað varð um arbeiðið frameftir. Miðað verður ímóti, at bólkarnir hava tilfarið klárt tann 1. mai at leggja fyri Visjónstorgið, sum er ein yvirskipaður bólkur, við umboðum úr teimum politisku flokkunum, frá kommunufeløgum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Endamálið hjá visjónstorginum er at gera viðmerkingar til frágreiðingarnar, sum strategibólkarnir og vælferðarbólkarnir orða.
Aðalmið
Sambært Almanna- og heilsumálaráðnum er visjónin um vælferð grundað á hesi aðalmið:
- Okkara fremstu almanna- og heilsupolitisku mál eru, at fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum lívskorum í einum vælskipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan, eins væl og samhaldsfestið millum øll, verður sett í hásæti. Og víðari verður sagt, at sama, hvør sosiala og persónliga støða borgaranna er, skal teimum verða tryggjað rættindi og atgongd til munagóðar almanna- og heilsutænastur, sum vit hava neyðugan tørv á. Hetta setur støðug politisk krøv til áhaldandi innihaldsliga, bygnaðarliga og fíggjarliga menning av okkara vælferðarskipanum. Tí seta vit okkum mál og leggja ætlanir fram í tíðina.
---
Visjónin um vælferð fevnir um
Vælferðarráð
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Settur verður arbeiðsbólkur at skriva frágreiðing um, hvussu eitt vælferðarráð kann verða skipað, og um tess virksemi.
Helena Dam á Neystabø, leiðari, Føroya Skúlabókagrunnur
Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur
Randi Frederiksberg, samfelagsfrøðingur
Rolf Guttesen, Cand.scient.
--
Almanna- og heilsugransking
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Ein arbeiðsbólkur verður settur at koma við einum uppskoti um, hvussu ein skipað gransking á almanna- og heilsuøkinum kann byggjast upp.
Jóanis Erik Køtlum, ráðgevi, Almanna- og heilsumálaráðið
Turid Arge, deildarstjóri, Almanna- og heilsumálaráðið
Petra Joensen, stjóri, Almannastovan
Pál Weihe, yvirlækni, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Rúna Hilduberg, Granskingarráðið
--
Framtíðar almannalóggávu
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Ein arbeiðsbólkur skal koma við einum uppskoti til eina arbeiðsætlan um at endurskoða forsorgarlógina og aðra almannalóggávu á økinum.
Maria Jacobsen, deildarleiðari, Almannastovan
Eyðvør Mortensen, deildarleiðari, Almannastovan
Eyðun M. Hansen, deildarstjóri, Almanna- og heilsumálaráðið
Eva Bennicke, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Marjun Kálvalíð, MBF
--
Pensjónsreform
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
a) Sitandi arbeiðsbólkur undir Fíggjarmálaráðnum skal koma við einum uppskoti til eina framtíðar eftirlønarskipan. Bólkurin skal handa landsstýrismanninum álitið 1. mai 2006.
b) Í mai 2006 skal Almanna- og heilsumálaráðið seta ein arbeiðsbólk at koma við einum uppskoti til eina arbeiðsætlan fyri eini endurskoðan av øllum fyritíðarpensjónsøkinum.
c) At gera eitt upplegg til hetta arbeiðið verður nú settur ein fyrireikingarbólkur í Almanna- og heilsumálaráðnum.
Marjun Berg, deildarleiðari, Almannastovan
Heri Petersen, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Eyðun Mohr Hansen, Deildarleiðari, Almanna- og heilsumálaráðið
Leila Solmunde, MBF
Umboð fyri Fíggjarmálaráðið
--
Framtíðar eldrarøkt
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Ein arbeiðsbólkur verður settur at arbeiða við einum uppriti at leggja fyri landsstýrið, um ætlaninar á eldraøkinum.
Ronnie Thomassen, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Kristian Árnason, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Gunnleyg Durhuus, Heimarøktin og Serforsorgin
Sonja Klein, økisleiðari, Heimarøktin
Umboð fyri kommunufeløgini
--
Virkisætlan fyri fólk við skerdum førleika
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Við støði í teimum málum, sum eru sett og teimum trupulleikum/avbjóðingum, sum eru staðfest, skal ein arbeiðsbólkur leggja eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málunum.
Hallbera F. West, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna, Ráðið fyri Brekað
Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðari, Heimarøktin og serforsorgin
Marjun Poulsen, leiðandi fysioterapeutur, Landssjúkrahúsið
Marjun Berg, deildarleiðari, Almannastovan
Palli Mortensen, deildarleiðari, Almannastovan
--
Virkisætlan fyri børn og ung
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Ein arbeiðsbólkur verður settur, sum skal gera eitt uppskot um eitt samanhangandi sosialpolitiskt útspæl á barna- og ungdómsøkinum.
Katrin Gaard, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Maibritt Simonsen, ráðgevi, Almanna- og heilsumálaráðið
Anna Dam, leiðari, Barnaverndarstovan
Oyvindur av Skari, Almannastovan
Minna Poulsen, varaleiðari, Heilsufrøðiskipanin
Doris Hansen, MBF
--
Heildarpsykiatriska ætlan
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Almanna- og heilsumálaráðið (Jan Simonsen, fulltrúi, í samstarvi við psykiatriska depilin á landssjúkrahúsinum) arbeiðir við sálarsjúkuøkinum eftir ætlanini, sum liggur í álitinum um Heildarpsykiatri.
Lars Thostrup, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Tormóður Stóra, læknafakligur depilsleiðari, Landssjúkrahúsið
Regin Johansen, deildarleiðari, Heimarøktin og serforsorgin
Jan Simonsen, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
--
Bústaðarpolitiskan reform
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Samgonguflokkarnir hava samtykt eina bústaðarætlan, bústaðarpakkin. Almanna- og heilsumálaráðið ger ítøkiliga arbeiðsætlan fyri tey ymsu stigini í ætlanini.
Ronnie Thomassen, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Aibritt á Plógv, aðalstjóri
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
--
Framtíðar heilsuverk
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Settur verður ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur at skriva frágreiðing um tað primera heilsuverkið, og hvussu hetta kann samskipast við tað sekundera heilsuverkið, við grundarlagi í áliti um framtíðar heilsuverk, sum ein arbeiðsbólkur í løtuni arbeiðir við.
Aibritt á Plógv, aðalstjóri, Almanna- og heilsumálaráðið
Maria á Dul, starvsfólkaleiðari, Almanna- og heilsumálaráðið
Birna Steingrímsdóttir, ráðgevi, Almanna- og heilsumálaráðið
Heðin Thomsen, yvirlækni
Jana H. Dalsgaard, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið
--
Framtíðar apoteksverk
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Gera neyvari lýsing av hvussu apoteksverkið, herundir framleiðsla, søla og útbýtið av heilivági, fer fram í dag.
Heri Mørkøre, landsapotekari
Einar Magnússon, skrivstovustjóri í íslendska heilsu- og trygdarmálaráðnum
Birgit Vitalis Ottesen, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið
Turid Arge, deildarstjóri, Almanna- og heilsumálaráðið
--
Fólkaheilsuætlan
Setningur hjá arbeiðsbólkinum
Við støði í teimum málum, sum eru sett og teimum trupulleikum/avbjóðingum, sum eru staðfest, skal ein arbeiðsbólkur leggja eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málunum.
Katrin Gaard, fulltrúi, Almanna- og heilsumálaráðið
Birna Steingrímsdóttir, ráðgevi, Almanna- og heilsumálaráðið
Pál Weihe, yvirlækni, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Høgni Debes Joensen, landslækni
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður










