framtíðar menning í bygdini og eisini vil vera tað góða fyridømi sum, millum annað Bárður Nielsen er so bangin fyri! Fimmarin. Tað var ført fram í Fimmaranum, at nú fara allar bygdir í Føroyum at krevja tunlar [...] ikki taka nakra avgerð í okkara landi, ið ber á tað rætta borði, í berum ótta fyri hvat onnur munnu fara at biðja um. Um tann fyrsti undirsjóvartunnilin ikki var komin, ja so var tann næsti sjálvandi heldur [...] men eg havi varhugan av, at var tað upp til tín, so stóðu vit við snellu í hond, enn tann dag í dag. Har sum tú ert ikki sjálvur, ert tú ikki meiri enn hálvur. Og síðani var eisini ein klaksvíkingur, Karl
mia. kr. í 1996. Fólkatalið veksur av álvara aftur. Vøksturin í ár verður meir enn 500 fólk. Í áttatiárunum var miðalvøksturin 450 fólk árliga. Arbeiðsloysið minkar. Í 1993 var tað eini 20-25%, í fjør 11 [...] i og tryggja harðvunna framburðin í Føroyum. Styrkin stendur í støðufestinum og ikki í løttum lyftum. Úrslit Í stuttum fari eg at grundgeva tað, sum longu er nevnt í røðuni, áðrenn tey ymsu málsøkini verða [...] handverkarum og lesandi, sum virka í ES-londum eru loystir umsitingarliga. ES-pass verða nú útflýggjað í Føroyum og í Danmark eins og føroysk pass verða útflýggjað í Danmark. Tiltøk í hesi tingsetu Vit hava alla
Mintoff, sum í eftirkrígstíðini stóð á odda fyri Sosialistaflokkin í samfull 35 ár. Í 16 ár var hann landsins leiðari, bæði undir bretska yvirvaldinum og eftir endaligu loysingina í 1974. Tað var Mintoff [...] Keypmannahavn, tók í fjørsummar eitt sokallað erasmus semester í maltesiska høvuðsstaðnum. Tað var tá, at hann hitti Joannu Delia, ella Jo, sum hon vanliga rópar seg. - Eg var farin í eina veitslu saman við [...] fyrsta eygnabrá, og í dag búgva tey saman í hjartanum av Valletta, við útsýni yvir heimskenda havnalagið. Henry var liðugur við útbúgvingina í summar, og við próvnum frá Niels Brock í hondini fekk hann
fráboðanina var sjúkrabilurin á staðnum. Annie bleiv flutt á sjúkrahúsið í Klaksvík og stabiliserað, men skjótt varð gjørt av, at flyta hana á Landssjúkrahúsið í Havn. Har bleiv hon so koyrd í skannaran [...] long tíð, so var Annie sloppin av við sjónligu skaðarnar frá vanlukkuni, men tað, at hypofysan var ávirkað, førdi við sær, at hon mátti ganga sjúkrameldað í eitt hálvt ár. Broytingin í hypofysuni ger [...] eru burtur, eins og teir 10-12 av døgunum, hon lá á sjúkrahúsinum í Havn. - Tað var undarligt. Hon tosaði, men tað var einki skil í tí, hon segði, greiðir Allan Samuelsen frá. Sjálv minnist Annie
Hetta var í 1639, men tær uppskriftirnar fóru fyri skeyti í tí stóra eldsbrunanum, sum herjaði Keypmannhavn í 1728. Tær næstu kvæðauppskriftirnar, sum vit kenna til, eru frá, tá Jens Chr. Svabo í 1770-árunum [...] Jóan Petur uppi í Trøð til, tá hann í Tróndarkvæðnum letur Gøtu-Trónda heilsa viðhaldsmonnum sínum, sum vóru savnaðir uttan fyri hjá honum í Norðragøtu, á veg suður til Havnar at standa í trúnaðarstríði [...] Jóan Petur uppi í Trøð doyði, og í fjør var 1000 ára hátíðarhald fyri, at Sigmundur kristnaði føroyingar, so er heilsanin hjá Gøtu-Tróndi til síni viðhaldsfólk ikki ólík teimum, vit hoyra í dag. Ella sum
eyka langa summarferiu og fóru í farloyvi uttan løn og gjørdu í heila tikið nógv fyri at býta tað arbeiði, sum nú einaferð var, ímillum sín. Vinnuvegurin var veruliga í einum aldudali tá, sigur Anette [...] gjørdist so liðug í 1990, sigur Anette Larsen, sum tá var 30 ára gomul. Dró út Sum eina avleiðing av oljukreppuni fyrst í 80-unum steðgaði Anette Larsen á við flogskiparaútbúgvingini, og í staðin fór hon [...] sigur, at tá er tað heilt øðrvísi at lenda í Føroyum. - Í Føroyum hevur tú ikki ráð at raka við síðuna av. Landslagið er ein faktorur, longdin á breytini er ein annar faktorur. Breytin er 1230 metrar, og
hinar báðar danskararnar í hølunum á sær sum nummar tvey og trý. Síðani komu politistar, ið starvast í Føroyum, og sera lítil munur var millum teir seks fremstu, so spenningurin í kappingini helt sær líka [...] gina og kappingina í fótbóltscurling, har hann var í parti við tollaranum Jónleif Sólsker, ið eisini dugir at sparka ein bólt. - Hvussu tað verður við hesi kappingini, vit nú eru í holt við, fjallarenningini [...] i parturin gekk fyri seg í svimjihøllini, og har komu teir ikki í gongd, fyrr enn teir í grundini skuldu verið lidnir. Og tá øll stigini vórðu tald saman, gjørdist vinnarin í kappingini Asger Jørgensen
óvanligum manni úr Føroyum. Tí valdi eg, at føroyingurin var flogvit, sum uttanheimsverurnar sjálvar settu seg í samband við. Tær vildu bara tosa við hann. Tær vildu, tær kravdu, at hann var millummaður teirra [...] gávunum? Hasum spurninginum er lætt at svara. Bøkurnar um Heimin Forna komu út í 2000. Konan og eg fóru til Cardiff í Wales at búgva í 2001. Saman við Jonhardi skuldi eg gera føroysk-enska orðabók og samstundis [...] hevði bróstkrabba. Hon var ógvuliga sjúk meginpartin av tíðini, inntil hon doyði í oktober 2004. Eg hevði hvørki hug ella orku at hugsa um at skriva nakað tá. Tá ið hon doyði fór eg í eitt myrkt hol. Tað
nøkrum øðrum fyri donsku maktini í Føroyum. Giti mær til, at Heinrikkur prinsur hongur á bróstinum, við fullari royalari modering, í fínaru stovuni. Í sjónvarpinum mánakvøldið var hann avkláraður og ísakaldur [...] aftur um drálið í málinum, og svarini hava verið sum Harra Guð veit. Sum maðurin segði, hvør var forðingin, táið hetta ikki var annað enn eitt framhald av vegi, sum stígur kom í fyri fjórðings hundrað árum [...] kann gerast veruleiki, og ivaleyst hava rituvíkskingar lagt somikið í ta tæguna, í mun til almennu íløgurnar í bygdini annars, at hetta í ein mun er slag av sjálvsfígging og skilagóðari afturbering. Annars
tosk og hýsu. - Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var eisini av hýsu í Álinum. Tað sigur Havstovan í niðurstøðu síni um húka-og agnroydirnar í heyst, sum 38 [...] at yvirhøvur var hýsan meira smáttfallandi í Álinum enn í Nólsoyarfirði, og í Álinum er ein ábending um, at tann minsti húkurin fiskar meiri smærri hýsu enn hinir báðir. - Týðiligur munur var á agnsløgunum [...] nakra ávirkan á støddarbýtið av toski og hýsu. Royndirnar vórðu gjørdar í heyst á leiðum nær landi, ávikavist í Álinum og sunnarlaga í Nólsoyarfirði. Teir, ið vegna Havstovuna standa aftan fyri verkætlanina