Bara einaferð havi eg søkt at Regnamanninum í bløðunum, og tað var táið missiónsblaðið Trúboðin legði pappír til hesa religiøsu sambandsbandbulluna frá Alfredi Olsen til partar av tingmanningini: “Vit eru kallað til at verða salt og ljós jarðarinnar, og við tí gera vit meira gagn sum er, við at hava kristin umboð í øllum flokkum, enn vit høvdu gjørt saman í einum flokki.” Hvør skal siga, tað eru guðloysingar í øllum flokkum, og harímillum stendur múrurin. Svart og hvítt. Tesa og antitesa, men ongin syntesa, tí sjálvhátíðarligheitin er teimum sjálvsútnevndu kristnu nógmikil. Royndi at svara, men blaðið valdi pappírstrogið heldur enn prentsvertuna, og tað sigur ikki so lítið um fólkaræðisliga tærið á tí mótinum.
Hvassa neonljósið frá ljóskastarunum í fjølmiðlaheiminum hevur staðið á enninum á Alfredi Olsen hesar seinastu dagarnar. Hann er ikki hvør sum helst, formaður í tingbólki floks síns, og hjartað bankar harðari enn hjá nøkrum øðrum fyri donsku maktini í Føroyum. Giti mær til, at Heinrikkur prinsur hongur á bróstinum, við fullari royalari modering, í fínaru stovuni. Í sjónvarpinum mánakvøldið var hann avkláraður og ísakaldur. Hann kravdi av sínum samgonguflokkum, at materiella meginforðingin fyri, at føroyingurin kann teljast ájavnur við onnur fólk í heiminum, ríkisveitingin danska, skuldi fáa nakað væl av donskum substrali aftur. Átøkur einum Golem, sum Edmund og Magni høvdu pumpað upp við blokkadrenalini, gjørdi hann bart. Vant seg upp í ættina, men stokkut var tó stundin, tí sólarringurin mól ikki hálvur, fyrrenn løgmaður gjørdi hann politiskt kynsleysan, og svór seg til status quo kredduna hjá Anfinni og Jóannesi. Hóast Kaj Leo sigst vera partur av felags semjuni í Sambandsflokkinum, um at vaksa blokkin aftur, fór opportunisturin dragsandi avstað við honum, og hóast ruðuleika, infights og kaos, ímillum partarnar í vónleysa regime hansara, er fløvin frá radiatorunum úti á nesinum so vælsignað vermandi fyri sálina og kroppin. Hann sveik sínar egnu á markamótinum, táið fíggjarnevndarformaðurin av Viðareiði reisti uggafjarðarnar, og Jóannes ikki orkaði sambandska glantrileikin longur. Ein kolonialiserað og elektrifiserað føroysk útgáva av Don King, sum altíð stendur í tí rætta horninum við dystarlok, hjá vinnaranum, líkamikið hvussu leikur fer, og hvønn hann umboðaði tá nevaleikurin byrjaði.
Eftir at vera skotin niður av sínum egna floksformanni mátti Alfred flyta fokus. Ein metamorfosa á heimsstøði lá nú í kjalarslóðini. Rituvíksvegurin varð hentur, nú Landsverk umsíðir hevur boðað frá, at vegurin verður boðin út fyrsta dagin. Rituvíkskingar fáa eina kvøðu við á vegnum, teir vera klappaðir blíðliga á herðarnar, og fáa at vita, hvussu heilt einastandandi teir eru, í mun til allar aðrar føroyingar. Hetta er sálarligur heilivágur í brimplássi, so tað stendur eftir, betri enn valium og librium, sum man kann fáa dánilsi av. Medisin ímóti dukandi hjartaslátti og kvababbilsi. Fái meg nú ikki at trúgva øðrum enn, at teir hinumegin láglendið bara bíða eftir, at Alfred kemur um Svangaskarð, fram við vatninum og um Hálsin, í ketilsdrakt og hvíttbotnaðum gummiskóm, við spaka, krákunevi, hvísl og eyrhakara á akslunum, og legst í svørðin at grópa mold og eyr upp í hjólbøru. Hann letur jú ongan iva vera ímillum reglurnar, at fyrireikingararbeiðið er hansara. Hann var vónin, sum gjørdist til veruleika. Hebrearabrævið er yvirhálað. Frammanfyri mær á bróstinum hongur ein mynd, sum Tóroddur hjá Palla í Brekkum hevur teknað. Einastaðni á bílætinum stendur soleiðis skrivað: ”Eg trívist so væl har eg ikki grynni.” Á leið soleiðis man tað vera hjá Alfredi viðvíkjandi Rituvíksvegnum. Haldi meg vita, at rituvíkskingar hava meiri enn ein varhuga av, at ein upphædd fyri nøkrum árum síðani var flutt frá hesum vegnum til ein vegastubba, sum stóð hjartanum á Alfredi so nær, at hann lynti væl undir, táið konverterað varð ímillum kontur á fíggjarlógini. Og tað rak burtur frá Rituvíksvegnum.
Neyðugt er helst at gera eitt yvirlit yvir gongdina í málinum um Rituvíksvegin á hesum sinni, um ikki annað fyri at søguligi rættleikin kann vera skjalafastur:
30. september 2008 leggur ABC-samgongan, sum Alfred Olsen er ein av oddvitunum í, løgtingsfíggjarlógaruppskot fyri 2009 fyri tingið. Ongin – 0 – króna er sett av til Rituvíksvegin.
Eftir drúgva togan í fíggjarnevnd løgtingsins eydnaðist tað umsíðir at gera semju um íløgurnar. Ein rættiliga sjáldsom hending, og úrslitið varð, at 2 mió. kr. vórðu settar av til Rituvíksvegin.
Stutt fyri jól í 2008 atkvøða 31 tingmenn (Sjálvstýrisflokkurin atkvøddi ímóti) m.a. fyri raðfestingunum í álitinum til løgtingsfíggjarlógina frá fíggjarnevndini. Vegagerðin skuldi kunna byrjað eftir árskiftið 08/09.
Táið evsta mark var farið fyri at leggja uppskot fram á ting í seinastu tingsetu, var uppskotið um verklagslóg fyri Rituvíksvegin ikki komið tinginum í hendi. Samgongan helt tí tilvitað aftur.
Á summarmála, 14. apríl 2009, leggja fíggjarnevndarlimirnir báðir, Bill Justinussen og undirritaði, fram verklagslóg fyri tingið um Rituvíksvegin, fyri at vegurin kann bjóðast út í einum. Kostnaðurin verður mettur til 14 mió. kr. Málið endar í rættarnevndini, har Alfred Olsen er formaður. 11. mai skrivar nevndin undir álitið, og mælir Alfred Olsen saman við einum meiriluta í nevndini tinginum til ikki at taka undir við málinum.
21. apríl 2009 leggur ABC-samgongan, sum Alfred Olsen er ein av oddvitunum í, fram eykajáttanaruppskot, og nú eru teir av álvara farnir at pírnast mótvegis raðfestingunum hjá fíggjarnevndini. Nú mæla teir til at lækka játtanina til Rituvíksvegin við eini helvt, niður í 1 mió. kr. Nú hómast konturarnir av eini tøming úr kontuni. Vit kenna okkum ikki sørt bakbitnar av samgonguni.
Uppskotið um verklagslógina kom til aðru viðgerð í tinginum 13. mai. Sum uppskotsstillari tók eg uppskotið aftur, táið ongin kjansur var fyri, at tað fekk undirtøku, soleiðis sum rættarnevndin hevði handfarið tað. Uppskotið var tó ikki tikið aftur treytaleyst, men eftir at umfatandi samráðingar ímillum fíggjarnevndarlimir endaðu við, at vit fingu 5 mió. kr. settar av til Rituvíksvegin, ístaðin fyri ta einu, sum samgongan hevði ætlað í hesi syftuni. Samgongulimirnir í fíggjarnevndini skulu eiga tað til rós, at teir sviku ikki gjørdar semjur og givin lyfti. Úrslitið gjørdist ein fimmfalding í játtan og samstundis slapst undan, at verklagslógin varð vrakað í tinginum. Dagin eftir fekst undirtøka fyri hesum, táið ein meiriluti atkvøddi fyri eykajáttanarlógini fyri apríl 2009.
Síðani hava Bill Justinussen og undirritaði spurt upp í saman aftur um drálið í málinum, og svarini hava verið sum Harra Guð veit. Sum maðurin segði, hvør var forðingin, táið hetta ikki var annað enn eitt framhald av vegi, sum stígur kom í fyri fjórðings hundrað árum síðani?
Nú røkist fyri at Landsverk fer í gongd við arbeiðið, men seinasta heilsanin frá ABC-samgonguni og Alfredi Olsen kom 4. september, táið teir í eini nýggjari eykajáttanarlóg skjóta upp, at nartlaðar verða 1,3 mió. kr. burturav aftur Rituvíksvegnum, soleiðis, at játtanin nú bara verður 3,7 mió. kr. Vónandi akslar fíggjarnevndin síni skinn saman við rituvíkskingum, og teimum sum hava stríðst fyri hesum vegi, soleiðis, at málið fæst at liggja í eini fastari legu hagartil verkætlanin verður liðug og lokað.
Ætlaði mær ikki at taka hetta málið uppá tunguna aftur, men táið menn á ein so burturav fjákutan hátt rista breiðar álir av herðum annara, má rætt og skjal gerast. Serliga táið menn, sum hvørki eiga deil ella lut í málinum, koma klórandi í so tráir undan politisku væðingini, nú, táið flatbønirnar eru komnir í trogið. Landsins skattaborgarar eiga allan heiðurin fyri, at málið nú kann gerast veruleiki, og ivaleyst hava rituvíkskingar lagt somikið í ta tæguna, í mun til almennu íløgurnar í bygdini annars, at hetta í ein mun er slag av sjálvsfígging og skilagóðari afturbering.
Annars skal Alfred Olsen hava takk fyri, at hann hjálpti til við tí einu atkvøðuni (av 33), táið vit umsíður fingu lyft hesa verkætlanina inn í veruleikan, sum var kálvað, gødd og leidd út av fíggjarnevndarbásinum fyri áleið níggju mánaðum síðani.
Kanska er tað lagnunnar speisemi, at ein heil barnsburðartíð skuldi ganga, fyri at fáa glið á eitt mál, sum Sjálvstýrisflokkurin atkvøddi ímóti. Flokkurin, sum nú bara tykist hava eitt mál eftir av síni yvir hundrað ára gomlu stevnuskrá, at stríðast fyri, og tað er ígjøgnum donsku rættarskipanina at inkassera hálvthundrað túsund krónur í barnsburðarfæi til jura doktaran og sjefideologin, sum hevur verið fyri almennum órætti, táið hann gjørdist pápi. Tað kennist nú altíð sorgblítt allíkavæl, táið annars skilagóðir menn ikki síggja skógina fyri berum trøðum.
Tá er líka frægt at trívast væl har man ikki grynnir. Tá kann tað vignast onkuntíð, um onkur á leiðini er góður í ávikum. Tað hevur dastið av núverandi fíggjarnevnd løgtingsins verið í málinum um Rituvíksvegin. Heiðurin er tykkara.