Føroyum. Tað hevur verið tosað um, at føroyska arbeiðsmegin er so mikið mobil, at hon fer at flyta av landinum, um lønarlagið í Føroyum verður lægri enn í londunum runt um Føroyar, men hetta vil eg loyva [...] ivast í. Sjálvssagt vil altíð onkur velja eina hægri løn fram um at búgva í Føroyum, men so hevði viðkomandi verið farin av landinum, óansæð um Føroyar fingu fullveldi ella ei. Lønarlagið í Føroyum hevur [...] Onglandi er væl lægri enn í Føroyum, so um tað er eina hægri løn, ið ein ynskir, so er bert at royna seg uttanlanda, hettar er ikki nøkur nýggj vitan. Sum sagt, so fer inflatiónin væntandi at verða lægri
spurningar Teir tosa um hjálandaveldi, um danska kúging og um danskt yvirharradømi og summatíðir eisini um eyðræning. Stór og flott orð, men eisini álvarsligar ákærur. Eg havi kent so nógvar tjóðveldismenn [...] føroyska styrið sjálvt kundi umsita. Og tað hava teir so gjørt. Kúging og eyðræning?? So Føroyar eru als einki hjáland, og als eingin ?eyðræning? er farin fram í nýggjari tíð. Beint tvørturímóti. Gjalda ongan [...] hartil koma so heimastýrini í Føroyum og Grønlandi. Ikki alt fungerar perfekt (er tað yvirhøvur møguligt?), Men tað er slett ikki so galið enntá. Men føroyskir fullveldispolitikkarar eru so ógemeina erkvisnir
25-45 ár. Um ein skal døma eftir tí, ið hoyrist frá hesum bólki kring landið, so eru teir ræðsluslignir um almannakunngerðina av kynslívinum hjá Clinton. Er tað nakað, ið teir ikki ynskja, so er tað, at [...] eiði, og lýgur ein undir eiði, so skal ein hálshøggast, líkamikið hvat ein hevur logið um. Ein lygn er ein lygn. Liðugt!? Patterson andar djúpt og skerir sína áskoðan um hendan mátan fyri próvførslu út [...] stjórnin handfara Lewinsky-málið á. Men andstøðis mongum amerkiumonnum, so er professarin, ið er føddur og uppvaksin á Jamaica, ikki so líkasælur, at hann bert er nøgdur við at yppa uppgevandi á akslarnar
ið vil hava tað so«. Vit hava hoyrt hatta áður. NÚ kunnu vit so spyrja: Hvar er moralurin? Um nú lóggevandi valdið hevur gjørt eitt »kiks« ? og vónandi er hetta eitt kiks ? hvat var so meira rímuligt enn [...] sum má tettast beinanvegin. Um tað ikki finnst vilji í samgonguni, so má andstøðan gera nakað við málið. VIT vænta fyrispurning til fíggjarmálaráðharran og vinnumálaráðharran um ávikavist skattahol og rá [...] HER hjá okkum kunnu vit neyvan fram til nú tosa um slíka ávísa tøming av feløgum. Men onkur tøming hevur tó verið, tí bankarnir blivu tómir, og skuldin endaði hjá Palliba. Ein partur av orsøkini var, at
fráboðan frá kappingarráðnum um, at fyritøkan fyritekur sær nakað skeivt í sambandi við flutningin um Vestmannasund, men tað, sum er komið fram er, at umstøðurnar ikki eru so einfaldar fyri nakran av pørtunum [...] flutninginum um Vestmannasund og øðrum trupulleikum í hesum sambandi. Eg meti tí, at skriv hansara er svarað so gott sum nú einaferð gjørligt. Nakað annað er, at teir trupulleikar, sum talan er um ikki kunnu [...] legði eg upp til, at Knút skuldi koma at práta við okkum um, hvussu vit kundu loysa hesar trupulleikar til gagns fyri allar partar. Málið er ikki so einfalt, sum tað varð gjørt til í innslagnum í sjónvarpinum
Hví eru teir so altráir at koma hendanvegin við »skrekkkampanju«? Okkurt býr undir hjá teimum, og okkurt síggja teir seg kunna brúka Føroyar til, um ikki í dag so eitt sindur seinri. Hvat í verðini skulu [...] føroyskt?) - so kanst tú fáa pakkan, um hann kostar minni enn 3.000 kr. annars skal tú útgreina hvønn einasta lut í nettovekt til tollavgreiðsluna. Eg hevði einaferð samlað evningslutir (skúli), so sum blýantar [...] komið líka skjótt fram, sum nú við 4 kopium aftrat. Hvør krevur annað? Vit eru ikki í EU og hava onga orsøk at nýta EU direktiv, við so villum bureaukratiið, sum koyrir vanliga Palleba um koll av strongd
fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Ella um undirvísingin eigur at verða skipað í sjálvstøðugum skúla ella saman við aðrari undirvísing. Arbeiðsbólkurin, ið skal gera álitið, er um at vera [...] í handarbeiði í Klaksvík sambært løgtingslóg frá 1983 um frítíðarundirvísing. Henda undirvísingin hevur verið ætlað sum ein roynd at finna út av, um grundarlag er fyri at skipa hana í hesum líki. Ætlanin [...] gjørt á økinum, tá ið tað ræður um ungdómsutbúgving, sigur Hensar Ellingsgaard. Nógv at taka støðu til Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum verður at taka støðu til, um undirvísingin skal verða skipað
sørvingum er so at siga tað sama, sum spælir í meistaradeildini hjá monnum. Har gongst ikki so væl í hond, men tað er greitt, at SÍ hevur eina góða framtíð, um hesir ungu menninir halda fram við flogbóltinum [...] Árliga FK-kappingin varð um vikuskiftið avgreidd, og var hetta 9. árið, at kappingin varð spæld. Hetta er ein kapping, sum flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypssamtøka í samstarvi skipa fyri, og hon verður [...] í kappingini hjá mansunglingum var júst tað sama sum liðið, ið vann kappingina hjá dreingir 16 ár. So vit kunnu eisini staðfesta, at Fleyr skuldi havt eina góða framtíð í mansflogbóltinum. Í gentudeildini
vóru eisini við á liðnum, sum luttók í somu kapping í fjør, og Álvur Hansen harmast um, at rákið er, at kvinnurnar gevast so tíðliga at spæla. Tað verður í hesum sambandi staðfest av, at tríggjar, sum vóru [...] heima á landi er lokið. Men ongantíð áður hava føroyskir fótbóltsspælarar umboðað føðilandið uttanlanda so seint á árinum, sum U-18 kvinnulandsliðið skal gera tað í ár. Tær skulu taka lut í EM-undankappingarumfari [...] arumfari í Onglandi, tær skulu spæla tríggjar dystir, og tað verður als einki forgjørt í tí, um ungu kvinnurnar keypa jólagávur heim aftur við, tá tær hava spælt síðsta dystin. Hann verður fríggjadagin
?hóttanina? yvir sær, at andstøðan tekur málið um økismenning í egnar hendur, um tað dregur út hjá samgonguni. Og tá ið andstøðan so leggur uppskot fram, er ringt hjá samgongutinlimum at vera ímóti, tí [...] uppskot fyri tingið um at veitavirkjum flutningsstuðul til at føravirkaðan fisk av virkjum til avskipingarhavn, har ikki er koyrandi um sund ella fjør. Tað skuldi eisini hjálpt um støðuna [...] tað, má løgtingið taka um endan. -Henrik Old, løgtingsmaður úr Vági sigur, at hann fekk nógv burturúr fundinum, sum virkisleiðarar í Vági høvdu við løgtingsmenninar úr økinum nú um vikuskiftið. Teir, sum