P/f Tøming

Í Danmark hava nú í áravís verið rættarsakir ímóti teimum sokallaðu partafelagstømarunum. Hetta fólkaslagið hevur gjørt sær dælt av at keypt feløg, ið hava verið rímuliga væl fyri, men hava havt eina lógliga skattaskuld. Aftan á keypið hevur felagið verið tømt fyri pengar, koyrt á heysin og sostatt eingir pengar til skattaskuldina.

TOGARÍIÐ í rættinum hevur verið øgiligt, men nú eru teir fyrstu dómarnir falnir ? skattavaldinum til vildar. Nógv reyð oyru og skomm á teimum bonaðu gólvunum í bankum og grannskoðarafyritøkum.

TAÐ, sum ein kann hefta seg við er, at dómarnir eru grundaðir bæði á jura og moral. Snøgt sagt »ond tro« og »god tro« ? tað hevur verið avgerandi

HER hjá okkum kunnu vit neyvan fram til nú tosa um slíka ávísa tøming av feløgum. Men onkur tøming hevur tó verið, tí bankarnir blivu tómir, og skuldin endaði hjá Palliba. Ein partur av orsøkini var, at ov nógv projekt vórðu sett í gongd, sum í veruleikanum vóru luftkastellir. Ikki tí, á pappírinum sá alt gott út. Ráðgevarafeløgini framleiddu bøkur upp á strípu, ið skuldu undirbyggja hesi projekt.


SPYRJA vit nú aftaná, hví hesir løgdu navn til hendan ørskap, so er svarið: »Viðskiftafólkið vildi hava tað so«. Er eingin moralur at hóma? Nú trúðu vit, at kreppan hevði hækkað moralin í samfelagnum og har eisini í ráðgevarafeløgunum. Ilt er at fáa eyga á tað.


Í SEINASTU tingsetu samtykti løgtingið lóg um, at vinningsbýti kundi flytast ímillum partafeløg og sostatt bert skattast einaferð. Endamálið var at betra umstøðurnar fyri vinnuligum íløgum. Nú sær tað út til, at hendan reglan kann nýtast til lógliga »tøming« av feløgum. Sambært grein í Dimmalætting ráðgevur eitt av okkara autoriseraðu ráðgevarafeløgum sínum kundum í at nýta hetta hol í skattaskipanini, »tí viðskiftafólkið vil hava tað so«. Vit hava hoyrt hatta áður.


NÚ kunnu vit so spyrja: Hvar er moralurin? Um nú lóggevandi valdið hevur gjørt eitt »kiks« ? og vónandi er hetta eitt kiks ? hvat var so meira rímuligt enn at skattaráðgevararnir sum góðir samfelgsborgarar góvu eitt »praj« um hetta? Eiga hesir alment autoriseraðu ráðgevararnir ikki eisini at hava moralskar skyldur?


HVAT lærdi hesin partur av samfelagsvirkseminum av kreppuni? Eftir stendur tó, at her er ein órímuligur leki í skattaskipanini, sum má tettast beinanvegin. Um tað ikki finnst vilji í samgonguni, so má andstøðan gera nakað við málið.


VIT vænta fyrispurning til fíggjarmálaráðharran og vinnumálaráðharran um ávikavist skattahol og ráðgevaramoral og skyldur ein av fyrstu døgunum!