áttmálan í dag. Nógv halda, at hetta vera alt ov ringt at taka støðu til. Tað má man eisini geva teimum rætt í, tí sáttmálin fevnir um nógv mál. Tað er neyðugt at kenna tað, sum hevur verið frammanundan [...] marknaðurin. Tann danski javnaðarflokkurin og fakfeløgini vóru ímóti at kapitalurin skuldi kunnu flóta frítt, tí at tað fór at vera ringt at byrgja ímóti arbeiðsgevarunum, tá ið teir bert kundu flyta framleiðsluna [...] Fleiri fakfeløg styðja at limunum í at atkvøða ja til Amsterdam. Tað ger danski javnaðarflokkurin eisini. Man skal eitt sindur aftur í søguna fyri at skilja, hví hesi mæla til at man atkvøður ja nú, tá
møguleika at flyta upp, og tað hava GÍ og B36, sum eru á ávikavíst fjórða og fimta plássi, heldur ikki. So tað sær gott út hjá Skála, men vit eiga at leggja afturat, at skráin er so undarliga løgd, at Skála [...] og tískil er longu nú púra greitt, at aftaná hvítusunnu verður tað í mesta lagi eitt lið, sum fer at hava fult stigatal. Spiltu seg burtur Vit skrivaðu í blaðnum í fyrradagin, at sjáldan er eitt heimalið [...] Tað gongur gott hjá skálamonnum. Teir hava spælt fýra dystir, og teir hava vunnið hvørja ferð. Halda teir fram við hetta lag, so verður tað ikki so leingi, til roykurin av uppflyting fer at breiða seg
hevur verið skaddur, men venjarin man halda líkindini vera góð fyri, at verjuspælarin verður tøkur. Tað má í hvussu so er vera orsøkin til, at hann er úttikin. Triðingurin uttanlanda Burtursæð frá Øssuri [...] ikki vera serliga væl fyri kropsliga, og so er spurningurin, um Uni Arge og John Petersen fara at fáa møguleikan saman við Toda Jónsson sum framrættaðir menn. Nógv á skránni Einki er at ivast í, at nógvar [...] nógvar gitingar fara at vera tað næstu vikuna. Landsliðsvenjarin eigur avgerðandi orðið, og hvørja avgerð hann er komin til, fær eingin at vita fyrrenn stutt fyri dystarbyrjan komandi hósdag. Men áðrenn
nógva orku í at fáa alt at síggja so gott út, sum til ber. Tað er vanligt, at fólk átaka sær slíkar uppgávur, men at tey skulu verða í starvinum í fjøruti ár, er kanska ikki so vanligt. Men tað hevur Sanna [...] tiltiknar fyri at vera væl hildnar. Gott fólk tekur sær av teimum og ansar væl eftir teimum. Soleiðis er eisini inn á Skála. Krikjan sjálv er vøkur og kirkjugarðurin er eitt príði fyri bygdina. Og tað er heldur [...] vælveru kirkjunnar, at hon verður hildin rein og nýtilig. Hon hevur verið stak dugnalig at fáa gott fólk at hjálpa sær, og Jógvan Fríðriksson sigur at Sanna hevur verið stak røsk at gagna kirkjuni, kanska
upplyftandi at koma ferðandi úr Stockhólmi, sum liggur í eysturkantinum í norðurlondum, til Havnar, miðpunktið í útnorði, at handa eina virðisløn sum hesa. ? Og serliga stuttligt er tað at virðislønin verður [...] Nordbok, at Birgir Kruse hevur gjørt eitt merkisvert arbeiði fyri norðurlendskum bókmentum og at sendingin avspelgar tann fagurbókmentaliga heimin. ? Lurtararnir hava fingið frágreiðing um hvat tað er sum fer [...] Norðurlandahúsinum í Havn í samband við at Brigir Kruse fekk handað »Nordbok?s journalistpris 1998«. Fitt av fólki var komið saman fyri at heiðra Birgiri og fyri at geva tiltakinum ein serligan dám var
nevndin í Nordbok kundi brúka tað. ? Tað er teirra æra, at eg yvirhøvur havi verið upp á tal til hesa virðisløn. Í takkarrøðuni kom hann eisini inn á, at hann saknar at ÚF og SvF ikki hava eina sjálvstøðuga [...] Út at leita Aftaná handanina spurdu vit Birgir hvaðar hann fer at ferðast fyri ferðastipendiatið sum fylgir við heiðursbrævinum. ? Tað er ikki avgjørt enn, men tað fyrsta sum fall mær inn var at fara [...] fara at finna tann danska yrkjaran Hendrik Nordbrandt, sum eg seti rættiliga høgt. Eingin veit hvar hann býr, men antin í Spanina, Turkínum ella Grikkalandi. Tað er ein møguleiki. Hin møguleikin er at fara
beinanvegin at rætta upplýsingarnar; men av tí at talan er um so nógv mál, verður hetta at taka heilt langa tíð - vónandi er tað mesta tó avgreitt um ársskiftið. Viðhvørt verður neyðugt at spyrja pens [...] boða Almannastovuni frá, bæði um tað sum stendur á er ov nógv ella ov lítið. Umráðandi er at skriva til Almannastovuna um hetta, tí pensjónsdeildin er ikki mannað til at taka móti telefonboðum frá fleiri [...] á Toll og Skatt, bar ikki til at dagføra millum annað ognarupplýsingarnar. Á vári 1999 leggur Almannastovan um til heilt nýggja, framkomna telduskipan, ið kann tryggja at inntøku- og ognarupplýsingarnir
forfeingiligheit. Tað er ótolandi at vit í eygunum á dønum og øðrum norðbúgvum, eru blivin eitt fólkaferð sum tað í stóran mun verður flent at. Høvuðsrákið í dag er tjóðskapurin, tað vil siga at gamla stríðsmálið [...] sereyðkenni ið er vert at verja. At javnaðarflokkurin ikki kom við uppí tað nýggju landsstýrissamgonguna, var harmuligt og er samstundis illgrunavert. Ikki tí at tann flokkurin hugsjónarliga er serliga áhugaverdur [...] kós. Men tá floksmørkini vera strikað, er sjálvandi vandi fyri at man missur burtur síni egnu politisku eyðkennir. Ella uppaftur verri; at tað bráttliga stendur einum greitt, at man í veruleikanum ikki
sigur, at fiskiskapurin regulerar seg sjálvan, at táið minni fiskur er til, er eisini minni at fáa? Jú tað er fyri ein stóran part rætt og tað er heldur onki nýtt. Men endamálið við stýringini er nettupp [...] í. Hann sigur, at tað er beinleiðis skeivt, at tilmælini hjá fiskifrøðingum eru so hol í høvdið, sum reiðarin á Glyvrum vil gera tey til. Veruleikin er, at tað er ógvuliga sjálvdan at okkara tilráðingar [...] sær, áðrenn vit mæltu til at hækka fiskskapin, sigur Jákup Reinert. Men er tað rætt, at tilmæli tykkara eru so veruleikafjar, at viðhvørt mæla tit til at fiska so nógv, at tað ikki letur seg gera, og aðrar
til HB. Tað gevur sterkar ábendingar um, at HB verður annað liðið í finaluni tann 17. juni, eisini tí at HB í løtuni hevur eitt sera gott lið, meðan B36 higartil í ár hevur havt trupult við at røkka somu [...] 1-0. Kortini má sigast, at GÍ eins og B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr hevur víst. Álopið hjá gøtumonnum svíður undir, at Søren Skov Jørgensen ikki er 100 prosent, og fleiri nýggir [...] nýggir ungir mans eru í ferð við at verða spældir inn á liðið. KÍ tykist hinvegin at vera sera væl fyri í løtuni, og í landskappingini eru klaksvíkingar í dag einasta veruliga hóttan móti HB. KÍ vann fyrra