Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyingur fær eina virðisløn sum ta Birgir Kruse fekk týskvøldið.
Og tað sást týðuliga at hann var errin av tí stóra heiðuri honum hevur verið fyri.
Birgir takkaði øllum teimum, sum hava gjørt tað møguligt, at júst hann kundi fáa hesa virðisløn.
Serliga takkaði hann Martini Næs og Hanus Andreasen, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at týða alt tilfarið, so nevndin í Nordbok kundi brúka tað.
? Tað er teirra æra, at eg yvirhøvur havi verið upp á tal til hesa virðisløn.
Í takkarrøðuni kom hann eisini inn á, at hann saknar at ÚF og SvF ikki hava eina sjálvstøðuga mentunardeild, sum taka sær av hesum tilfari burturav.
? Men tað merkir ikki, at tað mentunarliga tilfarið ikki verður sent. Tí verður hugt, eftir skráunum hjá luftbornu miðlunum so sæst, at mentanin hevur góða rúmd. Mentan, sum arbeiðsøkið, er bara ikki definera nóg greitt, hvørki í sjónvarpi ella útvarpi.
Út at leita
Aftaná handanina spurdu vit Birgir hvaðar hann fer at ferðast fyri ferðastipendiatið sum fylgir við heiðursbrævinum.
? Tað er ikki avgjørt enn, men tað fyrsta sum fall mær inn var at fara at finna tann danska yrkjaran Hendrik Nordbrandt, sum eg seti rættiliga høgt. Eingin veit hvar hann býr, men antin í Spanina, Turkínum ella Grikkalandi. Tað er ein møguleiki. Hin møguleikin er at fara at tosa við Ulf Lundell í Svøríki, sum eg eisini meti serliga høgt.