hon at lesa MA í leiðslu og skipan. Ester Poulsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, KT-vørður og sum skúlavegleiðari. Harafturat hevur hon í tveimum umførum verið virkandi varaskúlastjóri [...] skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett hana. Ester Poulsen er 47 ára gomul og var útbúgvin lærari í 2006. Í 2015 tók hon Diplom á m
hann til 07 Vestur, og í ár hevur hann spælt fyri bæði B68 og EB/Streym. Í 2025 fer fótbóltsbústaðurin so aftur at vera B36. Jóhann er 23 ár. Hann er framrættaður spælari og hevur sambært FaroeSoccer spælt [...] Eftir útivið fýra ár aðrastaðni er Jóhann Hansson Joensen nú aftur til B36. Hann hevur skrivað undir tvey ára sáttmála. Jóhann hevði verið seks ferðir við á okkara besta mansliði, tá hann á sumri í 2021
Tað sigur sýslumaðurin í Norðoyggjum sambært løgregluni, sum hevur borið miðlunum boðini fyri løtu síðan. - Sýslumaðurin sigur, at hann hevur lýst grindaøkið, har grindin verður hildin til, at vera ein [...] Løgreglan veit eisini at siga, at hetta er grindin, sum varð funnin á Árnafirði seint í gjár og sum hevur verið goymd í nátt.
Edmund Joensen á Oyrarbakka, sum hevur verið heitasti talsmaður fyri náttúrulundini. Hetta er ein velduga stór og forvitnislig verkætlan í Sunda kommunu. Verkætlanin hevur røtur heilt aftur til 2015, og [...] og longu tá vórðu tey fyrstu trøini gróðursett við Streymin. Málið hevur verið, at umleið 70.000 trø skuldu gróðursetast í lundini. Vit kunnu upplýsa, at fyrsta træið varð gróðursett streymoyarmegin hin
deildini við 28 stigum fyri 23 dystir. Nykøbing Falster hevur 29 stig. Viborg hevur tríggjar dystir eftir at leika í grundspælinum. Mikukvøldið 26. mars hevur Viborg heimadyst móti verandi meistarunum, Team Esbjerg
sigur, at hann hevur givið ísraelska herinum (IDF) boð um at taka eftirlitið við einum størri parti av Gazageiranum. Israel Katz sigur, at ætlanin er at hertaka økið, til Hamas hevur leyslatið allar ísraelsku [...] Fyrr í hesi vikuni fór Ísrael undir enn eina innrás, og hetta hendir eftir at vápnahvíldin, sum hevur verið millum partarnar, er brotin. Tað er tíðindastovan, AFP og fleiri ísraelskir miðlar, sum bera
Grønland fríggjadagin, og vitjanini hevur longu vakt ans á altjóða pallum. Orsøkin til, at vitjanin hevur vakt ans, er, at amerikanski forsetin - aftur og aftur - hevur sagt, at USA vil hava Grønland.
Felagið skrivar, at Richard Goffe hevur lagt nógva orku í felagið gjøgnum seinastu árini og íkast hansara hevur verið við til at tryggja, at B71 hevur flutt seg væl fram á leið. – Tó hava vit nú ásannað
monnum. Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ móti TB. KÍ hevur fult stigatal, 21 stig fyri sjey dystir, meðan TB hevur fimm stig. KÍ hevur eina risa favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata
Simion hevur serliga útmerkt seg sum atfinnari av ES, stuðul hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, og mótstøðumaður fyri hernaðarligum stuðli til Ukraina. Nicusor Dan er pro-ES-talsmaður og hevur stríðst [...] Men av tí at einki valevni hevur fingið meira enn 50 prosent av atkvøðunum, verður annað atkvøðuumfar 18. mai. Tað verður millum sjálvstøðuga valevnið og borgarstjóran í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest