Skjótt verður greitt at fara undir at leggja nýtt graslíki á hann. Lagið undir graslíkinum er av nýggjasta slag, og tað hevur við sær, at hann verður tann mest framkomni í Føroyum, sigur Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur á fundi mikudagin samtykt at taka upp samráðingar um arbeiðstøkusáttmála við lægsta boð, sum var frá Polytan.
Nevndin samtykti at játta 2.465.900 kr til endamálið, sigur nevndarformaðurin Jógvan Arge.
Frammanundan hevur vøllurin á Argjum fingið snotiligt áskoðaraskýli til eini 500 fólk.
Ætlanin er at leggja nýggja graslíkið á Argjum á í julimánað.