- Eg vil ikki siga, at eg eri fegin um úrslitið. Tað er hinvegin eingin loyna, at eg bar ótta fyri einum verri úrslit.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Flokkurin fær ein undir vangan í nýggjastu veljarakanningini. Fólkaflokkurin fer 3,7 prosent aftur í mun til seinasta val, og missir eitt tingfólk.
Formaðurin sigur, at afturgongdin er minni, enn hann hevði væntað.
Jørgen Niclasen skal loysa fleiri knútar sum oddamaður. Poul Michelsen hevur takkað fyri seg í flokkinum, hann umboðaði í fleiri enn 40 ár.
Grundvirðini verða ikki vird longur, og minnilutin ræður í flokkinum, segði hann.
Fleiri tóku undir við Michelsen. Úrslitið var ein flokkur, sum var í svárum trupulleikum.
Umframt rokið við Poul Michelsen, gnagar málið um løggildu grannskoðararnar eisini flokkin inn á bein, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, tók til á landsfundinum. Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, tá grannskoðararnir fingu løggildingina.
Annika Olsen staðfesti, at flokkurin er í kreppu á landsfundinum.
- Tað verður sagt frá vinnulívsfólki, at tey hava ilt við at síggja vinnuliga kósina hjá flokkinum, og miðstaðarøkið hevur tey seinastu árini vent tummulin niður til flokkin. Vit mugu finna samleikan aftur, vit mugu koma ungdóminum á tal, og vit mugu modernisera okkum, segði Annika Olsen.
Kanska eitt persónligt álop
Jørgen Niclasen tekur undir við landsstýriskvinnuni.
Hann vísir á, at flokkurin hevur framt smærri innanhýsis broytingar, og størri broytingar eru á veg.
Tað ber ikki til staðfesta, hvørjar broytingar talan er um.
Niclasen veit, at flokkurin hevur ikki staðið seg serliga væl seinastu mánaðirnar, og veljararnir tala nú at.
- Tað er kanska eitt álop á meg sum formann. Flokkurin hevur havt samstarvstrupulleikar, og vit vita væl, at støðan hevur ikki verið nøktandi. Fólkaflokkurin stendur seg eisini ofta illa í veljarakanningum, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur, at Fólkaflokkurin stendur meira saman sum ein eind nú.
Løgtingsval nærkast
Løgtingsval verður í seinasta lagi í januar 2012.
Fólkaflokkurin hevur eitt ár at brynja seg til valið.
Jørgen Niclasen hevur brett upp ermar. Fólkaflokkurin skal vinna aftur tey trý til fýra prosentini av samlaðu atkvøðunum, sum flokkurin stendur til at missa, sambært veljarakanningini.
- Flokkurin tolir illa at verða hongdur út. Tað hevur verið rumbul í flokkinum, og stórar avbjóðingar bíða okkum. Vit hava tikið trupulleikarnar til eftirtektar, og vit verða til reiðar til valið, sigur Jørgen Niclasen.