Árnafjørður breiðka veg

Klaksvíkar kommuna hevur skrivað undir byggisáttmála við Byggifelagið KANJON um at breiðka ein part av vegnum ígjøgnum Árnafjørð.

- Tað hevur leingi verið tørvur á at breiðka vegin gjøgnum bygdina í Árnafirði, og nú verður nakað gjørt við málið, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu.

Játtanin til ymiskar vegagerðir í ár er rættiliga avmarkað í kommununi. Men býráðið hevur kortini raðfest hendan vegateinin, har ein breiðkan er neyðug fyri ferðslutrygdina í bygdini.

Sambært byggisáttmálanum, sum varð undirskrivaður í gjár, fer arbeiðið at kosta 451.000,- kr. Arbeiðið, sum fer í gongd beinanvegin, og væntast at verða liðugt í juli mánað.