Oljufelagið BP sigur, at tað hevur brúkt næstan seks milliardir krónur í sambandi við oljudálkingina í Meksikoflógvanum.
Tann 22. apríl sakk oljupallurin Deepwater Horizon, og síðani er olja runnin út í sjógvin.
BP segði í morgun, at higartil hevur felagið brúkt 930 milliónir dollarar ella umleið 5,6 milliardir krónur til at steðga lekanum og til at avmarka dálkingina.
BP ger í løtuni enn eina roynd at tetta lekan, sum er á 1.500 metra dýpi. Síðani fyrrakvøldið hevur felagið pumpað runu niður í brunnin, og so verður sement pumpað niður í brunnin.
Tað er framvegis ikki greitt, um royndin fer at eydnast.