Rúni Elttør skal venja Undrið

Havnarfelagið, Undrið megnaði farna kappingarár at vinna sær uppflyting til 2. deild. Felagið hevur sett venjarar til besta liðið komandi ár, og verða tað Rúni Elttør og Høgni Joensen, sum verða knýttir at 2. deildarhópinum sum leikandi venjarar.

 

Nýggju venjararnir hava royndir frá at spæla á hægri støði í Føroyum, og metir nevndin í Undrinum, at við nýggju venjarunum hava teir fingið tær royndirnar inn í hópin, sum unga havnaliðið hevur manglað. Royndir, sum eru neyðugar fyri at kunna kappast á einum hægri støði.

 

Rúni Elttør hevur spælt við KÍ, B36, ÍF, HB og 07Vestur.