Benjaminsen Miðvallarin var eisini sera fegin um, at Henrik Larsen lat seg byrja inni ímóti Liktinstein, tí nýggja spæliskipanin kundi havt við sær, at Fróði byrjaði uttanfyri. - Nú var eg blivin fastur maður [...] trý ár, og mikudagin skeyt toftamaðurin so sítt fyrsta mál á føroyska landsliðnum. - Tað er bara stuttligt, at tað endiliga eyðnaðist mær at skjóta mál á landsliðnum, segði Fróði Benjaminsen eftir dystin [...] væl, og at hann var serliga fegin um innstillingin hjá spælarunum í dystinum ímóti Liktinstein. - Vit stríðast væl í dag, og allir halda tær avtalur, vit gjørdu undan dystinum, so tað kann ikki verða betri
høvuðsstaðarøkinum og úr Suðuroy, har tað var serliga hált inni í bygdum og býum. Í gjár var tað serliga ísur í støðum, sum órógvaði bilførarar, tó at frostið var burtur, og vit aftur høvdu nøkur hitastig [...] og sagt frá hálku og starvsfelagar, sum eru møttir til arbeiðis her í morgun, siga tað sama, sigur vaktleiðarin. Tað hevur verið sera hált fleiri staðni kring landið, men tíbetur hevur ferðslan eftir øllum [...] hitastig í luftini. Aftur í morgun hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um hálku, men nú er tað aftur frostið, sum elvir til høvuðbrýggj. Frost hevur í morgun verið á fleiri vegastrekkjum kring landið
Tórður var ikki so fjálturstungin, tá hann fór inn, heldur pápin. Men ilt er at gita, hvussu tað gongur, nú hann situr har inni umgyrdur av upptøkutólum, ljósum og mikrofonum. Spennandi er tað í øllum [...] minnuttir frammanfyri upptøkutólinum, heldur Eyð Matras tað bera væl til at gera sær eina góða mynd av teimum í einum møguligum filmsleikluti. - Tað er faktiskt ótrúligt, hvussu nógv tey megna at vísa av [...] arbeiða við eftir hesa fyrstu royndarfilmingina. Taka kjansin Ein av teimum, sum var komin til royndarfilming í gjár, var 40 ára gamli sjómaðurin Bjarti Matras av Viðareiði. Hóast hann als ongar royndir
vikuskiftið,var ikki bara kappróður. Sum vanligt á Skálafjørðinum, var eisini kappsigling. Veðrið var av tí allar besta til sigling, bara eitt lítið lot út eftir Skálafirði. Starturin var inni á Langanesi [...] tríggjar boyur og málið var ímillum molarnar til kaihylin úti í Runavík. - Tað gjørdist ein sera góð og vøkur sigling, eisini fyri áskoðararnar á landi, sigur Regin Debes, sum var við. - Sjálv mállinjan [...] liggja í stilli av tí at stórir russiskiskir trolarar lógu beint við og tað argaði siglararnar eitt sindur. Aftaná siglingina var kaffi og heimabakað skuffukaka í tjaldinum á havnarlagnum. Har vóru eisini
seinnapartin sunnudagin var møtið í Ebenezer og har høvdu fólk sum vanligt hongt sær yvirklæðinini í gongini. Hetta hevur óiva verið ov freistandi fyri veikar sálir, tí tá møtið var liðugt, var onkur sum fann út [...] kort var stolið úr lummanum. Seinni sunnudagin vórðu tveir persónar tiknir inni í eini kiosk í Havn, við kortinum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur. Umleið klokkan tvey seinnapartin sunnudagin var løgreglan [...] Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni. Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn. Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt og
Tað var sum at hoyra eina bók detta av einari hill, tá ið boðini komu fyrramorgunin um at Sverri Egholm, fyrrverandi landsbókavørður, so brádliga var farin. Hesin hvølli bresturin, sum viðhvørt hoyrist [...] n uppí: Heilsa Sverra Egholm og takka honum fyri áhugan í sínari tíð. Tað er ikki meira enn ein góð vika síðan, at Sverri var inni á gólvinum á Landsbókasavninum, og eg fekk mint hann á brævið frá 1972 [...] honum, at nú var handritið til bíbliutýðingina hjá Victor Danielsen komið í húsið. Við hesum fáu orðum vil eg siga Sverra Egholm tøkk fyri tað, hann útinti til frama fyri ta føroysku bókina, og tað, hann gjørdi
feriu í eina viku longri enn hinir. Avtalan var tískil, at Ronaldinho skuldi byrja at venja aftur í farnu viku, men tá møtti hann ikki upp. Tað hevur fingið felagið at ótolnast, men tað hevur framvegis ikki [...] Tað vakti ans, tá ið 34 ára gamli Ronaldinho í septembur valdi at skriva tvey ára sáttmála við meksikanska felagið Queretaro. Hóast næstan 100 landsdystir og uppihald í eitt nú FC Barcelona í viðførinum [...] viðførinum, so valdi hann ókendu deildina í Meksiko fram um alt. Hann var um reppið at skriva undir sáttmála við Palmeiras í heimlandinum, men ein av heimsins ríkastu monnum, Carlos Slim, fekk í evstu løtu lokkað
matframleiðsla kann koma øllum til góðar. - Norðurlond gera eitt megnar arbeiði, bæði tá tað snýr seg um stuðul, og tá tað snýr seg um at vísa vegin. Ann Tutweiler rósti eisini Norðurlondunum fyri leiklutin [...] støðuna í heiminum og ikki minst, tá tað kemur til at breyðføða allar heimsins íbúgvar. - Norðurlendsku ráðharrarnir samtyktu Nidarosdeklaratiónina um Grønan Vøkstur, sum var eitt av evnunum, ið varð viðgjørt [...] alingini. Millum annað var nevnt, at fóður til alifisk ikki eigur at kappast við tilfeingi, sum annars kann fara beinleiðis til matna, og at fóður eigur at fáast til vega longri niðri í føðiketuni í havinum
Sælandi, men tað bleiv ikki so ringt, sum teir høvdu væntað. Í fleiri londum longri suðuri í Evropa eru hitamátararnir uppi ígjøgnum, og har er langt ímillum ælini. Í Bulgaria og Rumenia hevur tað verið óvanliga [...] pørtum av Mið- og Vesturonglandi var alt ein ruðuleiki, og fleiri hundrað fólk noyddust at gista í skúlum og aðrastaðni, tí vegir og jarnbreytir stóðu undir í vatni. Tað hevur eisini regnað illa í fleiri [...] Í pørtum av Onglandi hevur tað regnað so illa, at í gjár framdi bretska flogvápnið Royal Air Force sítt størsta bjargingarátak í friðartíð. Ikki færri enn tíggju hernaðartyrlur máttu sendast at bjarga
forsetin ikki sita longri enn tvey fýra ára skeið á gangin. Men tað er ikki verri enn so, at grundlógin kann broytast, um tjóðartingið tekur undir við tí. Tann størsti flokkurin, Tað Sameinda Russland, [...] tá hann seinasta týsdag var í Finnlandi og virjaði. Hetta er fyrstu ferð, at russiski forsetin harmast avmarkingina í grundlógini. Hann nam eisini við spurningin, tá hann var í Týsklandi í apríl, men [...] einki um, at hann kundi hugsað sær at stilla uppaftur. Summir russiskir eygleiðarar halda, at eydnast tað ikki Putin at stilla upp í 2008, verður hann helst forsætisráðharri ístaðin fyri, og at hann so fer