Putin ætlar at verða sitandi

Russiski forsetin viðgongur, at hann vil fegin sleppa at halda fram í embætinum aftan á næsta val.

Tá hetta valskriðið rennur út, hevur Vladimir Putin verið russiskur forseti í átta ár, men hann vil fegin sleppa at halda fram aftan á valið í 2008. Trupulleikin er, at sambært grundlógini kann forsetin ikki sita longri enn tvey fýra ára skeið á gangin.
Men tað er ikki verri enn so, at grundlógin kann broytast, um tjóðartingið tekur undir við tí. Tann størsti flokkurin, Tað Sameinda Russland, tekur undir við hugskotinum, og sambært tíðindastovunum taka flestu russar eisini undir við tí.
Putin sjálvur dylur ikki fyri, hvat hann heldur.
-Eg hevði ivaleyst stillað uppaftur næstu ferð, men grundlógin loyvir tí ikki, segði Putin, tá hann seinasta týsdag var í Finnlandi og virjaði.
Hetta er fyrstu ferð, at russiski forsetin harmast avmarkingina í grundlógini. Hann nam eisini við spurningin, tá hann var í Týsklandi í apríl, men tá segði hann kortini einki um, at hann kundi hugsað sær at stilla uppaftur.
Summir russiskir eygleiðarar halda, at eydnast tað ikki Putin at stilla upp í 2008, verður hann helst forsætisráðharri ístaðin fyri, og at hann so fer at stilla upp á forsetavalinum aftur í 2012.
Putin er ikki so væl umtóktur ímillum russar, sum hann onkuntíð hevur verið, men tað er kortini eingin, sum kann bjóða honum av. Meiningakanningar hava víst, at serliga tær russisku kvinnurnar halda nógv av honum.