Tað vakti ans, tá ið 34 ára gamli Ronaldinho í septembur valdi at skriva tvey ára sáttmála við meksikanska felagið Queretaro. Hóast næstan 100 landsdystir og uppihald í eitt nú FC Barcelona í viðførinum, so valdi hann ókendu deildina í Meksiko fram um alt.
Hann var um reppið at skriva undir sáttmála við Palmeiras í heimlandinum, men ein av heimsins ríkastu monnum, Carlos Slim, fekk í evstu løtu lokkað hann til Meksiko, har hann spældi seinnu helvt av kappingarárinum og alt fyri eitt fór við nærum øllum uppmerkseminum í landinum.
Men nú hava trupulleikar stungið seg upp. Leikararnir í Queretaro hittust aftur 7. desembur fyri at fyrireika seg til nýggja kappingarárið, men felagið hevði tó givið Ronaldinho loyvi til at hava feriu í eina viku longri enn hinir.
Avtalan var tískil, at Ronaldinho skuldi byrja at venja aftur í farnu viku, men tá møtti hann ikki upp. Tað hevur fingið felagið at ótolnast, men tað hevur framvegis ikki eydnast teimum at fáa fatur á honum.
- Um Ronaldinho ikki møtir hesa vikuna, so verða vit noyddir at taka eina avgerð. Vit hava mist ein part av fyrireikingunum, og eingin er størri enn felagið, sigur forsetin í felagnum, Joaquin Beltran, sambært týska Bild.
Tað eru tó lívstekin at hóma frá Ronaldinho á sosialu miðlunum, har hann, hesar dagarnar felagið ikki hevur fingið samband við hann, hevur skrivað og lagt myndir út.