Sera hált í morgun

- Fólk hava ringt og sagt frá svarthálku, sum hevur verið víða um landið, men tíbetur hevur ferðslan eftir øllum at døma gingið væl, sigur vaktleiðarin.

 

Gjáramorgunin fekk løgreglan fleiri fráboðanir um hálku á ymiskum vegastrekkjum kring landið.

 

Soleiðis komu fráboðanir eitt nú úr høvuðsstaðarøkinum og úr Suðuroy, har tað var serliga hált inni í bygdum og býum.

 

Í gjár var tað serliga ísur í støðum, sum órógvaði bilførarar, tó at frostið var burtur, og vit aftur høvdu nøkur hitastig í luftini. 

 

Aftur í morgun hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um hálku, men nú er tað aftur frostið, sum elvir til høvuðbrýggj.

 

Frost hevur í morgun verið á fleiri vegastrekkjum kring landið, og í morgun hava fráboðaninar serliga snúð seg um svarthálku.

 

- Fólk hava ringt og sagt frá hálku og starvsfelagar, sum eru møttir til arbeiðis her í morgun, siga tað sama, sigur vaktleiðarin.

 

Tað hevur verið sera hált fleiri staðni kring landið, men tíbetur hevur ferðslan eftir øllum at døma gingið væl.

 

Á løgreglustøðini í Havn hava tey higartil í morgun ongar fráboðanir fingið um óhapp ella stórvegis trupulleikar í ferðsluni.

 

- Hetta hevur eisini verið ein stak friðarlig nátt. Onkur sjúkraflutningur hevur verið. Annars hevur alt gingið væl, verður lagt aftrat.