Norðurevropa flýtur

Veðrið hevur býtt Evropa í tvey. Sunnanfyri er hitabylgja, og í fleiri londum í Norðurevropa regnar tað sum sjáldan ella ongantíð fyrr.

Í pørtum av Onglandi hevur tað regnað so illa, at í gjár framdi bretska flogvápnið Royal Air Force sítt størsta bjargingarátak í friðartíð. Ikki færri enn tíggju hernaðartyrlur máttu sendast at bjarga umleið 100 fólkum, eftir at regnið hevði lagt stór øki undir í vatni. Í fleiri øðrum førum sendi RAF tylrur við heilivági og øðrum til pláss, sum høvdu mist sambandið við umheimin orsakað av tí nógva regninum.

 

Støðan var so álvarssom, at Gordon Brown, forsætisráðharri, skipaði fyri kreppufundi millum stjórnina og tey, sum hava høvuðsábyrgdina av bretsku tilbúgvingini. Bretska løgreglan sigur, at í stórum pørtum av Mið- og Vesturonglandi var alt ein ruðuleiki, og fleiri hundrað fólk noyddust at gista í skúlum og aðrastaðni, tí vegir og jarnbreytir stóðu undir í vatni.

 

Tað hevur eisini regnað illa í fleiri øðrum norðurevropeiskum londum teir seinastu dagarnar. Í Týsklandi lá ferðslan still nógvastaðni, og har suðuri í Svøríki noyddust meiri enn 1.000 fólk at gista í skúlum og øðrum bygningum, tí regnið legði als samferðslukervið lamið. Í Danmark høvdu veðurmenninir boðað frá nógvum regni á Sælandi, men tað bleiv ikki so ringt, sum teir høvdu væntað.

 

Í fleiri londum longri suðuri í Evropa eru hitamátararnir uppi ígjøgnum, og har er langt ímillum ælini. Í Bulgaria og Rumenia hevur tað verið óvanliga heitt í seinastuni, og í Grikkalandi hevur tann nógvi hitin elvt til fleiri skógareldar.