til at fáa fund við Blair, júst um sama mundið sum hesin hevur tikið við formansskapinum í ES. Í DIMMALÆTTING í gjár nemur Jákup Joensen, tingmaður eisini við marknamálið. Hann skuldsetur Sosialin fyri [...] bretar á dupultmoralsku støðu teirra í øðrum marknatrætum, har teir hava góðtikið miðlinju sum mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst hava avtalað eitt fiskimark [...] r avgera at hava val í seinasta lagi 7. juli. Tvs. til ta tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu
øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan, sum er ein týðandi liður í demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt og aktivt luttekur í tí almenna [...] gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. [...] føroyska tjóðveldið sum fremsta mál, tá Sosialurin tosar við teir. Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar
minst á búskaparliga økinum. DANSKA fólkatingið skuldi góðtaka avtaluna í gjár. Hetta kemur beint í kjalarvørrinum á einum orðaskifti í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin. Sambart tí orðaskiftinum skulu føroyingar [...] framtíðar samstarv í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, [...] Bæði løgmaður og varaløgmaður hava mint fjølmiðlarnar á, hvussu stóra ábyrgd hesir hava í umrøddu málum. Vit fara í hesum sambandi eisini at minna løgmann, varaløgmann og aðrar leiðandi politikarar á, hvussu
spurningar, sum leika á í føroyska samfelagnum, sum tørva at verða viðgjørdir og loystir. EFTIR okkara tykki - og tað heldur løgmaður eisini sambart úttalilsum hansara í blaðnum í dag - hevur marknatrætan [...] sum nú hevur verið tveitt aftur og fram sum í einum ping-pong spæli millum Bretland, Danmark og Føroyar í 20 ár, má nú fáa eina virðiliga og rættvísa loysn. Í næstu viku fara løgmaður og ráðgevar hansara [...] um at troyta møguleikarnar á Atlantsmótinum á skynsamasta hátt. SOLEIÐIS sum Sosialurin skilur støðuna, hava bretar slakað í mun til síni upprunaligu krøv. Føroyingar hava eisini sagt seg vilja slaka fyri
Í longri tíð hevur ein ómerkt, blá sálmabók ligið í forkirkjuni í Vesturkirkjuni. Í hesi bókini hevur ligið ein mynd, sum sýnir átta hvítklæddar kvinnur, kanska sjúkrasystrar, og eina smágentu á eini trappu [...] baksíðuni á myndini er skrivað við kúlupenni 166. Einki annað. Sosialurin hevur frá klokkaranum í Vesturkirkjuni fingið loyvi at seta myndina í blaðið, soleiðis, at eigarin kann gera vart við seg og fáa [...] sálmabókina aftur. Um onkur kennist við myndina, hevði verið hugaligt, um viðkomandi setti seg í samband við Sosialin, tlf. 1 18 20 lokal 33.
Í sambandi við at Internet Sosialurin er tikin alment í brúk eru allir útisetar vælkomnir at støkka inn á gólvið í blaðhúsunum á Argjum mánadagin 29. desember og týsdagin 30. desember, báðar dagar millum [...] millum klokkan 14 og 17. Høvi verður á stóraskíggja at síggja og hoyra, hvussu nýggi Internet Sosialurin roynist, og hvørjar tænastur hann hevur at bjóða eitt nú útisetum. Eisini vilja vit fegin hava tykkara
við í ferðalagnum. Tað var Sigmar Jacobsen úr Føroya Banka. Hann var eisini dómari í Føroyum, men við kappingina í Vejle, fekk hann ikki loyvi til ta atkvøða fyri føroysku verkætlanini. Sosialurin ynskir [...] og skaptu tí ein stóran áhuga í Føroyum um kappingina. Aftur í ár hava føroyskir skúlanæmingar kappast um at hava besta fyritøkuna og besta vøruna. Innleiðandi kapping var í Føroyum fyri stuttum og tað [...] Tá næmingarnir frá Fiskivinnuskúlanum í fjør fóru til Danmarkar at luttaka í kappingini um European Business Games, vóru tað ikki so nógv sum høvdu væntað, at teir skuldu vinna kappingina. Men tað gjørdu
-Tað er eingin meining í, at tað skal bera til í 1998 og í einum fronskum landi, at viðfara fólk á henda hátt sigur Sigmund Andreassen, sum nú ongan annan útveg veit enn at fara í bløðini við málinum. Roynir [...] fangi? á fronsku oynni Réunion í samfullar fýra mánaðir. Og einki sum helst røkist fyri, at føroyski skiparin sleppur av aftur hesi fjarskotnu oynni í Indiska Havinum í bræði. Nú hevur hann so gjørt av [...] av at fáa bløðini at hjálpa sær. Tað var í mars mánaði, at Explorer, sum eitt reiðarí í Suðurafrika eigur, varð tikin av fronskum herskipi sunnalaga í Indiska havinum, har teir høvdu roynt eftir tannfiski
flokkarnar nú í mong ár. Giviðer at føroyski javnaðarflokkurin eigur sín týðandi leiklut í tí avtalu, sum júst er gjørd. Eingin ivi er um, at stjórnin hevur tikið áheitaninar hjá Jóannesi Eidesgaard í fullum [...] til Føroya í september mánað. Tvær orsøkir eru til hesa vitjan. Onnur er at tosa við landsstýrið um eitt nú sjálvstýrisspurningin, sum landsstýrið legði so stóran dent á undir samráðingunum í Danmark. Hin [...] landsstevnu í Havn um sama mundið. Nú tað tykjast blæsa nýggir og lýggjari vindar millum londini eftir avtaluna, má metast, at føroyingar fara at taka væl ímóti Nyrup. Sanniliga má sigast, at tað er vent í holuni
javnaðarflokkin hevur verið fruktargott fyri føroyska samfelagið. Tað verið seg longu síðst í tjúgunum og í tríatiárunum, tá stjórnin hjá Stauning gamla játtaði løgtinginum lán,veðhald og stuðul til vinnuligar [...] seinast í fimtiárunum, tá vit fingu nýskipanina við fólka-, avlamis- og einkjupensión, eins og danir veðhildu og stuðlaðu teimum stóru vinnuligu og samfelagsligu framtøkunum, sum vórðu tikin fyrst í sekstiárunum [...] JAVNAÐARFLOKKURIN stóð á odda í landsins stýri, og tey árini hendi størsta sosiala, heilsuliga, vinnuliga, samferðsluliga og mentanarliga útbyggingin, sum vit nakrantíð hava sæði í føroyskari søgu. Takkað verið