Ein eftirlýsing

.

Í longri tíð hevur ein ómerkt, blá sálmabók ligið í forkirkjuni í Vesturkirkjuni. Í hesi bókini hevur ligið ein mynd, sum sýnir átta hvítklæddar kvinnur, kanska sjúkrasystrar, og eina smágentu á eini trappu.

Aftan fyri kvinnurnar er ein stór dupulthurð við rundaðum vindeygum omanfyri. Mestur eitt sjúkrahús, sanatorium ella tílíkt. Á baksíðuni á myndini er skrivað við kúlupenni 166. Einki annað.

Sosialurin hevur frá klokkaranum í Vesturkirkjuni fingið loyvi at seta myndina í blaðið, soleiðis, at eigarin kann gera vart við seg og fáa sálmabókina aftur.

Um onkur kennist við myndina, hevði verið hugaligt, um viðkomandi setti seg í samband við Sosialin, tlf. 1 18 20 lokal 33.