Tá næmingarnir frá Fiskivinnuskúlanum í fjør fóru til Danmarkar at luttaka í kappingini um European Business Games, vóru tað ikki so nógv sum høvdu væntað, at teir skuldu vinna kappingina.
Men tað gjørdu teir so allíkavæl.
Teir vunnu kappingina frammanfyri næmingar úr fleiri øðrum europeiskum londum og skaptu tí ein stóran áhuga í Føroyum um kappingina.
Aftur í ár hava føroyskir skúlanæmingar kappast um at hava besta fyritøkuna og besta vøruna.
Innleiðandi kapping var í Føroyum fyri stuttum og tað kappingina vunnu fýra næmingar úr Hoydølum við verkætlanini P/F Folax.
Og í vikuni var so endakappingin. Hon var hildin í Vejle og sigast má, at føroysku næmingarnir stóðu seg avbera væl.
Verkætlanin hjá Folax var at gera heilsukapslar úr laksaolju, ið verður gjørd burturúr laksaolju.
Og verkætlanin var væl úr hondum greidd.
Ja, so væl, at dómararnir, sum komu úr teimum níggju londunum mettu, at verkætlanin hjá P/F Folax var tann besta av teimum øllum.
Tá dømt var løgdu dómararnir dent á skrivligu uppgávuna, umframt at sjálv framløgan eisini var dømd og føroyska framløgan var framúr væl úr hondum greidd, verður sagt í tíðindaskrivið.
Teir fýra næmingarnir, sum gjørdu tað stóra bragdið vóru: Dávur Clementsen, Heri Dahl, Kári Davidsen og Dann Jacobsen.
Verkætlanin hjá teimum er gjørd í læruugreinini vinnulívsbúskapur og lærari hjá teimum hevur verið Holger Arnbjerg, studentaskúlalærari.
Ein føroyskur dómari var eisini við í ferðalagnum. Tað var Sigmar Jacobsen úr Føroya Banka.
Hann var eisini dómari í Føroyum, men við kappingina í Vejle, fekk hann ikki loyvi til ta atkvøða fyri føroysku verkætlanini.
Sosialurin ynskir teimum fýra næmingunum hjartaliga til lukku við sigrinum